Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 209 - 2. november 2009 Facebook-drápsmaður og tjúkkar gentur Fyri einari viku síðani drap hann eina 17 ára gamla gentu, sum hann fekk samband við á Facebook. Nú eru fleiri ungar gentur, sum greiða frá, at tær eisini hava verið í samband við drápsmannin. Allar genturnar eru ovurfeitar, hava myrkt, langt hár og líkjast ógvuliga nógv hvørjari aðrari. Tað skrivar bretska blaðið The Sun í dag. Í blaðnum greiður ein av yndisgentunum hjá drápsmanninum frá, hvussu hann gekk aftaná henni. Catherine Carty hitti Peter Chapman á einari datingsíðu fyri hálvum øðrum ári síðani, og nú er hon ógvuliga skelkað av at vita, at hon í veruleikanum hevur hitt ein drápsmann. - Hann segði, at honum dámdi væl tjúkkar gentur. Hann sendi mær ónærislig boð á Facebook og MSN. Hann skrivaði altíð um sex. Eg visti, at okkurt var galið við honum, sigur Catherine Carty við The Sun. Hann varðveitti tó ikki sambandið við Catherine á netinum. Hon varnaðist, at hann ofta gekk uttanfyri hennara heim. Hon sá hann har meiri enn 100 ferðir. Lukkuligan fyri Catherine, so misti hann áhugan í henni. Umvegis Facebook hitti hann Ashleigh Hall, ið ikki gjørdist eins heppin. Hon endaði sítt 17 ára langa lív í einari veit. Á Facebook segði Chapman seg verða ein 17 ára gamal drongur. Peter Chapman er nú fonglsaðu og ákærdur fyri kidnapping og dráp. HÁTÍÐARHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein teirra, ið hevur starvast longst saman við Árna Olsen, sála, er Eyðun Joen- sen, sálarfrøðingur. Og hann nýtti eisini høvið at bera fram eina kvøðu til Árna Olsen og Psykiatriska depilin á 40 ára degnum. - Føroya land hevur gjøg- num tíðirnar fostrað undan- gongufólk,eldsálir, pionerar og legendir. Á skúlaøkinum háskúla- fólkini og innan vinnulívið mong. Á heilsu- og almannaøk- inum minnast vit slík und- angongufólk sum t.d. Paula Dahl, legendariska skurð- læknan í eitt mannaminni, Vilhelm Magnussen, sum basti tuberklunum í Føroy- um, Marner, kvinnulæknan, konubrot sum Nicolinu á Barnaheiminum, Karolinu Petersen á Alv og nú Árna Olsen, sum fyri meira enn 40 árum síðani vissuliga breyt upp úr nýggjum, ella rættari úr ongum, setti skjøtil á veruliga psykiatri her á landi og síðani bar førningin so væl víðari fram á vegin í eini 30 ár, segði Eyðun Joensen. Hann nam við tað ser- merkta í, at ein lítil bygd sum Kunoy við avmarkaðari skúlagongd, kundi fostra so mætar og vællisnar menn sum Árna Olsen, beiggjan Hildebrant og brøðurnar Bjarna og Danjal Niclasen. Hann nevndi eisini, at tað var pápi Árna, Jóhan Svend Olsen, sjum var lærari í bygdini. Tilboð til sjúklingarnar - Sum kunnugt vóru undan 1969 so at siga eingir við- gerðarmøguleikar fyri sálar- sjúkur í Føroyum, men sjúk- lingar eins og menningar- tarnað skjótast gjørligt send av landinum, nógv fyri well, og so kann hvør einstakur hugsa sær, hvussu tað hevur verið fyri sjúklingar, avvarandi og samfelagið alt, segði Eyðun Joensen. Hann nevndi stóra heilsu- frambrotið, sum hendi í Før- oyum fyri 40 árum síðani, tá Statshospitalið var grund- sett. - Mann kann eftirsíðan og nú á døgum hava mein- ingar um tær umstøður , sum hava verið og framvegis verða bjóðaðar sálarsjúk- lingum, men spola vit tíðina 40 ár aftur, svitast ikki, at táverandi nýbygda Statshos- pitalið var millum mest framkomnu í Norðurlondum bæði viðvíkjandi hølum, tólum og starvsfólkum., segði Eyðun Joensen. Eisini var nógv gjørt fyri sjúklingarnar. Fysio- og ergoterapi, sosialráðgeving, uttanduraítriv, gudstænasta, sjúklingaklubbur við bingo, advents- og jólahugni. Eis- ini sjúklingaveitslur og sjúk- lingaútferðir, bæði innan- lands og uttanlands. - Seinnu árini eru tó onk- ur av hesum sjúklingatil- tøkum slept, síðani so mong av teimum eldru varandi sjúku eru deyð burturav, í meðan onnur góð frambrot eru komin í staðin fyri, til dømis undirvísing, musikk- terapi, ymisk bólkaviðgerð, sosialpsykiatri umframt útflyting í meira heimlig sambýli úti um landið við teimum trivnaðarmøguleik- um, sum tað ber í sær, segði Eyðun Joensen. Eyðmjúkur Árni Olsen er mintur sum ein framúr kompetentur og virkin fakmaður, bæði í psyki- atri og neurologi. Harum- framt var hann ein sonn eld- sál at virka fyri bata og dugna til mentalt sjúk fólk, veri tað ser sinnisliga veik eins væl sum til onnur andsevni. - Uttan at taka frá nøkrum øðrum var hann í psykiatri- ini buktin og báðir endarnir og myndaði í almena rúmin- um deildina so mikið, at fólk yvirhøvur ímyndaðu føroyska psykiatri við sjálv- an Árna Olsen, segði Eyðun Joensen. »Úti hjá Árna« ella minni pent »Árnasavnið«, sødu fólk. Hann umboðaði før- oyska psykiatri sera væl, bæði í almenna føroyska rúminum, í fjølmiðlum, á fundum eins og á ráðstevn- um uttanlands. - Hann segði tú við akademiskar javnlíkar, men hann segði tygum við onn- ur, ja, sjálvt sín egna skriv- ara øll árini, segði Eyðun Joensen. Hann kundi tykjast bráur í sínum atgerðum og kanska úteftir tykjast nakað knortl- utur í framferð, tó vit sum kendu hann vistu, hvussu følin og eymur hann í grundini var. Hann kundi tykjast bráur í sínum atgerðum og kanska úteftir tykjast nakað knortl- utur í framferð, tó vit sum kendu hann vistu, hvussu følin og eymur hann í grundini var. - Minnist einaferð eina Tormóður Stórá, lækni, Aksel Johannesen, landsstýrismaður og Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Mynd: Jens Kristian Vang - Vit eru higar komin at minnast Statshospilaðið, seinri Psyk.deild og nú Psykiatriska depilin fyrstu 40 árini og í tí sambandi heiðra minnið um Árna Olsen, yvirlækna, kveikjara av føroyskari psykiatri og undangongumann í mong ár og at avdúka bringumynd úr bronsu av honum, segði Eyðun Joensen á hátíðarløtu leygardagin Slóðbrótari og eldsál