mánadagur 2. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209
Um vikuskiftið var seinasti
møgu leiki at kvalifisera
seg til fýra kappingar og
eina venjingarlegu kom
andi mánaðirnar í svimj
ing. Heili 23 ymiskir svimj
ar ar megnaðu at verða
út tikn ir
Myndir: Álvur Haraldsen
Tríggir svimjarar til World Cup, sekst
an til landsdyst ímóti Íslandi, fimm
til juniormeistarastevnu í Bergen,
fimm til Evropameistarakapping á
stutt geil og sekstan til venjingarlegu
í Íslandi til Reykjavík International
kapp ing ina.
Hetta var úrslitið, eftir at seinasti
møguleikin fyri úttøku vóru til kapp
ing ar nar til januar 2010. Nakrir
svimj ar ar ganga aftur til ymisku
kapp ing arnar, og tí samsvara tølini
millum kappingar og luttakarar ikki
heilt.
23 bjóða
Fimleik og svimjing sama vikuskifti
Blaðunga Birita Debes úr Rituvík, sum setti nýtt føroyskt junior met í 50
metrar ryggsvimjing sunnudagin, svam ikki bara um vikuskiftið. Leygardagin
luttók hon nevniliga eisini í Føroyameistarakappingini í fimleiki fyri lið, har
hon umboðar Støkk í kvinnuunglingum. Bara eitt lið var í hesi kappingini, so
tað var ikki beinleiðis torført at vinna, men tað er onki at ivast í, at Birita
Debes hevur ov mikið at gera við ítróttini.
Birita Debes juniormet
Ein av svimjarunum, sum fekk nógv burturúr í gjár, er
Birita Debes úr Rituvík. Hon setti nýtt juniormet á 50
metrum rygg við tíðini 29.71 minuttir. Hetta er eitt vet
skjótari enn skjótasta tíðin hjá henni frammanundan,
sum var 29.97, sum hon megnaði at fáa á
Oyggjaleikunum á Álandi í summar, har hon eisini
vann gull. Av teimum fimm hópunum til kappingar
komandi árið, sum seinasti møguleiki var at vinna sær
pláss til í gjár, er Birita Debes partur av trimum av
teimum.
Við tíðini 14:48 minuttir svam Pál
Joensen leygardagin skjót as tu
tíðina í heiminum á 1500 metr um
í frísvimjing síðan 1. august 2009,
tá svimjiárið 2010 byrjaði.
Hetta er somuleiðis skjótasta
tíð in nakar hevur svomið 1500
metr ar í Føroyum. Og Pál Joen sen,
sum í løtuni er skjótari enn hann
var um somu tíð í fjør, er greið ir
yvir, at tað gongur hon um væl í
løtuni.
– Tað sær fínt út. Eg svam ein
fínan 1500 metur í gjár. Og nú fara
vit til World Cup kappingar í Evr
opa komandi vikurnar, og eg eri
nummar eitt í heiminum beint nú.
Tað verður hørð kapp ing í øllum
kappingunum nú, men eg fari at
gera tað besta eg kann beint nú,
sigur Pál Joensen.
Komandi vikurnar verða World
Cup kappingar í Moskva, Stokk
hólmi og í Berlin, og til hesar
kapp ing ar nar eru vánirnar hjá Páli
rímiligar.
– Russar hava nakrar góðar á
lang um teinum, men eg vóni at
fáa eitt medaljupláss í Moskva. Til
Stokkhólm veit eg nøku lun da,
hvør verður við, og svimja teir til
bes tu tíð, so má eg forbetra meg
eitt sindur, greiðir Pál Joensen frá.
120 kilometrar um vikuna
Pál Joensen nýtir ikki meira tíð
upp á svimjing, enn hann hevur
gjørt, tí tað er døgnið ov stutt til,
men hann venur øgiliga hart í
løtu ni.
– Vikurnar liggja ímillum 80 og
120 kilometrar í hylinum, og tað
ber illa til at svimja meira, áðr enn
tað verður ósunt, greiðir Jón
Bjarnason, venjari hjá Páli Joen sen
frá.
Skal svimjingin umgerast til
renning, so svarar orkan til umleið
400 kilometrar.
Jón Bjarnason leggur afturat, at
hann hev ur góðar vónir til Pál
kom an di veturin, og at málið er at
vin na EM í desembur.
-eij
Pál skjótast ur
í heiminum
eij@sosialurin.fo
Eirikur í
Jákupsstovu
Í løtuni er Pál Joensen í eini uppbyggjandi fasu, har hann svimur ímillum 80 og 120 kilometrar
um vikuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjá teimum vaksnu er lítil breidd
av svimjarum í løtuni, men tey,
sum svimja, klára seg heilt væl