Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 209 - 2. november 2009 Krabbameinsfelagið er ovfarið av dygga stuðlinum, sum tiltakið ”Føroyar móti krabba” gav leygarkvøldið. - Endamálið við innsavningini er rokkið, og vit takka einstaklingum, feløg- um og fyritøkum fyri allan tann peninga- liga stuðul, vit hava fingið, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameins- felagnum InnsavnIng Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Stóra tiltakið í Norðurlanda­ húsinum ”Føroyar móti krabba” leygarkvøldið eydn­ aðist so væl, at heilar 5.153.000 krónur komu inn til Krabbameinsfelagið. Hetta er eitt nógv størri tal, enn nakar tordi at droyma um og formaðurin í felagnum, Jákup N. Olsen, var stórliga fegin, takksamur og rørdur, tá hann við endan av tiltakinum takkaði øllum, sum høvdu gjørt landsinn­ savningina møguliga og før­ oyingum øllum fyri dyggu undirtøkuna. Framførslur Fleiri túsund føroyingar sótu negldir við sjónvarpsskíggj­ an leygarkvøldið og sóu sendingina, har fólk høvdu høvi at hoyra og síggja tón­ leikaframførslur við ymisk­ um solistum og Føroya Sym­ foniorkestri aftanfyri í fleiri av framførslunum. Ímillum framførslurnar og einstaka dansiframførslu, vóru innsløg við ymiskum lagnum, raktar av krabba­ meini, eins og hyggjarar og lurtarar fingu eina ávísa upplýsing um sjúkuna. Innsavningin hjá Krabba­ meinsfelagnum heldur fram komandi dagarnar, og mangt bendir á, at upphædd­ in, sum latin er og tað, sum fer at koma inn á konto teir næstu dagarnar, verður nak­ að størri enn talið, vit kenna í dag. Krabbameinsfelagið hev­ ur sagt, at dyggi stuðulin fer at verða nýttur til grans­ king, fyribyrging og sjúk­ lingastuðul. Ætlanin er eitt nú, at ein serlækni í kvinnusjúkum skal upplæra ungar gentur at vera ambasadørar fyri Krabbameinsfelagið, so tær kunnu fara út í samfelagið at kunna um týdningin av at lata seg koppseta móti lív­ móðirhálskrabba. Sendingin ”Føroyar móti krabba” varð send beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi leygar­ kvøldið, og hon vardi í heil­ ar fimm tímar – frá klokkan sjey á kvøldi til midnátt. Ætlanir skulu leggjast, hvus Fjaldi seg í 14 ár Í Italia hevur løgreglan handtikið leiðaran í teirri illa gitnu Camorra­mafiuni, Salvatore Russo. Í fjúrtan ár hevur løgreglan leitað eftir honum, og fríggjadagin bleiv hann funnin. Sagt verður, at hann hevði fjalt seg í einum loyniligum bústaði á einum høsnagarði uttan fyri Napoli. Tann 51 ára gamli Russo er fyrr dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri morð og onnur brotsverk, men síðani 1995 hevur hann ikki verið at finna. Løgreglan heldur handtøkuna hava sera stóran týdning, og at hon kann verða endin á virkseminum hjá Camorra­mafiuni. Jaspis og Amestyst hava landað Í morgun landa ísfiakatrolararnir Jaspis og Ametyst í Saltangará. Skipini hava umleið 215.000 pund tilsamans, og meginparturin av veiðini er upsi. Á Landingarmið­ støðini hjá Beta í Saltangará vænta tey, at onnur skip eisini koma inn at landa, sum vikan líður, og helst koma ísfiska­ trolararnir Stelkur og Bakur miðskeiðis í vikuni. Hugsandi er, at aðrar landingar eisini verða á Beta í vikuni, men enn er ov tíðliga at siga, hvørji tey næstu skipini verða.