Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Cristian Preda og Gabriel Stanciu gingu aftur undan hjá StÍF um vikuskiftið, sum vann trygt við fimm málum á Kyndli í gjár. Tískil eru tað í løtuni strandingar, sum eru nærmastir oddaliðnum Tað broytist hvørja viku. Og nú er tað StÍF, sum er besta boðið at elta odda liðið. Strandingar vunnu í gjár trygt við fimm málum á Kyndli. Teir vóru oman á allatíðina í seinna hálvleiki, og hóast gestirnir úr Havn royndu at svara aftur í seinna hálvleiki, eydn­ að ist tað ongantíð at hótta leiðsluna hjá StÍF. Cristian Preda og Gabriel Stanciu hava roynst strandingum serstakliga væl í hesum kappingarárinum. So leið is var aftur í gjár, hóast teir vóru væl ansaðir í stórum løtum av dysti num. Serliga beint eftir hvíldina, tá StÍF vann sær trygga leiðslu, gingu teir und an. StÍF vann seg í gjár upp á átta stig, sum eru tvey færri enn oddaliðið, Neist in. Kyndil dragnaði og er nú á fjóð ra plássinum – fýra stig eftir grann ar nar úr Neistanum. Uttan eina verju, ið var á tærnum, fekk H71 ikki gjørt nakað sum helst við skot­ sterka Neista­liðið Hóast meistaranir úr Hoyvík hava sagt farvæl við fleiri av stóru pro fil­ unum frá liðnum í fjør, so hava teir væl og virðiliga hingið í oddinum. Fyrst og fremst takkað verið eini góð ari verju, umframt at spælararnir hava verið nóg kaldir til at taka av, tá møgu leikarnir hava verið í álops­ spælinum. Hvørki av hesum riggaði tó serliga væl sunnudagin. Frá byrjan hevði Neistin hug at toga seg frá mót­ støðu ni. Hóast spælið ikki var so flót a ndi, so sluppu skjúttarnir ofta væl fram at skotum, tí hoyvíkarverjan mest sum einvíst hugsaði um Jugo­ slav Djumic á strikuni. Og í álops­ spælinum rendu hoyvíkingarnir seg ofta í Ára Dam, sum stóð ein fínan dyst í Neista­málinum. Og so slapp Neistin veruliga at folda seg út. Fleiri ferðir er funnist at, at spælið á liðnum ikki koyrir nóg væl. Og tað er kanska rætt. Men við teimum profilum, sum liðið telur, so kunnu mál koma frá øllum kantum og vinklum, og tað var tað, sum hen­ di hesaferð. David Edvardsen, sum var hálv­ skadd ur, bankaði 10 mál inn av høgra veingi, og í hinum borðinum hevði Sjúrður Thomassen ein frá lík­ an dyst, har sjálvsálitið bara tóktist at økjast fyri hvønn minutt, sum gekk av dystinum. Seinna hálvleik skrædnaði av álvara, tá hoyvíkingar eina løtu høvdu hug at forcera í spælinum, so leið is at mistøkini gjørdust fleiri, og so trumlaði Neistin avstað. Enn er fyrsti fjórðingurin av kapp­ ing ini bara farin gott og væl aftur um bak, men tað er longu nú nógv, sum bendir á, at Neistin verður drúgv ari í ár, enn teir vóru tað í fjør. Framvegis er profilar á liðnum, sum ikki veruliga hava verið í spæl, og hóp urin er tí breiðari enn hann er hjá nøkrum av mótstøðuliðunum. Hoyvíkingar prógvaðu tað ikki hesa ferð. Men teir hava kvalitetir, sum kunnu senda teir heilt fram, og megna teir at beina skútuna aftur á beint, áðrenn teir næstu ferð møta strandingum, leggja teir seg alt fyri eitt út aftur í stríðið um finalupláss. Tað var nær við farna vikuskiftið, og hesaferð eydnaðist tað. Á borgini í Vestmanna fingu kollfirðingar óvæntað síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum Tá Andrias Nielsen í seinasta minutt­ um brádliga ikki var nóg væl ansaður og kundi økja um leiðsluna, kendi tú lættan á kollfirðingunum. Fyrstu stig ini í hesum kappingarárinum vóru veruleiki. Hóast úrslitið kom óvæntað á, hev ur tað ligið í luftini seinastu viku­ na, at stigini komu skjótt. Fyri viku síðan tapti KÍF við bara tveimum mál um á útivølli móti Kyndli, og í gjár eydnaðist at vinna við tveimum mál um á útivølli móti VÍF. Úrslitið hevur alstóran týdning fyri venjaran Jan Ottosen. Hann tók við venjarastarvinum í summar, og hev ur nú vunnið felagnum fyrstu stig ini undir hansara leiðslu. KÍF hevur seinastu trý árini mynd­ að botnin í bestu mansdeildini. Kári Mortensen var venjari, tá bulurin á liðnum skuldi skiftast út. Tað hevur framvegis ikki eydnast við góðum úrs litum á vøllinum. Nú roynir Jan Ottosen, og tílíkir óvæntaðir sigrar, sum tann í Vestmanna í gjár, hava stóran týdning, um tað framvegis skal verða hugaligt hjá yngru leikar­ un um at venja og menna seg. KÍF hevði uppiborið sigurin í gjár. Teir vóru omaná við tveimum mál­ um so at siga allatíðina, og vest­ menn ing ar runnu bara aftaná. Mið­ skeiðis í seinna hálvleiki vann VÍF sær leiðsluna, men stríðhugaðu koll­ firðingarnir bardu seg aftur í dystin, sum við 14 útvísingum var heldur hart leiktur. Gert Hansen er komin fyri seg aftur eftir drúgvan skaða, og hann taldist millum drúgvaru málskjúttarnar hjá KÍF í Vestmanna í gjár Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Claus rýmdur úr Fleetwood Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen leitar nú eftir nýggjum felag at spæla fyri í Onglandi. Claus spældi í eina tíð fyri Fleetwood, men har er hann givin, tí hann flutti bústað, og so gjørdist tað ov langt at ferðast til venjing í felagnum. Nú vónar Claus, at hann kann finna eitt nýtt felag spæla fyri, og hann vónar, at hann kann sleppa at spæla í næstbestu ella triðbestu deildini í Onglandi. AaB stongir dyrnar Venjarin hjá danska felagnum AaB syrgdi í gjár fyri, at AaB vandi fyri stongdum dyr. Í farnu viku tapti AaB steypadyst ímóti 2. Deildarliðnum Hobro, og venjarin Magnus Pehrsson vildi í gjár hava sínar menn fyri seg sjálvar til venjing. AaB skal í kvøld spæla ímóti OB í superliguni, og venjarin vil hava spælararnar at vísa ein heilt annan hugburð enn í steypadystinum í Hobro. VÍF­KÍF 27­29 (15­17) Nú er kollfirðingar við Neistin­H71 33­24 (14­10) H71 bumbað niður StÍF­Kyndil 29­24 (15­14) Útlendingarnir tóku ábyrgd uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk