fríggjadagur 30. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 30. oktober 2009
23
tíðindi
Alt tað vit vita um, var tað
familjan, sum tók sær av
teimum sálarsjúku, men har
hetta ikki bar til, og har tey
vóru harðlig, var ein klivi á
Amtshospitalinum, har hesi
kundu avbyrgjast. Plássini
vóru ov fá og í 1879 varð
bygt afturat á Færøernes
Amts Hospital, soleiðis at
gerast kundu 4 klivar til
sinnisjúk. Allarhelst er tað
nakað áðrenn hetta, at
møgu leikin
gjørdist
at
senda føroyingar á donsk
sinnis júkrahús.
Plásstrot
var eisini har, og tað var
trupult hjá føroyingum at
fáa pláss á donsku sinnis
sjúkrahúsunum, og klivarnir
á Færøernes Amts Hospital
vóru ofta brúktir sum bíði
staður í mánaðir til ár
áðrenn pláss varð.
Longi var arbeitt við ætl
anunum um at byggja eitt
statshospital í Føroyum,
men striltið gekk.
Tá flutt var í Dronning
Alexandrines Hospital í
1924, vóru bara tvær cellur
til sinnisjúk, í mun til fýra á
“Gamla hospitali”, men var
hetta tí at man tá roknaði
við at ætlanirnar um at
byggja statshospital vóru
so langt frammi, at tað fór
at koma heilt skjótt.
Í 1929 samtykti eitt samt
Løgting,
at
forhandlast
skuldi við statin um at hetta
skuldi byggjast. Vit tosa í
dag ofta um, at tað ofta er
so nógv annað, sum verður
raðfest frammanfyri psyki
atri ina her heima, men
hetta er einki nýtt.
Í 1934 høvdu verið sam
ráðingar um statshospitalið,
men í frásøgn verður greitt
soleiðis frá:
“Man anser det for meget
betydningsfuldt, at der paa
Færøerne sættes Vejarbejder
i Gang, og da de fornødne
Tilskud hertil ikke kan
opnaas i Forbindelse med
de øvrige i Planen omhandl
ende Ydelser fra Stat
ensSide, foreslaar man, at
Spørgsmålet om Opførelsen
af et Sindssygehospital paa
Færøerne udgaar af Planen
for 5Aars perioden. – At
man af Hensyntil den her
paa Øerne herskende alt
overvejende Interesse for
Bygning afVeje (som der
hersker stor Mangel af) er
gaaet med til at udskyde
Spørgsmaalet om Opførel
sen af et Sindssygehospital
af den Overenskomst, der
kom til at gælde for Fem
aarsperioden fra 1. April
1935, betyder ikke, at man
anser opførelsen af Sinds
sygehospitalet for unød
vendigt,
nej
tværtimod.
Man stod imidlertid over
for
en
Tvangssituation,
hvor man maatte vælge:
Enten Tilskud til Vejbygning
eller
Opførelsen
af
et
Sindssygehospital, og her
Saa Lagtingets Repræsen
tanter sig med stor Betænke
lighed nødsaget til at vælge
Tilskud til Vejbygning”
Tilgongdin gjørdist sera
drúgv, men 29. oktober
1969 kundu so dyrnar lata
upp á Statshospitalinum í
Havn.
Tormóð Stórá,
leiðandi yvirlækni á
Psykiatriska Deplinum
At teir fyrstu sinnisveiku
sjúklingarnir nú vórðu innlagdir á
eina deild í Føroyum, var eitt sum
fekk mikla umtalu millum manna.
Samstundis sum mong fegnaðust
um møguleikan at kunna viðgera
okkara egnu sinnisveiku fólk her á
landi, vóru tað onnur sum royndu at
fáa ein stuttleika burtur tí og spæla
sær við orðum og nøvnum í hesum
sambandi.
Eitt av teimum meiri genialu
nøvnunum á nýggju deildini var
Øregaard, meðan onkur nevndi
deildina SNS, tað er:
Sindsygehospitalet Nykøbing
Sjælland. Við Árna Olsen sum
yvirlækna treyt heldur ikki við
eykanøvnum um alt tað psykiatriska
økið. “At fara út til Árna” var eitt
teirra. Eitt annað var Árnasavnið,
samstundis sum starvsfólkini gingu
undir navninum Olsenbandin.
Hóast fólk søgdu hetta í spølni og
neyvan meintu tað so illa, vóru
starvsfólkini kortini sera hørm um,
at fólk gjørdu gjøldur burtur úr tí
arbeiðinum sum tey brendu fyri. Tey
royndu hvør í sínum lagi at verja
um arbeiðið, gera tað til lítar,
soleiðis at fólk skuldu kunna vísa tí
virðing.
Tað ringasta var kanska tað, at tað
vóru tey sum beinleiðis ivaðust í
týdninginum av teirra arbeiði, og
nærum ráddu teimum til at gevast
her. Tær máttu tí ofta og títt svara
spurninginum, um hví tey høvdu
valt at starvast júst á eini slíkari
deild fyri sinnisveik, altso um tey
ikki hugsaðu um, at tey soleiðis
kundu oyðileggja útbúgvingina, ella
um tað veruliga var so, at tey
arbeiddu millum tey svøku? Tú
kanst ætla, at hetta var sera keðiligt
hjá okkum at hoyra. Vit fullu kortini
ikki í fátt, men gjørdu arbeiðið
samvitskufult og eftir okkara bestu
sannføring. Hetta gjørdi eisini sítt
til, at vit gleddu okkum at fara til
arbeiðis hvønn einasta dag.
Tað var eisini til miklan íblástur,
at tær sóu at viðgerðin gav úrslit: At
fólk komu inn við einumhvørjum
sinnisligum veikleika og vórðu
útskrivað eina tíð seinni. Tann fyrsti
sjúklingurin varð longu útskrivaður
eina viku eftir at deildin lat upp!
Nógv eru tey, sum bert komu eina
einstaka ferð ella fáar ferðir til
viðgerðar og gjørdust frísk, men
lítið varð tosað um tað. Í dag er
meiri vanligt, at fólk stíga fram og
tosa um sínar trupulleikar.
Og tað er bara gott, tí øll kunnu
verða rakt av tunglyndi ella øðrum
sálarligum brekum, um trýstið
verður nóg stórt.
Vegir heldur enn
psykiatriskt sjúkrahús
Árnasavnið og Øregaard
lingar,
avvarðandi
og
starvs fólk
hugnaðu
sær
saman. Ofta var rættiliga
trupult at siga, hvør var
hvør á hesum veitslunum, tí
øll vóru so pent ílætin!
Hvørjum hyggja
tit eftir?
At sinnisveikir føroyingar
nú vórðu savnaðir undir
einum og sama taki, hevði
ikki óvæntað stóran áhuga
hjá tí vanliga fólkinum. Tað
førdi sum vera man bæði til
forvitni og tos millum fólk.
Ein søga er um, at tað var
ikki óvanligt at fólk fóru
sunnudagstúr við bili fram
við deildini, fyri líkasum at
vita, um til bar at síggja
onkran av teimum innløgdu
gjøgnum vindeyguni í teirri
stóru glasgongini.
Røktarstarvsfólkini hava
haraftrat mangan grinið og
tikið til, um teir sonevndu
livandi urtapottarnar, har
fólk stóðu handan gardinur
og trappur fyri at lúra eftir
teimum, meðan tey og sjúk
lingarnir gingu túr framvið
húsunum.
– Eg veit ikki, men
Margreth, hon legði ikki so
nógv í hetta. Hon plagdi
bara at siga, at fólkini
hugdu ikki eftir sjúklingun
um, men eftir sjúkrasystr
unum!, sigur Marin við
einum brosi.
∆
– Tað tók sína tíð at fáa bygt tann fyrsta psykiatriska depilin í Føroyum, sigur Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum