Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 208 - 30. oktober 2009 tíðindi land – lógu aðrir sinnisveik­ ir føroyingar, og tann 5. januar 1970 varð tann fyrsti teirra innlagdur á hesa deild ina. – Ja, alt gekk uppá stás. Sjúklingarnir komu so við og við inn á deildina, og soleiðis fingu vit øll eina góða byrjan, greiðir Tordis frá. Hon hevur skrivað hag­ tølini niður í eina bók, og kann tí eisini upplýsa, at tann fyrsti sjúklingurin varð útskrivaður 5. november. Røkt inni og røkt úti Hóast hesar sjúkrasystr ar­ nar, pleygararnir og skriv­ arin nú eru komin nakað upp í árini, vóru tey tá í góð um aldri. Við ídni, nær­ leika og umsorgan fyri tí einstaka sjúklinginum varð lagt til brots. Hesin góði førningurin setti sum vera man sín dám á viðgerðina og røktina á deildini. Og tað merktist longu frá fyrsta degi, at teir ymsu starvsbólkarnir høvdu sum sítt hægsta ynski at røkta sjúklingarnar á besta hátt, bæði inni og úti. – Vit gingu høgt uppí at ganga túrar við sjúkling­ unum. Ja, vit vóru óteljandi gongutúrar heilt úti í Havn­ ardali, minnist Petry afturá. Eitt annað vælegnað stað til gongutúrar var í Sandá­ gerði, ella tey løgdu leiðina út á Argjaboða, til Nólsoyar, Klaksvíkar eins og tær javn an fóru í býin og til hand ils við sjúklingunum, ella tey svumu í svimji hyl­ in um í Argja skúla. Okkurt árið gjørdu tey útferðir bæði til Noregs og Dan­ markar. Inni á deildini var nógv gjørt burtur úr til tess at taka sær av tørvinum hjá tí einstaka sjúklinginum. Nógv ar samtalur vórðu gjørd ar við sjúklingin og tey avvarðandi hansara bæði av starvsfólkunum á deildini og av sálarfrøðing­ inum sum nakað seinni varð settur í starv, eins og góð tíð var til hugnaliga sam veru við spølum, so sum kort, ludo og bobb. Umframt alt hetta luttóku sjúklingarnir eisini í arbeið­ inum við at halda deildina ruddiliga. Uttandura var eisini nógv virksemi, m.a. við arbeiðs­ liði, felags tiltøkum, tey fóru á seiðaberg ella tey settu epli niður. Tíðin var ein onnur, og varð í stóran mun nýtt saman við sjúk ­ lingum. Tað er helst so sum tær fýra eru samdar um: – Vit vóru so væl mannað á deild­ ini, at vit faktiskt vóru sam­ an við teimum alla tíðina! Í aðrar mátar var eisini gjørt nógv burtur úr at hugna sær saman. Tískil varð á hvørjum ári hildin ein veitsla, har bæði sjúk­ Nógv vatn er runnið í ánna hesi seinastu 40 árini, nógvir tímar eru farnir til viðgerandi samtalur, og nógvur heilivágur er latin sjúklingunum. Haraftrat ber til at staðfesta, at nógvir sjúklingar hava fingið eitt annað og betri lív eftir eitt uppihald á deildini. Við skiftandi yvirlæknum sum t.d. Árna Olsen, Hera Berg, August G. Wang, Sofus Joensen og Tormóð Stórá, væl stuðlaðir av sálarfrøðinginum Eyðun Joensen, skiftandi hjálparlæknum, skrivarum, røktarstarvsfólkum, terapeutum og mongum øðrum, hevur fyrst Deild 1 og síðani hinar psykiatrisku deildirnar gjørt sítt ítarsta fyri at hjálpa teimum sinnisveiku í støðu teirra eftir bestu sannføring og viðgerð. Tíðin broytir so mangt, eisini viðgerðina av teimum sinnisveiku. Ein av mununum á viðgerðini tá og nú er talið av starvsfólkum á deildini. Sambært teimum fýra kvinnunum gekk arbeiðið á Deild 1 sera væl, tí hon var so væl mannað, væl skipað og at tíð var til nógv ymiskt virksemi á deildini. - Eisini fingu tær nógvan goodwill frá sjúkrahúsleiðsluni m.a. viðvíkjandi at menna okkum fakliga á skeiðum, ráðstevnum o.ø., so vit fingu ríkiligt høvi til at tosa við kollegar aðrastaðni um viðgerðarhættir og soleiðis kundu samanbera okkum við tey. Tá fingu vit staðfest, at vit lógu einki aftanfyri! Í dag verður eisini nógv gjørt burtur úr við at menna tað fakliga støðið hjá starvsfólkunum við mennandi skeiðum og útbúgvingum, og ikki minst við undirvísing í teirri sonevndu kognitivu terapi’ini, sum øll starvsfólkini sleppa til, enntá av føroyingum í Føroyum! Onkur av teimum fýra er framvegis til arbeiðis á Psykiatriska Deplinum, og duga tí væl at síggja týdningin av at hava ein stóran hvítan skara av dugnaligum starvsfólkum, sum nú hevur møguleika at menna seg í egnum landi. Alt hetta økið er í dag í eini stórari broyting og nútíðargerð, sum í síðsta enda skal verða til gleði og gagn fyri tann einstaka sjúklingin. Hóast alla hesa positivu gongdina, so vóna tær fýra at ein í øllum hesum ongatíð gloymir tað týdningarmesta ella tann týdningarmesta: - Allar hesar broytingarnar eru uttan iva tiltrongdar, men ein eigur alla tíðina at ansa eftir at ikki tann viktigasti brikkurin í puslispælinum - tann einstaki sjúklingurin - verður gloymdur, eru tær fýra samdar um! Gloymið ikki sjúklingin! » Vit vóru bæði ungar og penar, skal eg siga tær. Kanska var tað orsøkin til, at teirra arbeiði ikki altíð gekk so skjótt » Við Árna Olsen sum yvirlækna treyt heldur ikki við eykanøvnum um alt tað psykiatriska økið. “At fara út til Árna” var eitt teirra. Eitt annað var Árnasavnið, samstundis sum starvsfólkini gingu undir navninum Olsen-bandin » Uttandura var eisini nógv virksemi, m.a. við arbeiðsliði, felags tiltøkum, tey fóru á seiðaberg ella tey settu epli niður. Tíðin var ein onnur, og varð í stóran mun nýtt saman við sjúklingum » Nei, tað var ikki stuttligt at blíva mobbaður soleiðis, men vit vardu okkara arbeiði bæði við nevi og klóm. Og satt at siga, gekk ikki so øgiliga long tíð, fyrrenn fólk byrjaðu at venja seg við at síggja og møta teimum sinnisveiku fólkunum á gøtuni 72 ára gamla Marin Samuelsen var ein av fyrstu sjúkrasystrunum á Psykiatriska Deplinum. Hon varð útlærd í Danmark í 1961 Petry Olsen (64) varð útlærd sum sjúkrasystir í 1967 og fekk arbeiði á Psykiatriska Deplinum, tá hesin lat upp tvey ár seinni 74 ára gamla Tordis Johannesen varð útlærd sum læknaskrivari í 1959, og var eisini við, tá teir fyrstu sjúklingarnir vórðu innlagdir á eina psykiatriska deild í Føroyum Margreth á Rógvu Niclasen er í dag 77 ár, og hevur arbeitt sum sjúkrasystir síðani hon varð útlærd fyri 53 árum síðani Tann fyrsta deildin Mikudagin 29. oktober 1969 lat fyrsta psykiatriska deildin í Føroyum upp. Hon fekk seinni navni Deild 1, men kallaðist frá byrjan av P21. Fyrstu sjúklingarnir komu á deildina dagin eftir, og í januar mánaði árið eftir varð fyrsti sjúklingurin úr Danmark innlagdur. Á deildini var pláss fyri 20 sjúklingum, sum kundu liggja á stovum við einari, tveimum ella fýra sengrum. Starvsfólk fyrsta dagin: Sjúkrasystrar: Marin Samuelsen, Margreth á Rógvu Niclasen, Petry Olsen, Signhild Johannesen, Anna Debes Pleygarar: Jonhard Egholm, Kurt Holst Jensen, Jan Ehlers Skrivarar: Tordis Johannesen Lækni: Árni Olsen, yvirlækni Yvirsjúkrasystir: Anne Marie Brandt FAKTA Framhald av síðu 21