týsdagur 27. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
3
TÍÐINDASKRIV
Á dramaverkstaðnum hjá
Hjørdis Johansen hava børn
seinastu mánaðarnar vant
leikin fremmanda gentan
og hesin verður frumsýndur
sunnudaginø
Aftur í ár, sum seinastu
undanfarnu árini, vera tað
almennar sýningar fyri
børnum og avvarðandi á
D r a m av e r k s t a ð n u m .
Dramaverkstaðið er eitt
sera
virkið
Barna
og
Ungdómssjónleikarafelag,
sum arbeiður fyri at menna
og vekja ans fyri sjónleiki
og skipar fyri skeiðum.
Nýtt
skeið
byrjaði
í
september 2001 við 75
børnum og ungum. Í løtuni
eru 6 bólkar, og í ár eru tað
tey yngstu sum framføra
Leikaløtuna.
Hetta
eru
almennar sýningar, har
bæði stór og smá kunnu
hugna
sær
og
síggja
sjónleik. Sýningarnar byrja
sunnudagin 2. december og
halda fram til 9. december,
hvønn dag.
Á skránni er leikurin
"Fremmanda Gentan", sum
bólkurin við teimum 10 til
12 ára gomlu børnunum
spæla. Hesi børnini vóru í
Svøríki við leikinum í
oktober 2001, og øll uttan
tvey, sum hava tvey ár á
baki,
hava
gingið
á
Dramaverkstaðnum í eitt ár.
Eisini
verður
eitt
"Krubbuspæl" framført, og
verður hetta framført av
heilt spildurnýggjum bólki,
sum byrjaði í september í
ár, saman við fyrrnevnda
bólki. Umframt hesar leik-
irnar verður eisini felags-
sangur á skránni. Um tey
vitjandi børnini ynskja tað,
verða tey málaði í andlit-
inum og kunnu sleppa at
royna seg á palli í "Krubbu-
spælinum".
Tilsamans eru tað 22
børn sum leika, og afturat
teimum eru fleiri onnur í
felagnum
sum
mála
áskoðara-børnum og hjálpa
til á annan hátt.
Pláss er bert fyri 40
áskoðarum í senn og børn
undir 5 ár skulu vera saman
við vaksnum. Tiltakið varar
umleið 1 tíma. Atgongu-
merkir kunnu keypast í
Kunningarstovuni og á
Dramaverkstaðnum.
Tað kemur fyri, at okkurt
verður skrivað skeivt í
bløðum. Vanliga verður
roynt at fáa rætta hetta sum
skjótast.
Í Sosialinum leygardagin
kom ein heilt serlig villa
fyri. Tað var greinin um
borgara nummar 18.000,
sum ikki var heilt røtt.
Mamman at barninum kom
í blaðnum at eita Anna
Dalsgarð, men hetta er als
ikki rætt. Mamma borgara
nummar 18.000 eitur Rúna
Jóannesardóttir Dalsgarð.
Vit kunnu bert orsaka
mistakið mangar gangir, og
undirritaði átekur sær eisini
fulla ábyrgd av mistak-
inum. Vit mugu eisini bert
vóna, at borgari nummar
18.000 ikki fer at ivast í,
hvør mamma hennara er, tá
ið hon hevur lært seg at
lesa.
-Heri á Rógvi
Fremmanda gentan
Rúna ikki Anna
C
M
Y
K
3
2