Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 30. oktober 2009 27 LEYST STARV Elektrikkari MEST MEST Runavík søkir elektrikkara MEST Runavík mennir og umboðar tekniskar loysnir innan fiskivinnuna á sjógvi og landi. Søkt verður eftir einum elektrikkara við hollum tekniskum førleika innan økið og sum hevur rættan hugburð at menna og veita tænastu til fyritøkur. Arbeiðsuppgávur Arbeiði fevnir m.a. um: - Vanligar elektrikkara uppgávur, viðlíkahaldsuppgávur og montering hjá kundum. - PLC-programmering bæði tekst- baserað og innan relay ladder logic programmin. - Aðrar tekniskar uppgávur í samráði við El-verkfrøðingar, sum MEST samstarvar við. - Viðlíkahald av amboðum og elektriskum anleggum hjá MEST. Viðkomandi kemur í høvuðsheitum at starvast á deildini hjá MEST Runavík, men arbeiðsuppgávur kunnu til tíðir eisini liggja á øðrum deildum hjá MEST. Persónligir eginleikar Tað er týdningarmikið, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd, samstundis sum samstarv í toymi fellur lætt. Vit bjóða Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði við nógvum avbjóðing- um. Løn og treytir eftir nærri avtalu millum partarnar. Umsóknir og fyrispurningar Skrivlig umsókn við upplýsing- um um útbúgving og royndir skal sendast til: MEST Runavík Fjøruvegur 3 620 Runavík Att: Kaysten Rasmussen, virkisleiðari - skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 13. november 2009. Nærri upplýsingar um starvið fáast hjá Eyðfinni Egholm, tel. 791120, teldupostur: eydfinn.egholm@mest.fo, ella hjá Arna Carlsen, tel. 791195, teldupostur: arni.carlsen@mest.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. MEST · J.C. Svabosgøta 31 · P.O. Box 65 · FO-100 Tórshavn · Tel 301100 · Fax 301101 · info@mest.fo