Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 209 - 2. november 2009 Sølan av málning­ inum, sum Miðla­ húsið hevur latið Krabbameinsfelag­ num, verður á upp­ boði í eina viku aftrat – fram til komandi mánamorgun. Boðið upp á málningin er í løtuni 10.000 krónur InnsavnIng Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Av tí, at sms-skipanin í sam- bandi við uppboðssølu av málninginum, sum starvs- fólkini í Miðlahúsinum hava málað og hava latið Krabbameinsfelagnum sum gávu, ikki hevur riggað so væl, er gjørt av, at høvið verður at bjóða upp á máln- ingin í eina viku aftrat – ella fram til mánamorgunin komandi. Tey, ið vilja bjóða uppá málningin, kunnu senda sms til nummar 1940 og skriva mal og síðani upp- hæddina, t.d. mal 1000. Tey, sum kanska heldur vilja geva eitt boð um teldu- post, kunnu senda e-post til marknaðarleiðaran á Rás2, Birgir W. Høgnesen, birgir@ras2.fo og geva eitt boð. Boðið upp á málningin er í løtuni 10.000 krónur. EAG-Innramming hevur gjørt rammu um málningin, og hetta er samstudis ein gáva frá EAG til Krabba- meinsfelagið. Tá Krabbameinsfelagið fekk málningin frá starvs- fólkunum í Miðlahúsinum, var hann ikki í rammu. Tá Andras Godtfred frætti um málningin, setti hann seg í samband við Jóannes Andreasen, sum var partur av fyrireikingun- um í Norðurlandahúsinum til stóra tiltakið innsavning- artiltakið. Andras vildi fegin geva Krabbameinsfelagnum eina ókeypis innramming og syrgdi soleiðis fyri, at máln- ingurin, sum nú verður á uppboði í eina viku aftrat, fekk sína snotuligu rammu. Allur peningurin, sum kemur inn fyri málningin, fer óskerdur latin Krabba- meinsfelagið. Málningur til sølu eina viku aftrat ssu stuðulin skal brúkast Á pallinum í Norðurlanda- húsinum vóru Føroya Sym- foniorkestur umframt nógv- ir av okkara fremstu tónleik- arum. Endamálið rokkið - Endamálið við innsavning- ini er rokkið, og vit takka einstaklingum, feløgum og fyritøkum fyri allan tann peningaliga stuðul, vit hava fingið. Tað sigur ein ovurfegin formaður í Krabbameins- felagnum, Jákup N. Olsen. Hann vísir á, at ein partur av innsavningini fer at geva føroyingum eina størri vitan um Krabbameinsfelagið og um krabbamein sum sjúku. - Tað hevur eydnast okk- um í góðum samstarvi við miðlarnar at viðgjørt krabba- mein og ávirkanina á sjúk- lingar og avvarðandi. Eisini hava tær ymisku verkætlan- inar í landsinnsavningini viðvirkað til, at fleiri í dag vita meira um Krabbameins- felagið og um krabbamein, sigur hann. Ymisk tiltøk Formaðurin sigur, at lýs- ingin á mjólkarpakkunum hjá MBM um innsavning- ina man vera ein hin mest sædda lýsingin fyri ”Føroy- um móti krabba”. Umframt at hjálpa við at gera vart við innsavningina, læt MBM eitt 10 oyra fyri hvønn seldan mjólkarpakka í oktober til Krabbameinsfelagið. Hann vísir eisini á, at 467 børn úr 25 skúlum teknaðu endan á ævintýrinum um ”Tær fýra heilivágirnar”, sum Rakel Helmsdal skriv- aði. Umframt at hava gjørt eina framsýning við tekn- ingunum, hevur Krabba- meinsfelagið við stuðli frá Føroyaprenti latið gera ein kalendara við 12 av tekning- unum, sum nú fáast til keyps. - Umleið 200 8. floks- næmingar úr 6 skúlum hoppaðu band móti krabba í hoppikappingini hjá Kring- varpinum. Umframt at næmingar- nir fingu pulsin upp og fingu mýkt flennivøddarnar, savnaðu hoppini 70.000 krónur til felagið. Hann vísir á, at 13 upp- skot vóru til sjónvarpslýs- ingina. Leggja ætlanir - Vit fara nú at at leggja ætlanir fyri, hvussu stuðulin kann koma flest møguligum til góðar, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Ják- up N. Olsen. Clinton avdúkaði seg Um vikuskifti var fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton í Kosovo, har hann avdúkaði eina standmynd av sær sjálvum. Standmyndin er í høvuðsstaðnum Pristina, og fleiri túsund kosovo-albanar vóru komnir at síggja fyrrverandi forsetan avdúka standmyndina, sum stendur við ein nýggjan veg, sum eisini ber hansara navn. Kosovo-albanararnir virða Bill Clinton sum hetju, tí hann fekk NATO at bumba mál í Serbia fyri at noyða serbar at gevast við álopunum í Kosovo. Steinar raplaðu yvir ferðafólk Í minsta lagi tvey fólk lótu lív, tá steinar raplaðu niðuryvir ferðafólk á eini baðistrond á frítíðaroynni Tenerifa á Grand Kanaria í dag. Onnur tvey ferða- fólk kunnu vera endað undir grótrúgvuni, sum stóðst av omanlopinum. Hend- ingin fór fram í býnum Playa de los Gigantes um 16-tíðina lokala tíð í dag. Býurin er umtóktur millum ferðafólk úr Norðurevropa. Tey tvey fólkini, sum eru funnin deyð, eru ein 34 ára gamal spaniumaður og ein 55 ára gamal breti. Tað er lokalavísin, La Opinion de Ternerife, sum ber tíðindini um hendingina. Eini 150 bjargingarfólk eru við í upprunningararbeiðnum. Sum skilst, eru nógvir norðurlendingar í økinum, men sambært fjølmiðlum bendir einki á, at fólk eru saknað.