Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 208 · 30. oktober 2009 19 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Ummæli inna törnroos inna@sosialurin.fo Lat meg bara siga tað fyrst – eg havi ikki hoyrt klummurnar hjá Armgarð Arge í »Góðan morgun Føroyar«. So tað er við feskum eyg um eg kasti meg yvir bókina Klumman. Eg elski klummur og havi lisið óteljandi klummur í bløð­ um, bókum, tíðarritum, og eisini skrivað nakrar sjálv. Klummur er oftast lættlisnar men hóast tað, eru tær ikki altíð so lættar at skriva. Tann reyði tráðurin kann fløkjast, og skemtingarsami tónin kann vera torførur at raka. Bókin Klumman sær út sum ein bomm pakki við síni ljósareyðu permu. Næstan so, at eg fái hug at seta tenn irnar í hana. Stuttliga tekn ingin hjá Óla P á permuni ger meg ikki minni svanga. Málið í bókini er merkt av, at klummurnar eru skrivaðar til at lesa upp. Har er nógv talumál, men hetta ger onki í eini klummu, har form urin kann vera eitt sindur fríur. Eg smílist, nikkið og flenni hartil hart nakrar ferðir. Armgarð Arge fylgir væl við í tí, sum hendir í samfelagnum og fjølmiðlunum, og dugir sera væl at lýsa, hvussu tað er at vera kvinna í 2009. Bókin er aktuell, og nógvar av klumm unum fara nokk ikki at vera líka stuttligar at lesa um nøkur ár. Tekningarnar hjá Óla P eru lokkandi inngangir til klummurnar, viðhvørt eitt sindur torskiltar men oftast rakar hann seymin á høvdið. Um man sær bókina sum ein bommpakka, so er tað nokk betri at gera, sum rátt verður til við bomm um – man fær sær eitt av og á. Ikki gera sum eg gjørdi ­ lesa alla bókina eftir einum kvøldi. Tá hevði eg hug at vamlast eitt sindur og helt, at okkurt gekk aftur ov oftani. Nei, betri er at lesa nakrar av klumm unum í senn, tá tú hevur eina løtu og frið til at taka tær av løttum. Eg hevði viljað, at nógvir føroy­ ingar fara at lesa bókina. Hon er klók og beinrakin, og høvdu fleiri hugsað sum Armgarð, høvdu vit avgjørt haft eitt betri samfelag. Einasta, eg havi at finnast at, er at bókin er í so dýr – 249 krónur er nógv fyri 129 síður, sum nógv hava hoyrt fyrr í útvarpinum. Lat meg enda við einum sitatið frá kjakinum á kvinna.fo. Har skriv aði ein kvinna soleiðis um klummurnar hjá Armgarð Arge: »Klumman er sum gott sex. Man veit ikki at man hevur tørv á tí, fyrr enn man hevur fingið tað«. Bommpakkin hjá Armgarð lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Vinjard Magnussen, Sørvágur tilfar 1 kg av góðum tvøsti, skorið í tunnar álar Marinada 3 spsk av oystersós 3 spsk av fishsós 2 spsk av soyasós 2 spsk av farin 2 spsk av olivenolju 1/2 myrka øl, t.d. classic 4 bátar av rivnum hvítleyki 3 stelkar av sitróngrasi. Skal kroystast og skerast í stórar bitar. (Skal burtur, tá rætturin er liðugur) 1/2 rivin ingiferrót 2 smátt skorin grøn chillipipar 2 smátt skorin reyð chillipipar GrønMeti 1/4 høvd av hvíttkáli, skorið í tunnar álir 2-3 gularøtur, skornar í álir 1 tyssi av várleyki, stórt skorið 1/2 grøna, gula og reyða piparfrukt skornar í álir 1 lítlan bakka av soppum, skornir í helvt 3 bátar av hvítleyki, skornir í tunnar skivur annað 2 grønmetis bótarmolar 3 dl av edikki 5 dl av vatni 1 lime frukt 1 blikk av kokos mjólk sesamolja wok kryddarí salt Thai-inspirerað grindawok Tvøstið verður útvatnað í edikki og vatni í nakrar tímar. Skola tvøstið væl. Blanda tilfarið til marinaduna væl, og legg tvøstið í marinaduna. Lat liggja í nakrar tímar. Sker grønmetið sundur. Hita wokkin væl og koyr sesamolju í. Byrja við at steikja gularøturnar í tveir minuttir. Síðani kálið í ein minutt og restina av grønmetinum í ein til tveir minuttir. Morla bótarmolar útyvir ta síðstu løtuna. Tað er umráðandi, at grønmetið ikki verður stokt bleytt, men at bit er í. Tak grønmetið úr wokkinum. Tak tvøstið úr marinaduni, og lat vatnið renna frá. Steik tvøst álirnar við nógvum hita í umleið fimm til sjey minuttir. Minst til at taka sitróngrasið úr rættinum, áðrenn hann er liðugur. Um ikki alt tvøstið rúmast á pannuni í senn, er betur at steikja tað í fleiri umførum. Tá tað síðsta tvøstið er stokt, verður grønmetið koyrt aftur í pannuna. Kóka marinaduna í nakrar minuttir í eini lítlari grýtu og koyr kokosmjólkina í. Stoyt hetta út yvir tvøstið og grønmetið, saman við limesaftini Smakka til við salti og wok kryddaríi. Borðreið beinanvegin, áðrenn grønmetið verður bleytt. Hav rís og flutes afturvið. Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 (til 5 pers.)