mánadagur 2. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 209 - 2. november 2009
Ætlanin hjá Jóannesi
Eidesgaard um at
flyta Taks úr Saltanga
rá til Klaksvíkar,
hevur nú í dag tikið
eina spildurnýggja og
heldur óvæntaða vend
Almenn størv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg taki ikki undir við
ætlanini, at flyta Taks úr
Saltangará til Havnar. Ístað-
in fyri eigur Taks í Havn at
flytast til Saltanará.
Tað
staðfestir
Alfred
Olsen, formaður Sambands-
floksins á tingi.
Tað kom ordiligur røring-
ur í, tá ið vit í Sosialurin
fríggjadagin greiddi frá eini
ætlan hjá Jóannesi Eides-
gaard, landsstýrismanni í
fíggjarmálum um at lata
deildina hjá Taks í Salt-
angará aftur og flyta hana
til Klaksvíkar.
Eini 20 fólk arbeiða hjá
Taks í Saltangará og ætlanin
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum er at rationali-
sera alt norðurøkið hjá Taks
í eini felags umsiting í
Klaksvík.
Hetta hevur elvt til órógv
hjá politikarum rundan um
Skálafjørð og tað er í øllum
førum greitt, at Jóannes
Eidesgaard skal brynja seg
til politiskan bardaga fyri at
fáa hesa ætlanina ígjøgnum.
Tað eru nevniliga ikki
allir tinglimir í samgonguni,
sum taka undir við ætlanini.
Ein av teimum er Alfred
Olsen, sum heldur, at tað er
undarligt at frætta um eina
slíka ætlan í Sosialinum.
- Hetta kemur óvart á
meg tí málið er ikki viðgjørt
í samgonguni yvirhøvur og
tað er heldur ikki viðgjørt í
landsstýrinum.
Og formaðurin fyri Sam-
bandsflokkin á tingi ger
púra greitt, at hann er ímóti
ætlanini.
Men um Sambandsflokk-
urin beinleiðis fer at blokera
fyri ætlanini í samgonguni,
dugir hann kortini ikki at
siga í løtuni, tí flokkurin
hevur ikki tosað um málið.
Flyta Taks úr Havn
Hinvegin
dugir
Alfred
Olsen væl at síggja fyrimun-
irnar
í
at
samansjóða
umsitingina hjá Taks fyri at
rationalisera.
Men í hesum sambandi
gevur hann málinum eina
heilt nýggja vend.
- Skal Taks samskipast er
tað ikki rætt at flyta deildina
í Saltangará til Klaksvíkar.
Tað einasta rætta er at flyta
Taks úr Havnini og úr Klaks-
vík til Saltangará og skipa
allan stovnin í eini felags
umsiting í miðdeplinum í
Eysturoynni.
- Tá ið Eysturoyartunnilin
er komin um nøkur fá ár,
verða tað bara nakrir heilt
fáir minuttir úr Havn inn til
Saltangará, so her liggur
stovnurin sera væl fyri,
heldur Alfred Olsen.
Hann sigur, at skulu broyt-
ingar gerast á Taks, er tað
als ikki óhugsandi, at hetta
verður kravið frá Sambands-
flokkinum
Ódámlig
samanblanding
Kortini
heldur
Alfred
Olsen, at spurningurin um
at gera broytingar í Taks,
hevur ódámliga snaring.
- Tað hevur fyrr verðið
tosað um at leggja Taks í
Saltangará og Klaksvík sam-
an í ein stovn fyri at ration-
alisera. Men nú eru ábend-
ingar um, at tað endamálið
er farið aftur um og at talan
nú er um eitt samanspæl
ímillum Javnaðarflokkin og
Klaksvíkar Býráð og at
endamálið líka nógv er at
lyfta Klaksvíkar Kommunu
burtur úr eini fíggjarligari
knípu, tí hví skal landsstýrið
annars keypa býráðshúsið
frá Klaksvíkar Kommunu.
Soleiðis ber ikki
til at bera seg sigur
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður
Almenn størv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg fari slett ikki at
góðtaka, at Taks verður flutt
úr Saltangará til Klaksvíkar,
bara tí at Javnaðarflokkurin
sigur tað.
Jógvan á Lakjuni, løg-
tingsmaður fyri Fólkaflokk-
in, er ørkymlaður av tíðind-
unum í Sosialinum fríggja-
dagin um at Taks í Eysturoy
skal flytast til Klaksvíkar.
Hann staðfestir, at hetta
er ikki viðgjørt í sam-
gonguni og tað fer hann at
krevja at tað verður.
- Tá ið Jóannes Eidesgaard
kemur við eini fráboðan
sum hesari, er hetta tað sama
sum at biðja um rumbul í
samgonguni, tí soleiðis kann
hann ikki fara fram, sigur
løgtingsmaðurin.
Skilir ikki
Javnaðarflokkin
Hann skilir ikki hvat tað er,
sum fyriferst í Javnaðar-
flokkinum.
- Fyrst kunngerð ein
landsstýrismaður hjá flokk-
inum, Aksel V. Johannesen,
at klaksvíkingar eiga tørn
at fáa ein almennan stovn
og tí hevði hann gjørt av at
leggja nýggju Heilsutrygd-
ina í Klaksvík.
- Nakrar tímar seinni kall-
ar Gerhard Lognberg hetta
fyri bakbit, tí tað var avtalað
í samgonguni, at stovnurin
skuldi vera í Sandoy.
- Og nakrar dagar seinni
kunngerð ein annar lands-
stýrismaður hjá flokkinum,
Jóannes Eidesgaard, at nú
skal Taks í Saltangará
flytast til Klaksvíkar.
Jógvan á Lakjuni stað-
festir, at hann kennir onki
til nakra avtalu í samgonguni
um, hvar almennir stovnar
skulu vera, heldur ikki, hvat
Heilsutrygd skuldi vera.
- Um nøkur avtala gjørd í
Javnaðarflokkinum, veit eg
ikki, leggur hann afturat.
Neyðrakettir
Hann sigur, at hann veit
ikki, hvat endamálið hjá
Javnaðarflokkinum er.
Tað kann sjálvandi vera ein
roynd at gera vart við seg.
Hann heldur, at tað sær út
til at Javnaðarflokkurin hev-
ur fingið ein bráðkomnan
tørv á at senda eina neyðra-
kett fyri og aðra eftir upp í
loft eftir vanlukkuligu velj-
arakanningini í summar.
- Men soleiðis ber ikki til
at arbeiða í eini samgongu,
tí slík mál skulu avtalast í
samgonguni fyrst, sigur
Jógvan á Lakjuni.
- Slík framferð kann bara
enda við einum og tað er, at
onki hendir.
- Eg veit ikki, hvør eigur
tørn til almenn arbeiðspláss,
men tað eru í øllum førum
nógv fleiri almenn arbeiðs-
pláss í Norðoyggjum, enn
tað eru í Eysturoy, leggur
hann afturat.
- Tí fari eg ikki at góðtaka,
at
almenn
arbeiðspláss
verða flutt úr Eysturoy.
Og hann sigur, at skal
raksturin
rationaliserast,
kundi tað verið eitt hugskot
at savna alt Taks á einum
staði, kanska í Eysturoynni,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Taks flytast
úr Havn til
Saltangará
Jóannes Eidesgaard biður um rumbul
Elektronisk sjókort
Danskir og grønlendskir myndugleikar skrivaðu um viku-
skifti undir eina avtalu um at gera fleiri elektronisk sjó-
kort av teimum týdningarmestu sjóleiðunum við Vestur-
grønland. Tað vóru landsstýrismaðurin í samferðslu-
málum, Jens B. Frederiksen, og umhvørvismálaráðharr-
in, Troels Lund Poulsen, sum skrivaðu undir avtaluna.
Tey elektronisku sjókortini koma ístaðin fyri verandi
sjókort, sum eru ov gomul, og sum ikki kunnu brúkast
til núrímans GPS-navigatión, skrivar KNR. Danska um-
hvørvismálaráðið hevur játtað 10 milliónir krónur til tey
elektronisku sjókortini.
Seta ferðina niður
Í Svøríki hava myndugleikarnir samtykt at seta hámarks-
ferðina á nógvum vegateinum kring landið niður. Broyting-
in, sum kemur í gildi tann 10. november, verður millum
annað, at á teimum flestu vegateinunum, sum nú hava 90
kilometrar sum hámarksferð, verður mest loyvda ferðin nú
80 kilometrar um tíman. Stjórin í svenska vegverkinum,
Lena Eeixon, sigur við tíðindastovuna ANB, at endamálið
við at seta ferðina niður er at bjarga mannalívum. Men
ferðin verður eisini lagað eftir umstøðunum, og tí verður
hámarksferðin sett upp á nøkrum vegateinum, har tað
verður hildið vera ráðiligt.
Púra ósjálvboðið er Taks blivin miðdepilin í einum lokalpolitiskum dysti, sum byrjaði í sosiali
num frígjadagin, tá ið Jóannes Eidesgaard greiddi frá at hann arbeiddi við møguleikanum at
flyta Taks í Runavík til Klaksvíkar. Í dag tekur málið eina heilt nýggja end, nú Alfred Olsen
mælir til at flyta Taks úr Havn og úr Klaksvík og at gera eitt høvuðssæti í Eysturoy