Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 Neistin vann ætlaða favoritt-sigurin móti VB. Men leingi ridlaði dysturin, áðrenn VB eftir steðgin punkteraði Við eitt sindur av royndum og einum sterkum skjútta hevði VB helst verið væl ovarligari, enn tær eru á stigatalvuni. Enn eigur VB fyrstu stigini í ár tilgóðar, men tær kunnu tó taka nógv positivt við sær frá dystinum móti Neistanum sunnudagin. Fyrst og fremst prógvaðu gestirnir, at tær tekniskt eru sera væl fyri. Fyri steðgin høvdu tær nógv færri tekniskar feilir enn Neistin í sínum spæli, men í álopsspælinum høvdu tær trupulleikar, tá mest sum einastu møguleikarnir vóru antin at spæla tunt út á veingin ella at sleppa inn til strikuna. Snøgt sagt saknaðist ein variantur, har tað bara varð skotið útifrá, og tá Neista-verjan eftir steðgin fekk tips síni hol, var ikki so nógv hjá VB at gera. Tá Fríða Petersen í málinum samstundis fann sítt góða spæl fram, kundi Neistin við fleiri góðum kontra-álopum punkterað dystin tíðliga í seinna hálvleiki, og so fóru tær hjá VB av álvara niður við høvdinum. Seinasta partin av dystinum var einki sum helst, ið bendi á, at tær kanska kundu hótta mótstøðuna, og so gjørdist talan hóast alt um tryggan heimasigur. StÍF-Tjaldur 21-29 (12-14) Rumenskur uppvísn ingur Adina Petrea, Marinela Patru og Cornelia Rimbu skutu 25 av teimum 29 málunum, tá Tjaldur í gjár endaði við at vinna tryggan sigur á fjarðagrannunum úr StÍF Tað var ikki nógv í fyrra hálvleiki á Skála, ið bendi á, at talan var um føroyameistararnar og liðið, ið endaði á fimta plássi síðsta vetur, ið spældu. StÍF fylgdi væl við Tjaldri, umframt at stríðsviljin fekk tað at røkka langt fyrsta hálva tíman. Tjaldur, ið hevur hópin av góðum skjúttum, fekk ikki avgerandi gjøgnumbrotini, og hinvegin lá rímiliga væl fyri hjá StÍF at fáa mál burtur úr sínum royndum. Kortini sóu áskoðararnir helst við einum varhuga av, at tað bara var ein spurningur um tíð, tí á liðnum hjá Tjaldri eru tríggir rumenskir úrmælingar, ið fyrr ella seinni plaga at finna vegin til meskarnar hjá mótstøðuliðnum. So varð eisini hesa ferð, og longu í byrjanini á seinna hálvleiki fór munurin at økjast. Adina Petrea, ið er ein støðug skothóttan næstan allastaðni á vøllinum, gekk enn eina ferð undan, og við fýra málum á rað fyrstu fimm minuttirnar í seinna hálvleiki skjeyt hon Tjaldur fimm mál fram um StÍF, og tá gjørdist bitin ov stórur hjá strandakvinnum, sum ikki í seinna hálvleiki megnaðu at halda spælið á sama stigi sum í fyrra. Tá avtornaði, vístu rumensku spælararnir hjá Tjaldri seg at gera góðan mun, tí av teimum 29 málunum áttu tær rumensku tey 25. Nýggi bakkurin, Cornelia Rimbu, tykist finna seg alsamt betur til rættis á liðnum, har Marinela Patru ofta byrjar tingini úti á vonginum, tí hon dregur tveir og onkuntíð tríggjar mótspælarar til sín, áðrenn spælt verður inn til hinar, ið so eru tað leysari. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Neistin-VB 27-20 (12-12) Ikki so sannførandi jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað gjørdist ikki nakar lættur og sjálvsagdur sigur til favorittarnar í Stjørnuni, tá VÍF tók ímóti í Vestmanna í gjár. Unga VÍF-liðið beit frá sær og hekk leingi uppi í klaksvíkskvinnum Hóast tey flestu eru á einum máli um, at Stjørnan er ein av tveimum favorittum at enda í FM-finalunum til várs, samstundis sum líknandi vónir neyvan verða settar unga VÍF- liðnum, so vísti dysturin í Vestmanna í gjár, at tað er ikki so víst, at allir dystir verða so lættir hjá betru liðunum, sum stigatalvan annars kundi givið ábendingar um. Tá avtornaði, vann Stjørnan sín sigur við fimm málum, men tað var ikki fyrr enn síðstu 10 minuttirnar, at tað eydnaðist gestunum at sleppa ordiliga frá vertunum, ið stríddust væl og av øllum alvi royndu at liva sum longst í dystinum. Joan Midjord Djordjevic skoraði bara tvey mál í Vestmanna í gjár, men afturfyri vóru tað tvey sera týðandi mál, tí tey gjørdu avgerandi munin í einari løtu, har tað tóktist, sum VÍF misti takið eitt lítið sindur. Bæði málini komu í sama minutti, og tá hon hevði skotið tað seinna, var Stjørnan á odda 22-17, samstundis sum bara 10 minuttir vóru eftir. Undan tí hevði dysturin verið rættiliga javnur. Í fyrra hálvleiki slapp Stjørnan avstað í eina løtu og var á odda 9-5, men VÍF kom sterkt aftur og legði seg á odda 10-9, áðrenn Stjørnan aftur gjørdi eitt hál fyri steðgin og somuleiðis legði betur út í seinna hálvleiki. Men munurin gjørdist ikki størri enn trý mál tað mesta av seinna hálvleiki, og tað var ikki sørt, at henda ótryggjaða støða gjørdi spælið hjá klaksvíkskvinnum nervøst og trilvandi í løtum. So skal eisini sigast, at tá Stjørnan endiliga fekk lagt sjógv millum seg og VÍF, sást munur á mestsum beinanvegin. Ikki minst, tí ungu VÍF- kvinnurnar ikki høvdu tol til at gera álopini liðug, men skundaðu sær so nógv, at einki kom burturúr – og tað ofta endaði við atsókn í hinum endanum. VÍF-Stjørnan 19-24 (10-13) Stjørnan mátti stríðast Joan Midjord Djordjevic skoraði bara tvey mál í Vestmanna sunnudagin, men tey gjørdu munin, so Stjørnan slapp leys av VÍF, tá bara 10 minuttir vóru eftir Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Inter økir Meistaraliðið í italskum fótbólti liggur aftur í ár væl á odda í Seriu A. Um vikuskiftið økti Inter um munin, tí liðið úr Milano vann sín dyst, og næstfremsta liðið, Juventus, tapti nakað óvæntað sín dyst. Juventus spældi ímóti Napoli, og hóast Juve var á odda 2-0, taptu teir dystin. Inter vann 2-0 ímóti Livorno, og nú er Inter 7 stig framman fyri Juventus, sum framvegis er næstfremst. Bendtner skal verða toppskjútti Danski fótbóltsspælarin Nicklas Bendtner hevur stórar ætlanir sum álopsspælari í Onglandi. Bendtner, sum spælir fyri Arsneal, sigur við blaðið The Guardian, at hann ætlar sær at verða toppskjútti í ensku Premier League. - Innan fimm ár skal eg verða toppskjútti í Onglandi, og eg skal verða kendur sum ein álopsspælari í heimsflokki. Trúgv mær, tað fer at henda, sigur Bendtner við blaðið.