Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. oktober 2009 – Nr. 208 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 FM í amboðsfimleiki Føroyameistarakapping í amboðsfimleiki fyri lið verður um vikuskiftið í Hoyvíkshøllini. Kvinnur og kvinnuunglingar kappast í morgin klokkan 12, og pinkur og gentur klokkan 15. Sunnudagin klokkan 14 kappast piltar, dreingir, unglingar og menn. Allar kappingarnar leygardagin eru á gólvi, í lopi, bita og forskotnari barru, og sunnudagin eru greinarnar gólv, lop, paralell barra og beinsveiggj, umframt at menninir kappast í ringum og piltar og dreingir á bita. Parnassið á Hotel Hafnia í Havn verður karmur um fund in á miðdegi í morgin, har fótbóltsfeløgini og starvsnevndin fara at viðgera støðuna í Fót bólts­ sam bandinum og serliga atgongu merkjamálið hjá aðal skriv aranum Føroysku fótbóltsfeløgini hava tikið forsetan í Fótbóltssambandinum, Høg na í Stórustovu, upp á orðið, nú hann hevur vent sær til teirra eftir hjálp, tí starvsnevndin er farin í tvín­ ing ar í málinum um atgongu merkja­ søluna hjá aðalskrivaranum, Ísaki Mikla dal. Í morgin á miðdegi hittast for­ menn inir í feløgunum saman við starvs nevndini á fundi, sum verður á Par nass inum á Hotel Hafnia. Hóast áheitan in er komin frá forsetanum, skilst á fleiri formonnum, at tað eru feløg ini sjálv, ið hava tikið stig til fund in, men hava heitt á forsetan um at kalla inn. Á fundinum, sum fevnir um politiska partin av Fótbólts sam­ bandinum og ikki tann um sit­ ingarliga, fáa bæði feløgini og starvs nevndin høvið til at siga sína hugs an, so støðan í Fót bólts sam­ bandi num verður lýst væl og virðiliga. Ikki er tó greitt, um ætlanin við fundinum er at koma við nakrari ávísari niðurstøðu, men at talan meira er um kunning og orðaskifti um heildina. Síðani Høgni í Stórustovu miku­ dagin sendi feløgunum bræv, har hann heitti á tey um at skera ígjøgn­ um, nú ósemja var í starvsnevndini um, hvussu málið um Ísak Mikladal skuldi handfarast, hevur lítið verið at hoyrt frá meirilutanum í starvs­ nevnd ini, sum telur Niklas á Líðar­ enda, Rúna Heinesen, Karl Vidtfeldt, Magn us á Stongum og Niclas David­ sen. Í gjár hevði Rás 2 tó samrøðu við Niklas á Líðarenda, sum lesast kann um aðrastaðni á hesi síðu. Men sum skilst á fleiri formonnum, skuldi meirilutin í dag koma við ein­ um skrivi til feløgini, ið onkursvegna kann væntast at vera eitt slag av ein um svarskrivi, sum lýsir hina síðuna av málinum. Tó var einki skriv enn komið, tá blaðið fór til prent­ ingar. – Hetta er eitt øgiliga órógv­ andi mál, sum er blást upp til at vera stórt, og tað tænir ikki før oysk um fótbólti. Eing in í starvs nevndini setti nak að spurn ar tekin ella gjør di nakr ar viðmerkingar til málið, tá tað var lagt fyri starvsnevndina í mai, sig ur Niklas á Líðar enda, varaforseti í Fót bólts sam­ bandi num Síðstu dagarnar hevur málið um Ísak Mikladal, aðalskrivara í Fót­ bólts sam bandinum, fylt nógv í fjøl­ miðlu num, men hóast hetta, so held ur varaforsetin í Fót bólt s sam­ bandi num, Niklas á Líðarenda, ikki mál ið hava so nógv upp á seg, sum tað er gjørt til. – Hetta málið er øgiliga órógvandi mál, sum er blást upp til at vera stórt, og tað er ikki nakað, sum tænir før oyskum fótbólti. Málið bleiv lýst á einum starvsnevndarfundi í mai, har allir vóru við, men tá setti eingin nak að spurnartekin við nakað ella gjør di nakrar viðmerkingar, segði vara for setin í gjár í samrøðu við Rás 2. – Eisini hevur ein av monnunum hjá UEFA sagt mær, at hatta málið var einki mál og hevði einki upp á seg. Tí havi eg heldur ikki gjørt meira við tað. Samstundis ásannaði Niklas á Líðar enda, at Ísak Mikladal ikki hevur bor ið seg rætt at frá fyrstan tíð, og at hann ongantíð átti at verið farin upp í hetta við atgongumerkjunum til ukrainar yvirhøvur. – Eina ella aðrastaðni er hetta eitt privat mál hjá aðalskrivaranum, eitt persóns mál, sum eg ikki ordiliga dugi at síggja, at vit skulu viðgera. Men tað er øgiliga óheppið, at hann er farin upp í tað, segði Niklas á Líðar enda. – Stórur partur av nevndini metir ikki, at aðalskrivarin skal revsast so hart, sum aðrir partar av nevndini vilja. Tá vit høvdu fundin týskvøldið, var stórur partur av nevndini við uppá at geva manninum eina átalu fyri hetta og vóna, at hetta ikki kom fyri aftur. Men tað eru óivað aðrir, sum ikki vilja tað. Vánaligt stev At forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, nú hevur vent sær til feløgini kring landið at taka eina støðu í málinum, heldur Niklas á Líðarenda onkursvegna avspegla ta sannroynd, at stevið millum for­ setan og aðalskrivaran ikki hevur ver ið nóg gott, eins og tað heldur ikki hevur verið nóg gott í starvs­ nevnd ini sjálvari. – Frá degi eitt hevur tað verið øgi­ liga ringt at fingið stev í starvs­ nevnd ini. Nógvar niðurstøður og nógv ar samtyktir eru gjørdar, men einki av tí er sett í verk. Aðalskrivarin, sum er eitt arbeiðsgrev av tí aðru verð, hevur ein vilja til at seta nøkur ting í verk, men tað hevur illa borið til, tí hann og formaðurin sampakka ikki, heldur varaforsetin. – Tað er ein tapari í hesum, og tað er føroyskur fótbóltur. Um Ísak fer ella onkur annar, so tænir tað ongum enda máli. Vit mugu fáa okkurt konstruk tivt fram, so vit kunnu koma víðari. Niklas á Líðarenda, varaforseti í Fótbóltssambandinum, heldur tað vera óheppið, at Ísak Mikladal er blivin blandaður upp í málið um EM-atgongumerkini til ukrainar, men samstundis heldur hann, at málið er blást upp til at vera meira, enn tað er Mynd: Fótbóltssambandið Umboð fyri feløgini og starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hittast á miðdegi í morgin til fundar á Parnassinum á Hotel Hafnia Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Fundast í morgin um FSF Hetta er eitt persónsmál einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen