Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2009 11 tíðindi anundan, hann fyri hálvum øðrum ári síðan fekk ein son við kvinnuni, hann nú heldur saman við. Ákærda kvinnan segði um seg sjálva, at hon hevði verið gift í 14 ár við einum manni, sum hon fekk fýra børn við. Tá broyttist lív hennara fullkomiliga. Hon møtti einum manni, sum hon fekk barn við, og hann stakk av við barnin­ um. Seinni møtti hon einum øðrum manni, sum hon aft­ ur fekk barn við. Tá ið hon so skuldi hava yngsta barnið, vendi hon sær sjálv til barnaverndina um at fáa eina pleygu­ familju, ið kundi avlasta hana. Eg kendi meg so maktar­ leysa og helt ikki, at eg kundi geva barninum nóg mikið. Tá ið eg var í hjúna­ lagnum, gekk alt vanligt. Eg fungeraði og arbeiddi eisini nógv. Men so vendi alt. Eg havi ikki arbeitt, tí mítt sjálvsálit var ikki nóg stórt til, at eg helt, nakar vildi hava meg í arbeiði, segði kvinnan, sum nú kendi seg nóg sterka til at fara at leita eftir arbeiði, og hon droymdi um eitt vanligt heiðurligt lív. Børnini fremst Míni børn skulu ikki út ­ setast fyri meira. Ákærin kravdi mannin fongslaðan í minst eitt ár, og at kvinnan fekk ein treyt aðan dóm, sjálvt um ákærin var sannførd um, at kvinnan visti, hvat maður hennara fekst við. Hon hevur kent seg fang­ aða. Hon má hava vitað, men hon tók ikki stigið at fáa planturnar út. Tí er hon samsek, segði ákærin. Nevnast skal, at maðurin var ikki bara skuldsettur fyri at hava havt hassj plan­ tasju. Eina ferð varð hann tikin við hassji, tá ið hann kom heim úr Danmark. Hann hevur fyri langari tíð síðan mist koyrikortið fyri allar ævir, men kortini er hann tikin fyri at hava koyrt bil og samstundis verið ávirkaður. Hann var somu­ leiðis ákærdur fyri at hava svikað við eini telefon, hann hevði bílagt í navn in­ um hjá einum øðrum manni. Kravið hjá ákæranum móti kvinnuni var fongsuls­ revsing uttan revisáseting við tvey ára royndartíð. Kravið var so lint, tí børn vóru uppií. Verjin vildi hava kvinnuna frídømda, og 2 ­ 3 mánaðir máttu verið nóg mikið sum revsing til mannin. Ein partur av dóminum kundi verið treytaður, helt verjin. Mátti aftur í varðhaldið Maðurin varð dømdur til átta mánaða fongsulsrevs­ ing, ikki at koyra bil aftur í lívinum, at gjalda end ur­ gjald fyri telefonina og at gjalda sakarmáls útreiðsl­ urnar. Kvinnan slapp við ongari revsiáseting við royndartíð í eitt ár. Hon skal eisini vera undir eftirliti hjá Kriminal­ forsorgini í royndartíðini. Dómarin viðmerkti, at hann helt tað vera prógvað, at maðurin hevði dyrkað hassj í eitt hálvt ár og hevði heystað eina ferð fyrr, men hann helt tað kundi vera mest til egna nýtslu. Hann trúði einki uppá, at kvinnan einki hevði vitað. Bæði tvey tóku við dóm­ inum beinanvegin, men ákærin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri lands rætt­ in. Tá kom ákærin við einum kravi, sum hvørki hóvaði teimum dømdu ella verja teirra: Hon kravdi, at maðurin fram haldandi skal sita varð­ haldsfongslaður. Grund­ gev ingin var, at maðurin hevur verið so langt úti í misnýtslu, at vandi er fyri, at hann dettur út í aftur, sleppur hann út nú. Verjin mótmælti harðliga, tí hann helt ikki grundarlag vera fyri framhaldandi varð haldsfongsling. Mað­ urin hevði sitið varðhalds­ fongslaður í ein mánað, og tað helt hann vera nóg mikið. Haraftrat helt hann, at maðurin hevði brúk fyri at summa seg eitt sindiur, til hann skal sita restina av dóminum. Tá so dómarin gav verj­ anum viðhald og vildi leys­ lata mannin, kærdi ákærin ta avgerðina og kravdi, at maðurin situr, til lands rætt­ urin hevur talað. Soleiðis endaði málið fríggjadagin. Maðurin noydd ist aftur í varðhaldið. Tann dømdi maðurin segði seg hava brúk fyri at sleppa út í eina ella tvær vikur, tí hesin seinasti mán­ aðurin hevði verið so harð­ ur. Hann vildi sleppa heim at fyrireika seg til at skula sita. Hann helt seg skylda kvinnuni at koma heim, tí ongantíð áður hevði hann møtt nakrari kvinnu, sum hevði stuðlað seg so væl. Meðan hann hetta segði, sat kvinnan í sjóðheitum gráti. fongsulsrevsing Aftur vandi fyri gasssliti Í gjár ringdi russiski forsætisráðharrain, Vladimir Putin, til svensku stjórnina, sum hevur formansskapin í ES, og boðaði frá, at nú er aftur vandi fyri, at russiska gassveitingin til Evropa verður órógvað. Seinni segði ein talsmaður fyri Putin, at tað er ósemja millum Russland og Ukraina, sum er orsøkin til ólagið á gassveitingini, sum fer ígjøgnum rørleiðingar ígjøgnum Ukraina. Tíðliga í ár vóru eisini trupulleikar við russisku gassveitingini til Evropa. Ta ferðina skrúvaðu russar fyri, og í fjúrtan dagar kom einki gass. Sjórán fíggja yvirgang Jopling lordur, sum er NATO­ráðgevi í sjórænara viður­ skift um, ávarar nú um, at tað er ikki óhugsandi, at peng­ arnir, sum teir somalisku sjórænararnir fáa í loysigjaldi, verða brúktir til at fíggja yvirgangsvirksemi við. Ávaringin kemur, eftir at somaliskir sjórænarar hava kravt fýra milliónir pund í loysigjaldi fyri bretsku hjún­ ini Paul og Rachel Chandler, sum sjórænararnir tóku í næstsíðstu viku. Sambært bretskari lóg hava reiðarí heimild til at rinda loysigjald fyri skip, sum eru rænd, men Jopling lordur ávarar um, at tílíkt loysigjald kann enda sum fígging til eitt nú al­Qaeda.