mánadagur 2. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 209 - 2. november 2009
mammu í síni avmakt og
stóru sorg yvir at vara av
tvinnum illa sálarsjúkum syn
um skelda Árna Olsen fyri, at
hann so lítið megnaði at
hjálpa upp á sjúku synirnar.
Hon var ikki heilt virðilig í
síni øði, var spinnandi óð og
leyp greitt framav. Men tað
var Árni ikki upp í móti, men
lurtaði, tugdi og svølgdi.
Hann kendi týdningin av í
slíkum vási at vera virðiligur
sjálvur, væl vitandi um, at
slíkt vónsvik og øði hjá
slíkum fólki var púra normalt,
og virkaði tað so eisini
sissandi og avsvalandi upp á
hesa óðu mammuna.
Men aftaná umgangin var
Árni tíðiliga móður, kedd
ur, bleytur og eyðmjúkur,
og er tað ein síða av hansara
persónleika, sum eg helt
eisini klæddi hesum annars
so handlekraftuga manni,
segði Eyðun Joensen.
Gott arbeiðspláss
Hann hevði eini einastand
andi evni til at fáa tað besta
burturúr sínum fólki, var
opin fyri nýggjum hugskot
um, kravdi nógv, men stóð
samstundis altíð sum aftasti
bakkur.
Hann má onkusvegna
saman við øðrum leiðandi
starvsfólkum hava havt til
elvandi,
kveikjandi
og
mennandi ávirkan á yngri
meðarbeiðarar, sum ofta
seinri og aftaná framhalds
útbúgving uttanlands vendu
aftur til psyk.deild at starv
ast á ovastu rókum og sam
an við honum at bera førn
ingin víðari fram, segði
Eyðun Joensen.
Psykiatriska deild hevur
allar sínar dagar verið til
tikið gott arbeiðspláss, eis
ini tá deildin vegna pen
ingatrot og skerjingar hevur
ligið tungt í sjónum.
Eg minnist einki til
klandur og stríð, men at kom
andi og farandi starvsfólk
bara hava róst arbeiðsanda
og trivnaði, eins og mong
hava starvast har alt sítt
virkna lív, og onkur er har
enn, segði Eyðun Joensen.
Ísáðing, kleking, føðing,
uppstartur, byrjan og fyrstu
30 árini vóru greitt Árna
Olsensa verk og epoka,
hóast onnur og hvør í sínum
lagi knáð fólk komu at
standa honum við lið fyri
síðani at taka yvir.
Væl vóru vit øll ymisk,
tó øll høvdu onkrar serligar
dygdir, og saman og i góð
um samstarvi gekk alt upp í
eina hægri og margfalda
eind, vónandi sjúklingum,
næstringum og øllum Før
oya fólki at frama, segði
Eyðun Joensen.
Elisabeth, kona Árna Olsen,
og synirnir Bjarni og Sjúrður
Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Andreas Andreasen
hevur staðið
fyri at gera
bgringumyndina av
Árna Olsen, og hann
er væl nøgdur við
endaliga úrslitið
HÁTÍÐARHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Andreas
Andreasen,
myndahøggari, var væl
nøgdur við bringumyndina,
hann hevur gjørt av Árna
Olsen.
Eg haldi, at hon var
væl móttikin. Eg var sjálv
ur spentur upp á at síggja
hana í bronsu, tí sjálvur
hevði eg gjørt hana úr
gipsi,
sigur
Andreas
Andreasen.
Bringumyndin er stoypt
í bronsu í Danmark eftir
skabelónini hjá Andreas
Andreasen.
Gips er eitt rættiliga
deytt materiali, og eg var
sjálvur spentur upp á,
hvussu hon kom at taka
seg út í bronsu, sigur
hann.
Tað er Tordis Johannesen,
sum øll árini hevur verið
skrivari hjá Árna Olsen, ið
hevur fingið arbeiðið í
lag.
Eg havi arbeitt út frá
myndum, og eg fekk alt
tilfar, ið tøkt var. Sonurin,
Bjarni Olsen, sat modell
eina tíð, men eg helt ikki,
at teir líktust nóg mikið til,
at eg kundi brúka hann, og
sama var galdandi við
hinum beiggjanum, Sjúrði,
sigur myndahøggarin.
Hann endaði tí við bert
at hava fotomyndir at
arbeiða út frá, men hann er
kortini væl nøgdur, nú
endaliga
úrslitið
varð
avdúkað leygardagin.
Spentur at síggja
bringumyndina
í bronsu
Andreas Andreasen, myndahøggari, hevur gjørt bringumyndina av Árna Olsen, sum
skrivarin, Tordis Johannesen, avdúkaði
Mynd: Jan Müller
BP stóra bót
Bretska oljufelagið BP skal gjalda 450 milliónir krónur í
bót fyri vantandi trygd á einum reinsiverki, sum felagið
hevur í amerikanska statinum Texas. Tað er amerikanska
arbeiðseftirlitið, sum hevur ásett bótina, ið er tann størsta,
sum nakað felag hevur fingið frá eftirlitinum. Eftirlitið
sigur, at BP fær bótina, tí felagið hevur ikki ikki bøtt um
trygdina á reinsiverkinum eftir eina spreinging fyri fýra
árum síðani. Spreingingin kostaði 15 arbeiðsmonnum
lívið, og 170 fingu skaða. Leiðslan í BP hevur mótmælt
revsingini og vil ikki rinda bótina, skrivar AP.
Kvøldseta á Landsbókasavni
Í sambandi við norðurlendsku bókasavnsvikuna verður kvøldseta á Føroya Lands
bókasavni mánakvøldið 9. november við fyrilestrum, upplestri og tónleiki. Norður
lendska bókasavnsvikan í ár snýr seg um evnið »kríggj og frið í Norðurlondum«, og
serliga verður dentur lagdur á merkisárið 1809, tá svenska ríkið fór í tvey og Svøríki,
sum vit kenna tað í dag, varð til, meðan Finland bleiv eitt stórfúrstadømi undir tí
russiska keisaranum. Zakarias Wang fer at halda fyrilestur um kríggj og frið í Norð
urlond við heitinum »1809 – árið sum broytti Norðurlond«. Niels Midjord og Petur
Jacob Eliasen syngja og spæla. Turið Sigurðardóttir heldur fyrilestur um finska
tjóðarskaldið Johan Ludvig Runeberg. Carl Jóhan Jensen fer at lesa upp yrkingina
Flaggberin Stál eftir Runeberg. Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt. Kvøldsetan
byrjar kl. 19.00 og tað er ókeypis atgongd.
Eyðun Joensen undir liðini á bringumyndini av Árna Olsen
Mynd: Jan Müller