mánadagur 2. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 209 - 2. november 2009
Vil hava umsetiligar kvotur
Í Grønlandi vil fiski- og útróðrarmannafelagið AP hava
myndugleikarnar at broyta lógina, soleiðis at svartkalvakvoturnar
verða umsetiligar eins og rækjukvoturnar. Á tann hátt kunnu
fiskimenninir fáa loyvi selja sínar kvotu, um skipið ella báturin skal
á sleipistøð. Harafturat krevur felagið, at fiski- og útróðrarmenn
skulu fáa loyvi til at seta svartkalvakvotuna í veð fyri lánum, eins og
teir, sum hava rækjukvotur, kunnu. Leiðslan í AP heldur, at við
umsetiligum kvotum hevði vinnan lagað seg eftir umstøðunum og
tilfeinginum uttan almennar reguleringar.
Ætlaðu kjarnorkuvápn í Noregi
Undir Kalda krígnum vildu amerikanararnir sleppa at seta kjarnorkurakettir
upp í Norðurnoregi, og tær skuldu brúkast í einum møguligum álopi á
Sovjetsamveldið. Tað stendur í nýggjari bók, sum norski sjónvarpsmaðurin
Frede Nielsen hevur skrivað. Hann skrivar, at um várið í 1959 samtykti
amerikanska herleiðslan í Evropa at seta 60 kjarnorkurakettir upp í
Norðurnoregi, og at tær skuldu venda ímóti sovjetsku rakettstøðunum á
Kolanesinum. Ætlanin bleiv slept nøkur ár seinni, tá avgjørt varð at seta
rakettirnar upp í Kanada ístaðin fyri, skrivar Frede Nielsen.
Svenskir reiðarar eru
so ónøgdir við ver
andi skipaskráseting
og at stjórnin ongan
áhuga hevur fyri at
betra um støðuna,
at teir nú hótta við
at flagga allan flotan
út – møguliga til
Føroyar
FAS
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hetta er »make or break«
fyri okkum. So avgjørdur
er Tommy Petersen, stjóri í
Føroya Altjóða Skipaskrá-
seting, FAS, um skipa inn-
rásina úr Svøríki, ið møgu-
liga er á veg.
Mikudagin í farnu viku
hevði svenska reiðarafelagið
kallað allar sínar limir inn
til ein kunnandi fund, har
ein ætlan fyri, hvussu
strongda støðan hjá svensk-
ari skipaferðslu skal hand-
farast, varð løgd fram.
Stóra yvirskriftin í ætl an-
ini er tann, at Reiðarafelagið
stuðlar
útflagging
sum
kreppuamboð.
Leiðslan í Reiðarafelag-
num boðaði frá, at hon hev-
ur tikið eina prinsippavgerð
um at tey skulu fokusera
upp á eitt nú alternativt
flagg og eina svenska al -
tjóða skipaskráseting.
Tað er júst her, at tað
verð ur áhugavert hjá føroy-
ingum.
- Alternativt flagg er eitt
stuttsiktað alternativ, og
leiðslan fer at stuðla teimum
reiðarum, sum vilja flagga
skip síni út. Fyri nógvar
reið arar er hetta einasti
mát in at yvirliva í hørðu
kappingarstøðuni. Vit skulu
byggja ein førleika- og
vitanarbanka um eitt tal av
fløggum, til dømis Føroyar,
so reiðararnir kunnu venda
sær til okkum um hjálp um
alt frá sjórættarligum spurn-
ingum til manningar spurn-
ingar, skrivar svenska reið-
arafelagið í tíðindaskrivin-
um.
Vit hava gott orð
Tommy Petersen er stjóri í
FAS, og hann er, sum vera
man, sera spentur um frá-
boðanina hjá svenska reið-
arafelagnum.
- Svenskarar eru eitt
ógvu liga nationalt fólka-
slag. Sjálvandi vildu teir
helst havt teirra egnu skip-
an, soleiðis at teir framvegis
kundu hava skipini undir
svenskum flaggi, og tann
dreymurin livir sjálvandi
enn. Men nú sær út til, at
tað er komið so langt, at
teir mugu flagga út. Teir
hava í nógv ár tosað við
svensku stjórnina um at fáa
eina líknandi skipan setta í
verk, men skiftandi stjórnir
hava allar verið neiligar fyri
tí. Teir hava roynt at sam-
ráðst, men nú sær út til at
teir hava fingið nokk, sigur
Tommy Petersen um støð-
una í Svøríki.
Orsøkin til at serliga Før-
oyar sum tær einastu verða
nevndar
á
navni
sum
alterna tivt flagg, er tí at
FAS hevur fingið eitt øgi-
liga gott orð á seg í Svø-
ríki.
Harafturat er formaðurin
í svenska reiðarafelagnum,
Lars Høglund, eisini reiðari
í Fure Tankers, ið fyrr í ár
flutti 3 skip til Føroya, og
har tað fjórða er á veg í hes-
um mánaðinum.
- Hetta eru professionell
fólk, og teir seta sera strong
krøv. Tá teir so føla, at teir
fáa eina góða viðferð og
góðar treytir í Føroyum, so
setur tað eitt gott orð á okk-
um, leggur Tommy Petersen
dent á.
Smíða meðan
jarnið er heitt
Tommy Petersen ætlar ikki
at liggja sjóvarfallið av sær,
nú ein slíkur møguleiki er
uppstaðin. Fyrsta dagin fer
hann til Svøríkis, har hann
fer at tosa við kundar, sum
eru komnir í samband við
FAS, og harafturat eisini fer
á fund við svenska reið ara-
felagið.
- Tað er nú, og eitt hálvt
ár fram, sum eru avgerandi.
Tað er »make or break« hjá
okkum, og kjansurin er at
vit fáa eina góða jólagávu í
ár, sigur Tommy Petersen.
Hinvegin sigur Tommy
Petersen eisini, at skuldi ein
svensk innrás av skipum
komið, fer tað at seta før -
oyska Skipaeftirlitið undir
ógvusligt trýst.
- Tað er eitt must, at tað
má uppgraderast, um tað
verður ein innrás. Koma tað
nøkur skip, kunnu vit plan-
leggja okkum burturúr tí,
soleiðis at tað verður ein
javnur streymur, men verð-
ur tað ein innrás, hava tey
ongan livandi kjans at
fylgja við. Har eru for fá
fólk á Skipaeftirlitinum,
sum henda uppgávan er
kon sentrerað á at geva serti-
fikatir. Tí mugu fleiri peng-
ar setast av til Skipaeftirlitið,
um ein innrás er á veg,
staðfestir Tommy Petersen.
Mugu upp á
hvítalista
Ein annar trupulleiki, sum
føroyingar hava, er at vit
enn bara liggja ovast á gráa
lista. Har er Tommy Peter-
sen púra greiður, og sigur at
vit verða noydd at arbeiða
okkum upp á hvítalista, og
vera verðandi har.
Málið er at vit fáa nógv
og góð skip í FAS, sam-
stundis sum tey verandi
skip ini leggja sær eina við
ikki at fáa átalur og verða
afturhildin, tá tey verða
kann aði í Port State Con-
trol.
Bara fyribils
Eitt, sum vit tó mugu gera
okkum greitt, er, at talan
bert er um eina fyrbilsloysn,
um svenski flotin flaggar út
til Føroyar.
- Teir fara sjálvandi at
velja at fara aftur til svenskt
flagg, um teir fáa eitt líka
gott ella betri tilboð í Svø-
ríki,
staðfestir
Tommy
Peter sen.
Tó er tað treytað av, at
svenska stjórnin hálsar um,
og fer at arbeið við eini
svenskari altjóða skipa skrá-
seting, og at teir klára at
geva teimum eitt betri til-
boð enn tað, teir fáa í Før-
oyum. Í løtuni tykist hetta
ikki sannlíkt.
Tískil liggur uppgávan á
FAS og føroyskum myndug-
leikum at halda og betra
treytirnar og høga støðið í
føroysku altjóða skipa skrá-
setingini, skulu Føroyar
framvegis fáa gagn av, at
svensk reiðarí velja at
stovna eitt partafelag í Før-
oyum og skráseta skipið
her, og sum síðan gevur eitt
gott avkast til føroyskar
vinnur bæði á landi og á
sjógvi.
Skipainnrás úr Svøríki á veg
Tommy Petersen, stjóri í FAS, ætlar sær at smíða meðan jarnið
er heitt, og fer ein av komandi døgunum til Svøríkis at tosa við
kundar og við reiðarafelagið
Savnsmynd
Svenska reiðarafelagið heitir nú á limir sínar um at flagga út, eitt nú til Føroyar
tilvildarlig mynd