mánadagur 2. november 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Tað, sum hevur gingið fyri
seg í Fótbóltssambandi
Før oya síðstu tíðina, bæði
politiskt og umsitingarliga,
man í flestu eygum líkjast
mest einari hálvvánaligari
tragikomediu. Har er nógv
hent og farið fram, sum
føroyskur fótbóltur slett
ikki kann liva við, og nú
hjálp ir einki uttan upp
rudd ing við fastari hond og
sterk um lúti
AnAlysA
Eftir formansfundin leygardagin var
tað sum at sletta vatn á gás, tá roynt
var at forvitnast um, hvat ítøkiliga
búði undir ullintu og innballaðu
orði ng ini hjá fótbóltsformonnunum
um, at »starvsnevndini verður álagt
at loysa samstarvstrupulleikarnar«.
Einki nyttaði heldur at dyrgja eftir,
um ikki onkur mundi leka eitt ella
annað, tí har vóru allir tættir sum
tunn an. Sum skiltist, høvdu for
menn inir og eisini starvs nend ar
limir nir fingið múlaband, og teimum
var enntá álagt, at teir ikki so frægt
sum kundu kunna sínar egnu
nevnd ar limir um tað, sum var farið
fram.
Spurningurin er so, um tað ger so
stóran mun, tí tá starvsnevndin hev
ur sitið á trimum fundum, uttan at
koma í nánd av nakrari loysn í aðal
skrivara ósemjuni, er ikki ilt at
ímynda sær, hvør so er loysnin, tá
allir partar nú boða frá síni kletta
føstu trúgv uppá, at tann fjórði
fund urin hjá starvsnevndini í minnin
enn eina viku skal loysa alt málið.
Skulu meirilutin og minnilutin møt
ast, er tað bara í sjálvum sær ein
stað fest ing av, at formenninir í veru
leika num hava verið nógv greiðari
og klárari í síni talu til starvsnevndina,
enn bleyta niðurstøðan annars for
telur nakað um.
Øllum mundi vera greitt, at tað,
sum hevur gingið fyri seg í Fót bólts
sambandi Føroya síðstu tíðina, bæði
politiskt og umsitingarliga, í flestu
eyg um man líkjast mest einari hálv
vána ligari tragikomediu. Har er
nógv hent og farið fram, sum før
oysk ur fótbóltur slett ikki kann liva
við, og nú hjálpir einki uttan upp
rudd ing við fastari hond og sterkum
lúti. Hvussu føst hondin verður og
hvussu sterkur lúturin er, fæst ikki at
vita endaliga, fyrr enn eftir fundin í
morg in, men skriftin á vegginum
sig ur sítt.
Himmalrópandi
Tað var í farnu viku, at tað kom fram,
hvussu aðalskrivarin í Fótbólts sam
bandinum hevði roynt at dult fyri
ovastu leiðsluni á sínum arbeiðs
plássi, at hann á hægsta stað í euro
peisk um fótbólti hevði staðið skúla
rætt og ikki færri enn tvær ferðir
hevði fingið revsing fyri tað, hann
hevði gjørt. At so revsingin linkaði
aðru ferð, so talan bara bleiv um
eina átalu, sigur vælsaktans meira
um UEFA enn um tað, sum er hent.
Einki bendir á, at UEFA er minsta
petti reinari enn IOC ella FIFA, ið eru
kend fyri rotinskap, mutur, rossa
handlar og alt tað, sum er í andsøgn
við frasuna um Fair Play!
Tá søgan kom fram og UEFA
pappíri num í málinum vórðu lisin
ígjøg num, mátti tú fleiri ferðir
gníggja tær um eyguni. Hetta var so
himmalrópandi langt úti, at tú ikki
visti, um tú skuldi flenna ella gráta, tí
hetta líktist meira handritinum til
ein vánaligan Bfilm, enn nøkrum, ið
ein aðalskrivari í fullum álvara skuldi
havt gjørt, tí hann vildi avdúka
ukrains ka mafiu. Forbarmi seg!
Sum fleiri longu hava víst á, er
einki odiøst í, at ein púra vanlig
ferða skrivstova í Ukraina leitar sær
til teirra, ið eiga EMatgongumerki,
tá hon ætlar sær at keypa slík
at gongumerki. Og eingin orsøk er til
at síggja Sport Line Travel sum eina
øðr vísi ferðaskrivstovu enn okkara
egnu Faroe Travel, 62 Norður, Fonn
Flog ella aðrar. Einasta samband,
henda ferðaskrivstova sær út til at
hava við ukrainska fótbólt s sam
band ið, er samstarv um fyriskiping
av ferðum. Tað luktar hvørki av
mafiu ella øðrum líknandi!
At aðalskrivarin ger eina avtalu
um at selja EMatgongumerki, sum
eru tillutað Fótbóltssambandinum,
og eisini fær pengar fyri hesi inn á
sína egnu kontu, sum um hann seldi
nakað, hann sjálvur átti, eigur at fáa
allar ávaringarlampur at lýsa reytt!
At hann so eftirfylgjandi fjalir hetta
fyri bæði forseta og starvsnevnd,
eig ur at fáa flestu av perunum at
bresta! Men at starvsnevndarlimir
síðani eisini í fullum álvara siga, at
hes u m eigur ikki óneyðuga nógv at
verða gjørt burturúr, tí hetta er eitt
persónsmál, er barasta so langt úti.
Somu leiðis, at forsetin, sum hóast
alt er hægsti myndugleiki í før oysk
um fótbólti, ikki skal fáa fulla
at gongd til øll skøl í málinum. Gosj,
hetta er langt úti!
Trúvirði upp á spæl
Men tíbetur er hetta skjótt nakað,
allir partar skulu leggja aftur um
seg. At fótbóltsformenninir hava
álagt starvsnevndini í Fótbólts sam
bandi num at loysa samstarvs trupul
leikarnar á fyrstkomandi fundi, sum
verður í morgin, kann bara merkja,
at
formenninir
í
veruleikanum
meina hetta: Nokk er nokk, og nú
mugu tit í starvsnevndini altso taka
tykk um saman, so vit kunnu koma
víðari.
At koma víðari, kann heldur ikki
merkja annað, enn at aðalskrivarin
longu nú kann bíleggja sær nýggj
visit tkort, har hann titulerar seg fyrr
verandi aðalskrivari. Eftir øllum van
lig um morali er hann farin langt út
um mark, og tað er ógjørligt at
ímynda sær, at allir formenninir í fót
bólts feløgunum
veruliga
skulu
halda, at hetta er í finasta lagi. Nei, tí
tað er ikki í lagi, og hvørki for menn
inir, fótbólturin, fjeppararnir ella
nakar annar – heldur ikki aðal skriv
arin sjálvur – kann liva við hesum!
Slett ikki!
Óivað verða fleiri útskiftingar á
ovastu rók, hóast hinar helst verða
eitt sindur spakuligari og meira
náttúr ligar, men eingin ivi kann vera
um, hvørjum henda tilgongdin byrj
ar við. Umráðandi er sjálvandi, at ikki
meira rumbul stendst av hesum, og
tí má starvsnevndin finna útav,
hvussu hon á ein virðiligan hátt
loysir aðalskrivaran úr starvi, tí um
hann ikki er ein liðugur maður í før
oyskum fótbólti, er trúvirðið hjá Fót
bóltssambandinum – skorið yvir ein
kamb – í øllum førum yvir og farið!
Hálvvánalig tragikomedia
AIK er svenskur meistari
Avgerandi dysturin um svenska meistaraheitið í fótbólti var á Nya Ullevi í Göteborg í gjár
millum IFK Göteborg og AIK Stockholm. Áðrenn dystin hevði AIK 58 stig, meðan heimaliðið
hevði 57 stig, og vóru teir bláu og hvítu úr Göteborg noyddir at vinna á teimum svørtu og
hvítu úr høvuðsstaðnum. Tað eydnaðist tó ikki, tí í staðin vann AIK 21 og tryggjaði sær
sostatt svenska meistaraheitið. Tá dysturin var liðugur tustu túsundtals AIKviðhaldsfólk út
á vøllin, hóast løgreglan og vallarvarparin høvdu givið boð um, at tey ikki máttu fara út á
vøllin. Summi vóru so ovurfegin, at tey skræddu troyggjurnar av AIKspælarunum.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen