týsdagur 27. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
5
Eyðun Elttør
landsstýrismaður við
oljumálum
Eftir tríggjar leitiboringar
er staðfest, at olja í týðandi
mongdum er at finna í
føroysku
undirgrundini.
Fyristøðufelagið skal næstu
8 mánaðirnar gjøgnum-
ganga rúgvusmikla tilfarið,
sum er fingið til vega frá
hesi boringini, áðrenn greitt
verður, um talan kann vera
um ein lønandi fund.
Nú er tíðin so komin, at
farast skal í holt við at
kanna hvørja ávirkan ein
framtíðar oljuvinna kann
fáa á føroyska samfelagið.
Fleiri ferð er funnist at
Oljumálastýrinum og mær
sjálvum
fyri
bert
at
fokusera upp á loyvisgevan
og loyvistreytir og ikki
hugsa um, at henda nýggja
vinna, um hon gerst nóg
stór, kann fáa týðandi
ávirkan á okkara samfelag
og mentan.
Hetta er eitt sjónarmið,
sum eg ikki eri samdur í.
Eg havi alla tíðina hildið
fast um, at tá vit vita um
olja finnist í undirgrundini,
skulu vit taka næsta stig,
sum er at kanna, hvørja
ávirkan
oljuframleiðsla
kann fáa á okkara sam-
felag. Hetta tí eg meti, at
ongin grund er at seta slíkar
kanningar í verk, um vit
ikka fáa brúk fyri teimum.
Harumframt ganga minst 5
ár, frá tí at ein kol-
vetnisfundur er sagdur at
verða rakstrarverdur, til
framleiðsla kann byrja, og
tað meti eg gevur okkum
góða tíð at kanna, hvørja
ávirkan hetta nýggja virk-
semið kann fáa fyri Føroyar
og okkum, sum her búgva.
Higartil hava vit lagt eitt
forkanningarskeið afturum,
og hava flutt okkum inn í
fyrsta árið av leitiskeið-
num. Frá byrjan var sagt, at
forkanningarvirksemið bert
í lítlan mun fór at merkjast
í Føroyum. Frá 1993, tá
føroyska økið var latið upp
fyri forkanningum, hava
nógv
seismikkskip
og
onnur kanningarfør verið í
føroyskum sjógvi. Av og á
hava skipini lagt til bryggju
í Føroyum fyri at pro-
viantera ella skifta mann-
ing, annars hava vit ikki
merkt nógv til hetta virk-
semið. Fiskimenn gjørdu tó
vart
við
at
seismikk-
virksemið til tíðir forðaði
teimum í at útinna teirra
virki. Hetta var sjálvandi
tikið í størsta álvara av olju-
myndugleikunum,
og
í
1998 gjørdist eitt ítøkiligt
úrslit av hesi klagu ein
fráboðanarskipan,
sum
Vaktar- og Bjargingartæn-
astan umsitur. Kanningar-
førini skulu sambært hesi
skipan hava eitt føroyskt
fiskiveiðiumboð umborð,
sum
hevur
ábyrgd
av
dagliga at boða frá virk-
seminum hjá skipinum.
Henda skipan, har útróðra-
mennirnir kunnnu ringja
inn til ein sjálvvirkandi
telefonsvarara, hevur víst
seg at virka heilt væl, og
tað eri eg glaður fyri.
Tá
Oljuráðleggingar-
nevndin í 1997 legði fram
álitið »Fyrireiking til Olju-
leiting« mælti hon til, at
nýta tíðina áðrenn útbygg-
ing og framleiðsla fóru í
gongd til at kortleggja,
hvørja ávirkan oljuvinna
kundi væntast at fáa á
føroyskt samfelagslív og
mentan. Hetta arbeiðið
skuldi gerast fyri at tryggja,
at ein møgulig ávirkan á
samfelagið kundi lagast til
okkara
egnu
virði
og
stavnhald og fyri at kunna
seta í verk tiltøk, sum forða
fyri møguligum óhepnum
avleiðingum. Oljuráðlegg-
ingarnevndin
legði
tó
afturat, at eitt samfelag sum
tað føroyska, sum hevur
grundfest sína tilveru á eitt
so skiftandi vinnugrund-
arlag sum fiskiskap og út-
flutning av fiskaúrdráttum,
má væntast at kunna umsita
stórar broytingar og ávirk-
anir uttaneftir.
Oljumálastýrið hevur við
eitthvørt møguligt høvi
undirstrikað, at virksemið í
leitiskeiðnum, sum skjøtul
varð sett á í summar, fór at
verða avmarkað. Tó fór at
verða nakað meira virksemi
enn undir forkanningar-
skeiðnum,
m.a.
vegna
kravið í kolvetnislógini um
føroyska luttøku.
Tá lógin um fyrsta loyv-
isumfar varð skrivað, var
mett um, hvørjar avleið-
ingar virksemið í samband
við
fyrsta
loyvisumfar
kundi fáa fyri sigling, fiski-
skap og aðrar vinnur, um-
framt náttúru-, umhvørvis-
og onnur samfelagsáhuga-
mál. Harumframt var eisini
mett um, í hvønn mun virk-
semið fór at geva íkast til
búskap og arbeiðsvinnu.
Arbeiðsbólkar vóru settir
at meta um hesi viðurskifti.
Tað er ikki møguligt í hesi
grein at útgreina viðmerk-
ingarnar, sum vóru gjørdar,
men tær kunnu lesast á
heimasíðuni hjá Oljumála-
stýrinum, www.oms.fo. Í
stuttum vóru niðurstøður-
nar til øll økini, at í einum
leitiskeiði fór virksemið at
vera so avmarkað, at ávirk-
anin var mett at vera lítil og
ongin.
Tá tosað verður um
árinskanningar og serliga
tær sokallaðu komparativu
greiningarnar, haldi eg, vit
mugu hugsa okkum væl
um. Alt gott um at hygga
eftir hvørja ávirkan olju-
vinnan hevur havt á onnur
smá samfeløg og læra av
royndum aðrastaðni. Men
øll lond, fólkini sum har
búgva, og skipanirnar sum
har eru galdandi hava síni
egnu eyðkenni, sum til eina
og hvørja tíð eru avgerandi
fyri, hvussu t.d ein nýggj
vinna kann ávirka land og
fólk. Vit kunnu ikki uttan
víðari føra royndirnar frá
einum landi til eitt annað.
Eitt annað, sum vit hoyra
ferð eftir ferð, er, hvussu
oljuídnaðurin broytti t.d
Stavanger og Aberdeen í
sjeytiárunum. Ja í sjeytiár-
unum. Nú eru vit í eini
aðrari øld, vit eru øll heims-
borgarar í eini globalari
verð. Vit kunnu ikki saman-
bera Noreg og Skotland,
sum tá vóru næstan fátæk
bóndasamfeløg, við Før-
oyar í dag, og vit kunnu
heldur ikki samanbera olju-
cowboyarnar, sum tá komu
frá Texas og øðrum statum
har á leið, við ta altjóða
arbeiðsstyrkina, sum í dag
myndar oljuídnaðin.
Hóast vit liggja einsa-
møll úti í Altantshavinum,
eru vit eitt moderna sam-
felag við góðum sambandi
við umheimin. Vit eru eitt
vælútbúgvið
fólk,
sum
ferðast nógv, og fylgja við í
alheims rákinum. Vit eru á
ongan hátt eitt avbyrgt
samfelag, sum fer at verða
rent um koll, tí útlendingar
við fremmandum máli og
siðum koma til Føroyar at
liva og arbeiða í nøkur ár.
Eg haldi heldur hinvegin, at
føroyska samfelagið og vit
føroyingar høvdu havt gott
av at uppliva, hvussu onnur
fólkasløg liva og eru. Ikki
bara tá vit fara í teirra lond
at vitja í eina viku ella tvær,
men tá tey eru boðin at
búgva millum okkum. Á
tann hátt høvdu vit kunnað
fingið eitt samfelag, sum
var meira fordómsfrítt, tá
um onnur fólkasløg ræður.
Tí í dag eru vit ofta skjót at
døma
fólk,
sum
ikki
uppføra seg, sum vit halda,
tey eiga at gera. Londini
rundan um okkum eru
vorðin fleirmentað sam-
feløg. Vit hoyra sjálvandi
um teir trupulleikar, sum
tað gevur, men um vit læra
av teirra royndum, trúgvi
eg, vit kunnu klára ta
avbjóðing, sum hetta eisini
er.
Eg havi fyrr skotið upp í
landsstýrinum,
at
ein
arbeiðsbólkur eigur at vera
settur at kanna, hvussu ein
árinskanning skal skipast.
Tá var avgjørt, at ein slík
kanning náttúrliga hoyrir
heima í Mentamálastýrin-
um, og nú er tíðin komin, at
vit skulu í holt við hetta
arbeiði av álvara.
Sum eg havi sagt fleiri
ferðir, er ein framtíðar olju-
vinna ein stórur møguleiki
fyri okkara samfelag og
menningina av tí. Higartil
hevur tað víst seg, at tær
forsøgnir, sum vit hava havt
um ávirkan frá oljuvirk-
seminum, hava hildið. Nú
eru vit á veg inn í eitt nýtt
skeið, og sjálvandi skulu vit
vera ansin, tí henda nýggja
vinnan kann føra árin við
sær, sum vit ikki ynskja. Vit
mugu hinvegin vera so
mikið at okkum komin, at
vit seta tær treytir fyri
virkseminum,
sum
vit
halda eru neyðugar, til tess
at stýra tí. Um vit nýta
henda møguleika á ein
skilagóða hátt, kunnu vit
eisini stýra tí ávirkan, sum
oljuframleiðsla fer at hava á
føroyska samfelagið.
Ávirkan á føroyska samfelagið
frá eini framtíðar oljuvinnu
Eg havi alla tíðina hildið fast
um, at tá vit vita um olja
finnist í undirgrundini, skulu
vit taka næsta stig, sum er at
kanna, hvørja ávirkan
oljuframleiðsla kann fáa á
okkara samfelag. Hetta tí eg
meti, at ongin grund er at
seta slíkar kanningar í verk,
um vit ikka fáa brúk fyri
teimum, sigur Eyðun Elttør
– Vit mugu leggja
allar árar í sjógv og
syrgja fyri, at vit ikki
missa okkum sjálvi
burt sum føroyingar
og tað, sum er
føroyskt, sigur
Anfinn Kallsberg,
løgmaður
OLJURÁÐSTEVNA OG
FRAMTÍÐ
Jan Müller
-Hetta er ein sera spennandi
tíð vit liva í, tí hetta við
oljuni kann fáa stóra ávirk-
an á Føroya framtíð og Før-
oya fólk, bæði vinnuliga,
mentanarliga, fíggjarliga
og sosialt. Men samtíðis er
tað ein veldug avbjóðing til
okkum føroyingar at skipa
so fyri, at hetta ikki tekur
okkum av fótum. Hetta
kemur at seta nøkur øgilig
krøv til tað føroyska sam-
felagið í eini altjóðagerð-
ing, sum vit als ikki eru von
við. Og tí mugu vit leggja
allar árar í sjógv og syrgja
fyri, at vit ikki missa okk-
um sjálvi burt sum føroy-
ingar og tað, sum er før-
oyskt.
Hetta eru greiðu boðini
frá Anfinni Kallsberg, løg-
manni til luttakararnar á
oljuráðstevnuni í Norður-
landahúsinum í dag og til
alt Føroya fólk.
Men løgmaður heitir
eisini á politisku flokkarnar
um at ansa eftir ikki
politiskt at misbrúka ta
støðu vit eru í nú.
Hann sigur í hesum
sambandi, at tað hevur
verið gott fyri alla hesa
gongdina, at vit so at siga
hava staðið sum ein maður
bæði viðvíkjandi at fáa
loyst marknatrætuna við
bretar, at fremja eina fyri-
reiking og lóggávu á øki-
num, og hann heldur tað
hevur alstóran týdning, at
vit blíva við at hava eina
breiða semju í hesum
álvarsmáli. -Tað er als ikki
pláss fyri, at hetta málið
verður brúkt sum kasti-
bløka í eini politiskari telv-
ing í Føroyum.
Við hesum sipar løgmað-
ur til eina støðu, har oljan
verður drigin inn í onnur
politisk viðurskifti á bæði tí
ríkisrættarliga økinum,
innan mentan og búskap
osfr.
-Tað
ræður
um
stabilitet og aftur stabilitet,
og at politikararnir hava
rygg til at leggja so til rætt-
is í breiðari semju, at vit
ikki fáa eitt mentanarligt,
vinnuligt, búskaparligt og
sosialt bakkast.
Løgtingsval og olja
Anfinn Kallsberg vónar tí
heldur ikki, at oljan verður
eitt av høvuðsevnunum í
valstríðnum til komandi
løgting.
–Vit hava verið samdir
um ikki at leggja okkara
búskaparligu viðurskifti til
rættis út frá oljuni. Tvs. at
sjálvstýristilgongdin
og
tillagingin av føroyska bú-
skapinum eigur ikki at
byggja á beinleiðis inn-
tøkur frá oljuvinnuni. Har
hava vit verið samd um, at
tað skal stovnast ein bú-
skapargrunnur, har avkastið
frá hesi vinnu fer í. Nærum
allir flokkar á tingi eru
samdir um, at hesar inn-
tøkur skulu ikki beinleiðis
inn í landskassan fyri
harvið at yvirupphita allan
búskapin.
Løgmaður vísir tó á, at
vit enn ikki eru komin so
langt, at tað er full semja
um, hvussu eitt avkast av
slíkum oljugrunni skal
brúkast. -Tað liggur so
nakað frammi í tíðini, men
eg
haldi,
at
tað
er
umráðandi
at
fáa
tað
orðaskiftið frá hondini nú
eisini. Tá pengarnir eru í
kassanum verður tað verri
at
finna
hesar
breiðu
semjuna. Tí mugu vit fáa
hesi viðurskiftini avklárað,
soleiðis at samfelagið sum
so ikki innrættar seg uppá,
at nú eru óavmarkaðar
peninganøgdir í umfari í
samfelagnum,
og
sum
kanska aftaná ikki vísa seg
at vera har kortini. Tí er tað
sera týdningarmikið, at
hetta er væl tilrættalagt.
Eitt triðja modell
Løgmaður hevur hugt eftir
bæði tí norsku skipanini og
Alaskamodellinum,
har
avkastið ávikavist verður
sett á fíggjarlógina ella
latið út í einum oljutjekki.
–Kanska vit skulu finna
eitt triðja modell. Tað kann
vera, at eitt avkast frá olju-
vinnuni heldur enn at fara
út við einum tjekki kanska
lutvíst kann brúkast so-
leiðis, at man sær burtur frá
tí vanliga skattinum. At tú
krevur eina rúgvu av skatti
frá eini arbeiðsinntøku ger
jú kappingarførið nógv
verri. Tað eru nógvir møgu-
leikar. Men eg eri bangin
fyri, at alt ov nógvir pengar
koma inn í landskassan og
fólkið ikki hevur ræðisrætt-
in á tí. Tá er stórur vandur
fyri, at tú fær ábyrgdar-
leysar politiskar disposi-
tiónir uppá tað. Og tað gott
undirgrava búskapin uppá
onga tíð. Hetta er ein lítil
búskapur, og eru pengar her
– tað vita vit sjálvandi ikki
enn – so skal ikki so nógv
til, til tað fer at síggjast
aftur.
Løgmaður heldur tað
vera óheppið, um onkur
flokkur nú fer at brúka
hetta týdningarmikla málið
til at fyrigykla fólki nøkur
ting, sum ikki eru møgulig
í dag orsakað av, at man
ikki hevur teir fíggjarligu
karmarnar, ið hetta møgu-
liga inniheldur.
-Tað eisini at yvirspæla
leiklutin. Tí vit eru samd
um, at pengarnir skulu ikki
út í alment brúk, og tí er
ikki samsvar millum tað
flokkarnir eru samdir um
og tað at brúka hesar
pengar til at fyrigykla
nøkur vallyfti í einum
valstríði. Tað er beinleiðis
óseriøst.
Løgmaður sigur víðari, at
tað fyri sær eingin ivi er
um, at avtalan millum
landstýrið og stjórnina frá
92 er bindandi. Er olja her
so sigur avtalan, at hon
útloysir nakrar samráðingar
um blokkin millum Føroyar
og Danmark. Og tað skal
sjálvandi gerast. Vit hava
eisini eina avtalu frá 98 um
skuldina uppá 500 mill.
kr., ið skal gjaldast aftur,
um so er at vit fáa inntøkur
frá oljuvinnu.
Um nú tað verður staðfest,
at talan er um eitt stórt
oljufund og hetta verður
kunngjørt áðrenn komandi
løgtingsval td. miðskeiðis í
apríl t.d. , hvørja støðu
hevur tú so til tað?
-Gævi sætt at teir komu
út við einum slíkum boð-
skapi, men eg vil framvegis
siga, at sjálvt um tað skuldi
komið fram, so hevur tað
einki við gerandisdagin í
Føroyum at gera, og tí
mugu vit sláa kalt vatn í
blíðið. Eg vóni ikki og vil
staðiliga ávara um, at hetta
oljumálið fer at verða brúkt
sum eitt taktiskt spæl í
einum komandi valstríði.
Løgmaður
heldur,
at
hetta málið er nógv ov
álvarsligt til, at nakar flokk-
ur kann brúka tað ábyrgd-
arleyst.
-Vit skulu taka okkum ta
tíð, sum skal til. Skilji at
tað skulu gerast fleiri
seismiskar kanningar og
møguliga nakrar royndar-
boringar aftrat, áðrenn man
kann siga nakað endaligt.
Men vit mugu ansa okkum,
hvussu verður telvað við
hesum.
Sláið kalt
vatn í blóðið
-Hetta er ein sera spennandi tíð vit liva í, tí hetta við oljuni kann fáa stóra ávirkan á Føroya
framtíð og Føroya fólk, bæði vinnuliga, mentanarliga, fíggjarliga og sosialt. Men samtíðis er tað
ein veldug avbjóðing til okkum føroyingar at skipa so fyri, at hetta ikki tekur okkum av fótum,
sigur løgmaður
Mynd: Jan Müller
Vit skulu taka okkum ta tíð,
sum skal til. Skilji at tað
skulu gerast fleiri seismiskar
kanningar og møguliga
nakrar royndarboringar
aftrat, áðrenn man kann siga
nakað endaligt. Men vit
mugu ansa okkum, hvussu
verður telvað við hesum,
sigur Anfinn Kallsberg
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
5
4