Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 209 - 2. november 2009 Tíðindaskriv Er tað munur á, hvat ein venjari kann loyva sær í amatørítrótti og yrkisítrótti? Er tað munur á, hvussu man kann loyva sær at uppføra seg í t. d, billiard og fótbólti? Er tað í lagi at senda ein skaddan fóbóltspælara inn á vøllin? Er tað óetiskt at fella ein fótbóltsleikara, sum er fríur framman fyri málinum? Er tað í lagi, at foreldrini skelda dómaran? Er tað í lagi, at foreldrini undir einum dysti skelda mótspælararnar? Er tað í lagi, at ein 18 ára gamal drongur gongur saman við 17 ára gamlari gentu, sum er á liðnum, hann venur? Er tað í lagi at nýta euforiser­ andi evni, bara tað ikki verður uppdagað? Hví blíva súkklararnir, sum eru við í Tour de France, ikki oftari avdúkaðir í dopingmis­ nýtslu? Er tað skaðiligt ella er tað bara býtt? Hví er man í Danmark farin at taka dopingroyndir í venjingar­ miðstøðum? Alt hetta og nógv meira fæst svar uppá á einum evniskvøldi við Jens Evald, professara, dr.jur., sum er formaður fyri Anti Doping Danmark og hevur verið við til at skriva etisku leið­ reglurnar fyri danskan kappingarítrótt. Jens Evald (f. 1961) er professari, dr.jur. við Jurid­ isk Institut, Århus Uni­ versitet, har hann undirvísir í rættargagnssøgu, rættar­ filosofi og ítróttaløgfrøði. Hann hevur verið for­ maður fyri nevndina í Anti Doping Danmark síðani mars 2006. Í 2005­2006 sat Jens Evald í nevndini, sum Team Danmark og danska Ítróttasambandið valdu til at gera »Etisk kodeks for dansk konkurrenceidræt«. Eisini er Jens Evald formað­ ur í dómsnevndini í danska kano­ og kajaksambandi­ num og hevur sitið í nevnd­ ini í Dansk Idrætsjuridisk Forening. Professari tosar um ítrótt og etikk Orka komin heim Tónleikabólkurin ORKA er heimkomin eftir drúgva rundferð kring Evropa. Bólkurin hevur ferðast í hálv annan mánaða, og endaði rundferðina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Orka hevur spælt í Týsklandi, Pólandi, Sveits, Eysturríki, Holland, Fraklandii, Svøríki og Danmark. Konsertirnar vóru væl vitjaðar, og bólkurin er fegin um ein sera væleydnaðan túr. Á túrinum var manningin Bogi á Lakjuni á lampu, Jógvan Andreas á Brúnni á tunnum, Ólavur Jákupsson á sang, hvørvisstein, fløskuorgul, sampl­ arar, Jens L. Thomsen á pelabass og Yann Tiersen á noisolin, ið varð serliga bygd til hann í sambandi við framførslu á Trans Musicales í fjør. Afturat sær hevði ORKA eisini Onnu Katrin Egilstrøð á sangi og hydroharpu. Anna Katrin er vanliga kend úr fløguaktuella bólkinum Valravn. UPPLÝSING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Komandi mikukvøld klokkan 20 verður aftur miðvikutiltak í Hoyvíkar kirkju. Hesaferð er tað rúsdrekkaráðgevin Poul Jákup Thomsen, ið fer at greiða frá um misnýtslu, og hvat foreldur kunnu gera til tess at fyribyrgja hesum. Hoyvík er í dag ein stórur býur við fleiri túsund íbúgv­ um, har av stórur partur er ungdómur og børn. Poul Jákup Thomsen fer at røða um avleiðingarnar av misnýtslu, um bólkatrýst, sjálvsvirði, ymisk sløg av misnýtslu, og hvussu foreldur aktivt og við hug­ burði sínum og fyrimynd kunnu medvirka til, at tann ungi kemur heilskapaður gjøgnum uppvøksturin. Til ber at seta spurningar – og tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna verður kvøldseta á Føroya Landsbókasavni mána­ kvøldið 9. nov. við fyrilestrum, upplestri og tónleiki. Norðurlendska bókasavnsvikan í ár snýr seg um evnið »kríggj og frið í Norðurlondum«, og serliga verður dentur lagdur á merkisárið 1809, tá svenska ríkið fór í tvey, og Svøríki, sum vit kenna tað í dag, varð til, meðan Finnland bleiv eitt stórfúrstadømi undir tí russiska keisaranum. Zakarias Wang fer at halda fyrilestur um kríggj og frið í Norðurlond við heitinum »1809 – árið sum broytti Norðurlond«. Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen syngja og spæla. Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur um finska tjóðarskaldið Johan Ludvig Runeberg. Carl Jóhan Jensen fer at lesa upp yrkingina Flaggberin Stál eftir Runeberg. Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt. Kvøldsetan byrjar kl. 19.00 og tað er ókeypis atgongd. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur ikki enn sett serfrøð­ingabólk at eftirmeta broytingarnar í løgtingsvallógini frá sjey til eitt valdømi. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmað­ur, setti henni ein fyrispurn­ ing um málið­, og í svarinum sigur Annika Olsen, at orsøkirnar eru tvær POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrra orsøkin er, at arbeiðsorkan á kommunudeildini, sum eisini varðar av vali, hevur verið nýtt til at fáa kommunuálitið liðugt. ­ Hetta hevur verið sera arbeiðskrevjandi fyri deild­ ina, og hevur tí ikki verið gjørligt at arbeitt við eini eftirmeting av vallógini samstundis, sigur hon. Í øðrum lagi er í verandi fíggjarári ongin fíggjarorka at seta serfrøðinganevnd at gera hesa eftirmeting. Men kortini sigur landsstýriskvinnan, at hon tekur uppskotið til samtyktar um at eftirmeta broytingarnar í vallógini til eftirtektar, men orsakað av vantandi ar­ beiðsorku og manglandi fígging er ikki orðaður nakar virkissetningur enn. ­ Tó skal viðmerkjast, at tað er ivasamt, um tað ber til at gera eina eftirmeting longu nú, áðrenn fyrsta valskeiðið eftir broytingina er hálvrunnið. Rættar­ nevndin metti, at tíðin var tann rætta til at eftirmeta. Viðmerkjast skal eisini, at tað út frá uppskotinum til samtyktar kann tykjast trupult at staðfesta júst, hvat skal eftirmetast. Er tað valúrslitið, sum skal sam­ anberast við úrslit fyri undanfarin val? Ella er tað arbeiðslagið og løgtingsmál í tinginum áðrenn og eftir broytingina, kynsumboðan ella annað? spyr Annika Olsen í svarinum Annika Olsen sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið komandi ár, um fíggjarkarmarnir loyva tí, og undirtøka fæst í landsstýrinum at seta ein serfrøðingabólk at eftirmeta vallógina. Skótahjálpin hevur latið­ Mercy Corps í Indonesia 50.000 krónur úr Bráfangis­ hjálpargrunninum hjá skótahjálpini. SKÓTAHJÁLP Tíðindaskriv Partar av Indonesia hava verið hart raktar av jarð­ skjálvta og vatnflóð í mánaðarskiftinum oktober/ november. Hjálpin skal nýtast til at endurbyggja hesi økir og tryggja umstøð­ urnar hjá børnum. Mercy Corps er ein hjálparfelagsskapur, sum umframt at hava fleiri verk­ ætlanir, ið vara fleiri ár, eisini veitir bráfangishjálp í sambandi við jarðskjálvta og vatnflóð. Orsøkin til, at Mercy Corps er á námsferð í Føroyum, er, at Landsstýrið hevur valt at stuðlað felags­ skapinum við einari verk­ ætlan, sum skal fáa kvinnur í Norðurjakarta at geva bróstamjólk. Tað hevur ver­ ið arbeitt við hesari verkætl­ an í trý ár, og nú sæst aftur, at nógv fleiri kvinnur eru farnar at geva bróstamjólk. Umboð fyri Mercy Corps eru í løtuni í Føroyum á námsferð, og tí var høvið nýtt at veita teimum hendan stuðulin á einum kunning­ arfundi á Landssjúkra­ húsinum, har eisini Aksel V. Johannesen, landsstýris­ maður í heilsumálum, var til staðar. Fyri at eggja heilsustarvs­ fólki til at menna kunnleikan til at geva bróst, hevur Mercy Corps haft eina kapping, har tey sjúkrahús og tær ljósmøður, sum kundu vísa á størst fram­ gongd at fáa kvinnur til at geva bróst, fingu eina ferð til Føroya. Tær fyritøkur sum fram­ leiða pulvurmjólk, luta eis­ ini vinningar burtur, millum annað ein túr til Mekka til tey, sum selja mest pulvur­ mjólk. Á samkomu á Hotel Hafnia handaði Landsstýris­ maðurin í Uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, heið­ ursbræv til vinnararnar, sum hava víst best framgongd. Tá ið verkætlanin varð sett í gongd, vóru tvey fólk úr Føroyum í Norður Jakarta fyri at kanna hví kvinnur ikki góu bróst. Tann mest týðandi orsøkin var manglandi vitan í heilsuskipanini, um fyri­ munirnir við at geva bróst. Mercy Corps hevur staðið fyri at undirvísa heilsu­ starvsfólkum úr Norður Jakarta og at koma til Føroyar fyri at kunna seg um okkara vælvirkandi skipan. Skótahjálpin er eitt aftur­ vendandi tiltak, sum nú hevur verði virkin í 26 ár. Í eina viku ganga skótar runt og bjóða sína arbeiðsmegi fram til eitt hvørt arbeiði. Samsýningin, sum verður latin fyri hetta arbeiðið, fer óskerd til ymisk hjálpar­ arbeiði, ið stuðlar børnum. Upphæddin verður býtt í tríggjar partar. Ein partur fer til eina føroyska verk­ ætlan, ein partur til eina uttanlands verkætlan og seinasti triðingurin fer í ein bráfangishjálpargrunn. 50.000 krónur í Skótahjálp til Indonesia Ikki ráð at eftir- kanna vallógina Misnýtsla viðgerast í Hoyvíkar kirkju Kvøldseta á Landsbókasavni