Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 209 - 2. november 2009 tíðindi Ein 44 ára gamal maður skal í fongsul í átta mánaðir, tí hann hevði eina stóra hassjplantasju við Norðskála og hevði framt onnur lógarbrot. Kvinnan, sum hann heldur saman við, varð eisini dømd sek, men hon sleppur frá at sita, um hon ikki brýtur revsilógina eitt ár fram. Ein søga um, hvussu illa tað kann ganga fólki, sum snáva á ungum árum Føroya rættur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hetta er ein søga um ein mann, sum í nógv ár hevur verið misbrúkari. Hesi viðmerking kom ákærin Linda M. Hesselberg við móti endanum á langa rættarfundinum fríggja dag­ in, tá ið málið um hassj­ plantasjuna var fyri. Fyri góðum mánaði síðan varð ein 44 ára gamal mað­ ur handtikin og skuldsettur fyri brot á lóggávuna um rús evni, eftir at politiið hevði lagt hald á 169 hassj­ plantur í húsunum, maðurin meira ella minni búði í. Hann hevur sitið varðhalds­ fongslaður síðan. Men tá ið rættarfundurin byrjaði fríggjamorgunin sat kvinnan, sum hann eigur eitt lítið barn saman við, und ir liðini á honum. Hon var ákærd sum samsek. Eru góð Tey bæði hava ikki sæst henda mánaðin, tí hon slapp ikki inn at vitja mannin í varðhaldinum. Tey duldu ikki fyri rætt­ inum, hvussu fegin tey vóru um at síggjast aftur. Sótu og hildu um hvørt annað all an dagin, kystust og klemm aðust. Nógv stóð á kvinnuni á rættarfundinum, hon græt sum var hon stungin, og hann royndi at ugga. Eftir at ákæruritini vórðu lisin upp, var kvinnan fyrst avhoyrd, tí hon kendi ikki hansara frágreiðing. Hon noktaði seg seka og segði seg als ikki hava vit­ að, at maðurin hevði hassjp­ lantur í tveimum rúmum og á loftinum í húsunum, sum hon leigaði við Norðskála. Hann játtaði seg sekan í øllum, men hann vildi vera við, at hann dyrkaði hassjið bara til egið brúk. Ikki við sølu fyri eygað. Visti hann var misnýtari Kvinnan greiddi frá, at hon var komin at kenna mannin í desember 2006. Hon sá beinanvegin, at hann var mis nýtari, drakk illa, og at hann roykti hassj. Hon sá hann skeivan. Sjálv hevði hon ongantíð roynt hassj. Eitt skifti búðu hon hjá manninum á Eiði, men so leigaði hon hús við Norð­ skála, so ein eldri sonur kundi fáa íbúð hennara í Havn. Hon hevði hugsað at við at flyta til Norðskála, kundi hon fáa mannin úr mis­ nýtaraumhvørvinum. Hetta var í januar í ár. Ein dag hevði hann spurt, um hann ikki kundi fáa eitt rúm burturav til sín sjálv, tí hann fekst við at skrúva ymist. Mær dámdi tað einki, men eg játtaði, tí eg var so góð við hann, segði kvinn­ an. Visti einki Hon mátti ikki fara inn í hetta rúmið, fekk hon at vita. Hon varð spurd, hvat hon hevði at siga til, at politiið hevði funnið hassjplantur, sum hingu til turkingar í garderobuni, svaraði hon, at har var hon so sjáldan. Í summar hevði maðurin tikið myndir av hassj plant­ unum. Hvør hevði tikið myndirnar av manninum og felags soni teirra, visti hon ikki. Kvinnan visti ikki, hvussu maðurin framman­ undan hesum hevði útvegað sær rúsevni. Hon hevði verið óð og vildi bara hava hann at leggja av. Jú, hon hevði sæð hann roykt, men bara eftir at børnini vóru farin í song. Hon hevði einki sæð til, at hann hevði selt plantur, segði hon. Kvinnuni dámdi einki fólk ini, sum maðurin kom saman við, og hon vildi ikki hava tey inn um gáttina. Úrslitið av tí var, at maðurin var ógvuliga isoleraður við Norðskála. Sat bara inni og roykti, og hann roykti illa. Ein av kenningunum hjá manninum helt tó fram við at vitja, hóast hann var óynskt ur. Hann var ein plága hjá teimum. Nevnast kann her, at hesin maðurin fyrst í sein­ astu viku varð dømdur fyri at hava keypt hassj frá manninum við Norðskála. Hesin hevði greitt frá, at hann hevði sæð hassjplantur inni í húsunum. Fekk hann at gevast at drekka Kvinnan segði í rættinum, at hon áður hevði sett mann inum ta treyt, at hann skuldi leggja av at drekka. Tað hevði hann gjørt. Hvør dómurin enn fór at verða, tók hon fegin ímóti mann­ inum aftur, men treytin var, at hann gavst við at roykja hassj. Ongantíð skal slíkt inn í mítt hús aftur, og mítt ynski er, at hann gerast clean. Eg vil liva fyri míni børn, sum skulu vaksa upp í einum trygg um heimi, segði kvinn an. Hon var tráðspurd um, hvussu tað bar til, at hon ikki varnaðist allar urtapott­ arnar, alla moldina og lamp urnar, sum maðurin hevði. Og luktaði. Eg vildi ikki vita, hvat hann fekst við, svaraði kvinn an, sum legði aftrat, at hon bæði var kedd og illa við av hesum. Hon hevði havt iullgruna um, at hann hevði nakrar plantur, men ikki hevði hon ímyndað sær, at planturnar vóru so nógvar. Økt misnýtsla Kvinnan segði, at mis­ nýtslan hjá manninum var vaksin nógv, meðan tey búðu við Norðskála. Hann fekk heilivág, men hon var greið yvir, at hann ikki var sjúkur. Hann var einki uttan rúsevnismisnýtari. Hann var so illa fyri, at hon vænt­ aði, at maðurin var deyður, var politiið ikki komið eftir honum. Maðurin viðgekk, at hann hevði selt eitt sindur, men hann legði ikki í at selja, tí so fóru fleiri fólk at koma rennandi, og tað vildi hann ikki hava. Hann vildi bara dyrka til sín sjálvs. Plan­ tasjan hevði hjálpt honum at koma úr drekkarínum. Tann ákærdi maðurin greddi frá, at hann hevði keypt bæði fræ og lampur á netinum. Moldina hevði hann keypt ymsa staðni, fyri tað mesta í handlum í Havn. Maðurin hevði yvir fyri politinum brúkt vendingina, at hon valdi at venda blinda eygað til. At hon ikki vildi vita. Tað svaraði hann einki til í rættinum, men hann segði: Bara hann Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at hon fór at verða drigin upp í hetta. Tí tað var bara eg. Hon var nøgd, bara eg var heima. Maðurin segði seg væl vita, men hann billaði sær inn, at hassjið fór at hjálpa honum. Innast inni væntaði hann kortini ein dag at verða avdúkaður. Hann byrjaði við hassj­ plant um tíðliga í vár og náddi at heysta eina ferð, áðrenn hann varð steðgaður. Hann hevði roykt so nógv, at hann var komin upp á 10 gramm um dagin. Politistarnir, sum ein dag fyri góðum mánaði síðan, vórðu farnir til Norðskála at forvitnast, hvat maðurin gjørdi, sóu beinanvegin, at maðurin hevði eitt vevtól standandi uttan fyri húsini, soleiðis at hann í sjónvarp­ inum kundi síggja, hvør kom á dyrnar. Eitt spøkisli Annar politisturin fór tí oman í kjallaran og kvetti streymin. Hin bankaði á dyrnar. Tað gekk long tíð, áðrenn maðurin læt dyrnar upp. Hann var rættiliga ávirkaður og líktist einum spøkilsi, segði annar politisturin. Maðurin royndi at forða teimum at sleppa inn, men politistarnir vóru sterkari. Tá ið teir komu inn, møtti teimum ein ramur roykur av hassjplantum. Alla møgu liga staðni funnu teir plantur. Kvinnan var stødd í stov­ uni við einum barni, tá ið politistarnir komu inn. Sambært øðrum politist­ inum var kvinnan fjáltur­ stungin, og hann royndi at sissa hana. Hon hevði sagt, at hon einki kendi til hetta, og at hon hevði vitað, at tað fór at ganga galið. Illa fyri Maðurin varð handtikin og fluttur til Havnar at verða avhoyrdur. Seinni fekk hann tað verri, og neyðugt var at fara á Lands sjúkra­ húsið við manninum, sum hevði sterkar abstinensir. Tann ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann ynskti at vera rúsfríur. Hon hevði sett honum stólin fyri hurðina um at gevast við at roykja hassj, og tað ætlaði hann, tí hann var góður við kvinnuna og hevði heldur onga aðra familju. Hann var til reiðar at fara í við­ gerð. Nógv ilt hevði hann upp­ livað í sínum barndómi, og hann varð blivin misnýtari av bæði rúsdrekka og hassj longu sum 12 ára gamal. Hann átti trý børn framm­ Hassjplantasjan kostaði Norðurkorea vil samráðast Norðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í síðstu viku, at hon var til reiðar at samráðast við USA um landsins kjarnorkuætlanir. Tað endurtók stjórnin í morgun, men nú varð lagt afturat, at vil USA ikki samráðast, fer Norðurkorea at ganga egnar leiðir, sum tikið varð til. Amerikanska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki undir samráðingar við Norðurkorea, fyrr enn Norðurkorea játtar eisini játtar at taka kjarnorkusamráðingarnar við grannalondini Kina, Russland, Suðurkorea og Japan uppaftur. Abdullah tók seg aftur Tann 7. november verður forsetaval í Afghanistan, men í veruleikanum er talan ikki um nakað val, tí Hamid Karzai, forseti, er einasta valevni, sum stillar upp. Upprunaliga skuldi valið standa millum Karzai og Abdullah Abdullað, sum fekk næstflestar atkvøður í fyrra valumfari. Men leygardagin boðaði Abdullah Abdullah frá, at hann tók seg aftur. Grundgevingin er, at hann hevur ikki álit á afghonsku valnevndini og trimum ráðharrum, men eygleiðarar halda, at hann hevur ikki pengar til eitt valstríð afturat.