fríggjadagur 30. oktober 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. oktober 2009 – Nr. 208
Avgerandi svimjistevna
Um vikuskiftið er avgerandi úttøkustevna í svimjing í Klaksvík,
har avgerðin fellur um, hvørjir svimjarar sleppa við til flestu av
stóru landsliðsuppgávunum í næstum. Talan er um World Cup
í Berlin 15.-16. november, landsdystin Føroyar-Ísland í Havn
28. november, NJM í Bergen 5.-6. desember, EM á stuttgeil í
Istanbul 10.-13. desember og venjingarlegu og Reykjavík
International 8. til 18. januar. Krøvini eru ymisk frá stevnu til
stevnu, og hóparnir verða tí ikki teir somu, sum fara til øll hesi
tiltøk. Kappingarnar í morgin byrja klokkan 10 og 16, og
sunnudagin verður kappast klokkan 9 og 14.30.
– Málið um atgongu merk
ini er eitt, men tað, sum
verri er, er at vit ikki eru
kunn aðir, hvørki eg ella
starvs nevndin annars,
og tað er eitt álitisbrot av
dimen sjón um. At tað ber
til at fjala, at aðalskrivarin
hev ur havt eitt mál koyr
andi við UEFA, er sera
skelk an di, sigur Høgni í
Stórustovu, forseti í Fót
bólt s sambandinum
Forsetin í Fótbóltssambandinum
ásann ar, at uppgávubýtið í Fótbólts-
sam bandinum er ein trupulleiki, nú
Ísak Mikladal-málið hevur stungið
seg upp. Serliga finst Høgni í Stóru-
stovu at, at starvsnevndarlimir geva
aðalskrivaranum ov stórt vald.
– Eg eri valdur av aðalfundinum
at umboða tann politiska partin,
men umstøðurnar eru sera truplar
hjá mær, tí valdið er læst fast í
lumman um
á
aðalskrivaranum.
Somu lei ð is hevur ein stórur partur
av starvsnevndarlimunum parkerað
sítt vald í lummanum á aðal skrivara-
num. Loyaliteturin hjá okkum sum
nevndarlimum eigur sjálvandi at
liggja í teimum endamálum, felags-
skapurin hevur, segði FSF-forsetin í
sam røðu við Rás 2 í gjár.
– Grundleggjandi hevur tað verið
ein trupulleiki, at »rollubýtið« er
ógreitt. Eg eri sum forseti valdur at
um boða allan fótbóltin, men tað er
kanska torført at koma inn í ein
gamlan felagsskap, har man er van-
ur at gera tingini, sum man altíð
hev ur gjørt tey. Men eg taki mína
upp gávu í størsta álvara, og tí kann
eg ikki góðtaka nakrar sniðgøtur. Tá
eg komi fram til, at tingini ikki eru í
lagi, noyðist eg at reagera upp á
tað.
Alt málið fjalt
Høgni í Stórustovu vísir á, at spenta
støð an í Fótbóltssambandinum í
løtu ni ikki bara snýr seg um sjálvt
mál ið um atgongumerkjasøluna hjá
aðal skrivaranum, men minst líka
nógv um, hvussu ein stórur partur
av starvsnevndini hevur valt at takl-
að málið, nú tað er komið fram.
– Tað ringasta er, er at vit ikki eru
kunnaðir, hvørki eg ella starvs-
nevndin annars, og tað er eitt álitis-
brot av dimensjónum. At tað ber til
at fjala, at aðalskrivarin hevur havt
eitt mál koyrandi við UEFA, er sera
skelkandi, sigur FSF-forsetin, ið
kenn ir seg hjálparleysan, tá hann
ikki fær møguleika til veruliga at
seta seg inn í málið um atgongu-
mer kini, Ísak Mikladal seldi ukrain s-
ku ferðaskrivstovuni Sport Line
Trav el.
– Eg havi ikki fingið øll skjølini í
málinum enn, men tann 5. mai hev-
ur aðalskrivarin sent UEFA eitt bræv,
har hann meldar seg sjálvan fyri at
hava
selt
atgongumerkini.
Ein
trupul leiki er, at eg ikki má síggja
bræv ið, sum Ísak hevur sent UEFA,
men eg má síggja og fáa at vita, hvat
er sagt og skrivað mótvegis UEFA.
Í hesum sambandi vísir Høgni í
Stóru stovu á, at beinanvegin sum
hann var valdur til forseta í Fót bólts-
sambandinum, hevði hann ein fund
við aðalskrivaran, har hann staðfesti,
at yvir fyri sær hevði aðalskrivarin
eina objektiva upplýsingarskyldu,
eina sannleikaskyldu og eina loyali-
tets skyldu, sum mátti og skuldi
haldast fram um alt.
Skuldi einki kosta
Meirilutin í starvsnevndini hevur
ført fram, at málið um atgongu-
merkini longu er viðgjørt á fundi í
starvsnevndini, og at tá hevði eingin
nakran spurning ella nakra við merk-
ing til nakað. Men Høgni í Stórustovu
vísir aftur, at talan hevur verið um
nakra viðgerð, og í staðin vísir hann
til »bleytu orðingina« í fundar frá-
søgnini, har bara fimm orð vísa til
nevnda mál: »Umbøn um atgongu-
merki frá Ukraina«.
– Við neyð kundi meirilutin av
starvs nevndini á fundinum týsdagin
ganga við til, at vit góvu Ísaki eina
ávaring, sum tó skuldi vera loynilig
og uttan nakrar avleiðingar, og
aftur fyri skuldu teir so traðka í
karakter og vísa rygg til at geva for-
manni num arbeiðsumstøður, sigur
FSF-forsetin, ið eftir tann fundin ikki
sá sær aðrar møguleikar enn at
spæla bóltin yvir til feløgini, sum
eiga Fótbóltssambandið og eru
hægs ti myndugleiki í felags skapi-
num, tá tað kemur til skarp sker ing-
ar.
– Tað er ómetaliga keðiligt, at eg
eri noyddur at venda mær til UEFA
at greiða teimum frá, at tey brøv, ið
verða send Fótbóltssambandinum,
hvørki enda hjá mær ella starvs-
nevnd ini, tí veruleikin er, at Ísak
Mikla dal hevur dult hetta málið fyri
mær og starvsnevndini. Men er
galið í okkara egnu starvsnevnd, so
havi eg tó álit á, at eg kann greiða
feløgu num frá støðuni. So er tað
upp til tey at gera av, um tey vilja
hava eina nikkidukku sum formann
ella ikki.
– Ein stórur partur av starvsnevndarlimunum parkerað sítt vald í lummanum á aðalskrivaranum, sigur forsetin í Fótbóltssambandinum,
Høgni í Stórustovu
Mynd: Álvur Haraldsen
Alt málið er skelkandi