Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 208 - 30. oktober 2009 tíðindi 40 ár eru liðin síð ani fyrsta psyki atriska deildin lat upp á Lands sjúkrahúsinum. At ein deild fyri sinnisveik fólk lat upp, var til gleði fyri mong, meðan onnur funnu stuttleika í at gera gjøldur burtur úr hesum og teimum fyrstu røktarstarvs­ fólkunum. ­ Fyri okk­ um var hetta heim sins besta arbeiðs pláss, og tí gjørdu vit nógv burtur úr at greiða fólki frá, hvat okkara arbeiði var, og hvønn týdning tað hevði fyri tey sinnisveiku, siga tær fyrstu sjúkra­ systrarnar á deildini Psykiatrisøga Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Tær høvdu eisini sínar or ­ søk ir til at gera hetta eyka­ arbeiðið, kann ein siga. Mong fólk høvdu nevni­ liga mill um lítla og onga fat an av, hvat endamálið var við eini psyki atriskari deild í Føroyum. Tey hildu, at hetta var eitt arbeiðið sum lá ímillum eitt fongsul við rimum fyri vindeyguni og eitt vanligt hvíldarheim. Onnur høvdu lítla virðing fyri arbeiðinum millum tey sinnis veiku, og dugdu ikki við sínum besta vilja at skilja, hví ungar og vælút­ búnar sjúkrasystrar vildu arbeiða á einum slíkum staði. Og uppaftur onnur settu spurnartekin við, um tað nú var neyðugt at taka øll hesi svøku fólkini heim til Føroyar og leggja tey inn á eina og somu deild. – Nei, tað var ikki stuttligt at blíva mobbaður soleiðis, men vit vardu okkara arbeiði bæði við nevi og klóm. Og satt at siga, gekk ikki so øgiliga long tíð, fyrr enn fólk byrjaðu at venja seg við at síggja og møta teimum sinnis veiku fólkunum á gøtuni. – Hetta var ein hørð tíð, men vit trúðu uppá okkara arbeiði. Og tí hildu vit fram at arbeiða, hóast fólk kanska ristu við høvdinum. Einki kundi tó taka mótið frá okk um!, siga tær tríggjar sjúkrasystr arnar Marin, Margreth og Petry saman við læknaskrivara teirra ta fyrstu tíðina, Tordis. 29. oktob er vóru nevni­ liga liðin 40 ár síðani fyrsta psyki atriska deildin lat upp í Føroyum. Í hesum sam bandi hava vit sett hesum fýra kvinnun um stevnu aft ur, júst á Deild 1, sum tá æt P21 á Statshospitalinum ­ Marin Samuelsen, Margreth á Rógvu Niclasen, Petry Ol sen og Tordis Johanne sen. Eitt stórt byggipláss Oktober mánaður 1969 stendur í minninum sum ein rokmikil mán aður fyri tey fyrstu starvsfólkini á psykiatrisku deildini ­ sjúkra systrar og pleygarar. Tey vórðu sett í starv miku­ dagin 1. oktober, og bert fýra vikur seinni skuldi deild in taka ímóti fyrstu sjúk ling unum. Her var sum vera man nógv eftir at gera, og Margreth minnist sera væl tað fyrsta inntrykkið av sínum komandi arbeiðs­ plássi: – Taðvejden, eg komi so aldrin at gloyma fyrstu ferð, eg kom inn á deildina. Uha, tað var sum at koma inn á eitt ordiligt byggipláss. Har var sooo nógv eftir at gera, at eg ivaðist í, um alt fór at blíva liðugt til tíðina. – Eg meini so við: WC’ini vóru ikki eingang liðug, lítið var gjørt við baðirúm­ ini, glasgongin skuldi eisini riggast til, og her gingu ar ­ beiðsmenn og rokaðust við sítt og vit við okkara ar ­ beiði, greiðir hon frá. Tey nýsettu røktar starvs­ fólkini stóðu kortini ikki hendur í favn og bíðaðu eftir, at alt skuldi gerast lið­ ugt. Tey møttu til arbeiðis hvønn dag klokkan 8 og fóru til húsa aftur átta tímar seinni. Meðan handverkararnir løgdu hond á seinastu arbeið ini, skipaðu starvs­ fólkini seg soleiðis, at hvør einstakur teirra fekk eitt ávíst rúm at gera liðugt. Teir hugdu eftir okkum Útgerðin til deildina varð bíløgd og koyrd inn í kjall­ aran, og hagani vórðu so borð, postalín, sengur og Fólk hildu lítið