Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 229 - 27. november 2001 Nr. 229 - 27. november 2001 5 Føroya Tele hevur nú bert ein kappingar- neyta á fastnetøk- inum. Leygardagin vórðu Kall og Tele F endaliga samanlagd- ar. Framtaksgrunn- urin er størsti parta- eigarin í »nýggju« fyritøkuni, sum eigur 31% av samlaða ílagda kapitalinum áljóðandi 24,5 mió SAMANLEGGING Heri á Rógvi Í 1997 kom lógin um fjar- skifti í Føroyum, sum avtók einkarrættin hjá Føroya Tele (tá Telefonverk Føroya Løgtings). 3. oktober 2000 varð TeleF sett á stovn, tá ið føroyska Tele Tænastan og Íslandssími valdu at seta tveir líka stórar partar í hesa nýggju fyritøkuna. Tann 14. desember 2000 varð skipanin hjá TeleF al- ment tikin í nýtslu. Eitt sindur eftir hetta kom Kall eisini á marknaðin við teirra loysnum á fastnet- økinum. Felagið varð upp- runaliga stovna í 1999 og kallaðist tá fyri Alnót, men helt, tá ið virksemi av álvara skuldi fara at byrja, at eitt nýtt navn var hósk- andi. Leygardagin 24. nov- ember vórðu Kall og TeleF so samanlagdar. Síðani í summmar hava fyritøk- urnar báðar samrátts um, hvussu ein samenlegging skuldi skipast. Eftir at tað praktiska og løgfrøðiliga nú er komið upp á pláss, er einki sum eitur TeleF til longur — í øllum førum ikki innanfyri føroyskt fjarskifti. Tað er nevniliga soleiðis, at Kall var tann av teimum báðum peningaliga sterkari fyritøkan, soleiðis at tað verður Kall navnið, sum verður varðveitt, og partareigararnir í Kalli eiga framvegis størsta partin av »nýggja« Kalli. Styrkt felag Á eykaaðalfundinum hjá Kalli 24. november skuldi alt tað praktiska við- víkjandi samanleggingini fáast upp á pláss. Ein nýggj nevnd varð vald. Í nýggju nevndini sita: Óli Hansen, Jan Otto Holm, Halvor Snarvold, Oskar Magnus- son og Billy Hansen. Hesir umboða allir hvør sín av teimum stóru íleggjarunum í Kalli. Óli Hansen er formaður fyri nevndina, og hann umboðar Framtaks- grunn Føroya. Kaupthing, Íslandssimi og Tallaton Holdning eiga 17% av Kalli og Tele Tænastan eigur 13%. Tey írestandi 5 prosentini eiga aðrir smærri føroyskir íleggjarar. Tall- aton Holdning er ein svenskur grunnur, sum ger íløgur í ymiskt. Íslandssimi er eitt stórt íslendskt fjar- skiftisfelag og Kaupthing er eitt íløgufelag. Fyriuttan at leggja báðar fyritøkurnar saman í eina fyritøku, so varð eisini partapeningurin hækkaður. Sum nú er, so er samlaði ílagdi kapitalurin í Kalli 24,5 mió kr. Bjarni Askham Bjarna- son sigur, at teir seinastu tíðina hava nýtt nógva tíð og orku til sjálva saman- leggina, soleiðis at teir ikki eru komnir so langt ávegis við framtíðar ætlaninum, men teir ætla at koma út á marknaðin við fleiri og nýggjum tænastum. Eisini á GSM-økinum ætla at fara at gera seg galdandi, men teir vilja als ikki seta nakra tíðaravmarking fyri, nær henda verkætlanin skal vera liðug. Bæði stjórin og formað- urin leggja stóran dent á, at serliga við hesum nýggja ílagda kapitalinum, so hava íleggjararnir víst, at teir trúgva upp á fyritøkuni, og teir fara nú av álvara undir at kappast við Føroya Tele. Skifta yvir Sum nú er eigur Kall um- leið 10% av føroyska marknaðinum á fastnetøk- inum. Teir umleið 700 kundarnir hjá TeleF fáa allir at vita í teirra næstu rokn- ing, at teir eru skiftir yvir til Kall. Tað vera verandi prísirnir hjá Kalli, sum vera galdandi í nýggju fyritøkuni. Tað er ikki enn greitt, hvussu tað verður við starvsfólkunum hjá TeleF í nýggju fyritøkuni. Uppgáv- an hjá stjóranum næstu tíð- ina verður at fáa fyritøk- urnar báðar at hanga saman og at finna útav og sjálv- andi eisini, hvussu felagið skal mannast í framtíðini. Billy Hansen, sum var stjóri fyri TeleF, heldur á- fram í Kalli, har hann skal arbeiða sum sølustjóri um- framt at sita í nevndini. Kall og TeleF endaliga samanlagdar Nýggja nevndin í Kalli: fv. Jan Otto Holm, Kaupthing, Billy Hansen, Tele Tænastan, Óli Hansen, Framtaksgrunnur Føroya, Oskar Magnusson, Íslandssimi, Halvor Snarvold, Tallaton Holding og Bjarni Askham Bjarnason, stjóri fyri Kall. Mynd: Heri á Rógvi LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Náttina til sunnudagin varð ein maður tikin og skuldsettur fyri at koyra við kenning. Tann 22 ára gamli maðurin var einsamallur í bilinum, tá hann var úti fyri einum lítlum ferðsl- uóhappi á Lützenstrøð í Havn. Løgreglan var á stað- um og tók blóðroynd av manninum. Bíðað verð- ur nú eftir úrslitunum av royndunum, sum eru sendar til Danmarkar. STORMUR Stefan í Skorini Leygarnáttina var kol- andi stormur um størsta partin av landinum. Í Klaksvík var kanska ser- liga ringt, tí her vórður nakrir vindskaðar frá- boðaðir løgregluni. Svimjihøllin verður í løtuni umbygd, og á byggiplássinum var ym- iskt, ið ikki varð fest ordiliga. Brandstøðin boðaði byggiharranum, ið er byggifelagið Kan- jon, frá, og menn frá fe- lagnum fóru á staðið og festu tað, ið festast skuldi. Nakrir bilar hava eisini fingið skaða av vindin- um. Leysir lutir eru foknir við vindinum á bilar, ið stóðu parkeraðir framvið vegnum. Løgreglan í Runavík sigur, at heilt fitt av rúsevnum eru í Eysturoynni og um Skálafjørðin. Hon sigur seg tó ikki hava ta neyðugu arbeiðs- orkuna at koma hes- um til lívs RÚSEVNI Stefan í Skorini – Heilt fitt av rúsevnum eru í umfari á Skálafjørðinum og í Eysturoynni sum heild. Tað verður nógv brúkt her inni eisini, sigur Kurt Ras- mussen, ið er løgreglu- maður í Eysturoynni. Hann hevur verið við í narkobólkinum á løgreglu- støðini í Havn. Í hesum bólkinum eru tveir mans í løtuni, men Kurt starvast nú inni í Eysturoynni. Hann heldur, at tað er umráðandi ikki at baga- tellisera hassj og onnur av teimum bleytaru rúsevnun- um, ið verða flutt inn til Føroyar. Tey eru eisini ein hóttan og skulu takast í størsta álvara, heldur hann. Løgreglan heldur, at upp- áhaldið um, at rúsevnis- nýtslan í Eysturoynni er vaksandi, als ikki er tikið úr leysum lofti, og at nakað er um henda trupulleika. Teir flestu íbúgvarnir munnu eisini kenna til hesi við- urskifti. Ávísir bólkar Tað er serliga um Skála- fjørðin, at rúsevni verða seld og skifta hendur. Fjørðurin er miðdepil fyri oynna, og tí er tað natúrligt hjá seljarum at halda til har. -Løgreglumaðurin sigur, at tað er ávísir bólkar av ungum, ið nýta rúsevni. Hesir eru kendir av løg- regluni, sum tó er ógvuliga lamin, tá tað kemur til at fanga brúkarar av rús- evnum og kanska serliga sølumenninar. Tað er eisini ógvuliga vanligt, at tað eru heilt blaðung fólk, ið roykja og snodda rúsevni. Og evnini keypa tey frá eldri monn- um. Tað er tað sama mynstrið í Havn sum aðrastaðni kring landið. – Vit hava ikki so góðar umstøður at arbeiða í, so at vit kunnu fáa fatur á bakmonnum og brúkarum. Vit fáa at kalla einki gjørt í okkara vanligu arbeiðstíð, tí tað krevur nakað eyka, sigur løgreglumaðurin. Í løtuni er hesin trupul- leikin ikki fremsta málið hjá løgregluni, men í næst- um verður størri arbeiðs- orka sett av til júst henda trupulleikan. Tað gongur soleiðis fyri seg, at teir, ið smugla evn- ini til landið, skiftast um at taka váðan av hesum. Tí er tað torførari hjá lógarinnar varðmonnum at steðga hesum. Rúsevnini verða sjálvsagt býtt út, har ungdómar savn- ast á kvøldi, og ein stórur partur av virkseminum hjá seljarum fer eisini fram í bilum. Talan er mest um hassj, ið er mest nýtta rúsevnið í Føroyum. Men løgreglan sigur, at onnur rúsevni so sum kokain og amfetamin eisini verða nýtt. Fyrimunurin við t.d. hassji er, at tað mangan er bíligari at fáa sær ein hassjrús heldur enn at nýta rúsdrekka, ið kann vera ógvuliga dýrt. Eisini slepst undan at fáa hundasjúku, sum mangan fæst eftir at hava nýtt rúsdrekka. Mettaður marknaður Løgreglan sigur seg kunna siga við vissu, at markn- aðurin er mettaður. Nóg mikið er til, so at øll, ið ynskja sær ein rús, altíð kunnu bera so í bandi, at tey fáa nøkur gramm til keyps. Tað er tí altíð lætt at fáa hendur á. Rúsevnini verða flutt inn í landið á einfaldan hátt, og tað er kanska ov lætt hjá smuglarum. Fyri viku síðani funnu tollarar fimm kilo av hassji í einum eykahjóli, ið hekk undir einum bili. Hesuferð vórðu smuglararnir tiknir, men hjá fleiri øðrum smuglarum er tað eydnast at fáa rúsevnini inn við sær. Løgreglan sigur eisini, at tann einstaki borgarin væl kann gera meira við at hjálpa løgregluni í stríð- num móti rúsevnum. Hetta kann gerast við at boða løgregluni frá, um tey hava illgruna til onkran, ella um tey varnast okkurt illgrunasamt. Stormskaðar í Klaksvík Koyrdi við kenning Nógv rúsevni í Eysturoynni Løgreglan í Runavík sigur, at Eysturoyggin als ikki er aftanfyri miðstaðarøkið, tá talan er um rúsevni. Heilt fitt av rúsevnum eru at finna í økinum, men løgreglan hevur ilt við at fáa bilbukt við hesum trupulleikanum Savnsmynd Fyri viku síðani fann hassjhundurin hjá tollvaldinum fimm kilo av hassji í einum eykajhóli. Hesir smuglararnir vórðu tiknir, men nógvir aðrir eru slopnir ótarnaðir inn í landið við rúsevnum Savnsmynd C M Y K 5 4