mánadagur 2. november 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209
Samstundis sum SÍ vinnur
sínar dystir, megna einki
av næstu liðunum at fáa
ferðina upp og fylgja við
Lagt var upp til eina vágauppgerð,
tá Dráttur í gjár á Giljanesi tók ímóti
SÍ, men talan gjørdist ongantíð um
tann spennandi dystin, mong óivað
høvdu ynskt sær. Til tað vóru
SÍ-kvinnurnar alt ov góðar, hóast
tær mangan hava spælt betur, enn
tær gjørdu hesa ferð.
Dráttur hevur mist nógv fólk, og
tað bæði sæst og merkist, og tí bleiv
dysturin í gjár á ongan hátt
endurtøka av teimum spennandi
dystunum millum liðini í fjør, sum
allir vóru fimmsettarar, ið SÍ tó vann
3-2 hvørja ferð.
Í fyrsta setti vísti SÍ besta spælið í
dystinum, men síðani linkaði trýstið,
uttan at Dráttur tó av álvara fekk
hótt sigurin. Í øðrum setti var
munurin tó ikki so stórur, og í triðja
setti fekk Dráttur góða byrjan við
6-1 leiðslu, men SÍ javnaði seinni til
13-13, og so fylgdust liðini uppeftir,
til SÍ at enda fekk avgjørt til egnan
fyrimun.
Sigurin merkir, at SÍ nú er fýra stig
framman fyri næstu liðini, harav
onkur tó hava spælt ein dyst færri.
Kortini sær ikki út til, at nakað av
næstu liðunum megnar at seta
ferðina upp og fylgja við SÍ, ið
higartil – enntá hóast feilir og sløsut
spæl til tíðir – koyrir mestsum fyri
seg.
Hini hava tó onkra gularót eftir, tí
seinni verða stigini koyrd niður í
helvt, og eftir lokna landskapping
skal meistaraheitið avgerast millum
tvey tey fremstu við finalum. Enn
røkist einki fyri, at SÍ fær veruliga
kapping, men tað kann sjálvandi
broytast, sum tað líður út á
kappingarárið.
Seinnapartin í gjár var Ítróttarhøllin
í Kollafirði karmur um absolutta
botndystin hetta umfarið, tá KÍF tók
ímóti ÍF. Undan dystinum hevði
hvørki liðið vunnið nakran dyst,
tíansheldur nakað sett, so her ráddi
um at royna at sleppa úr botninum.
Men hóast fortreytirnar ikki vóru
ólíkar, tá hugt var at stigatalvuni
undan dystinum, so var á vøllinum
eingin sum helst ivi um, at ÍF var
klárt betra liðið, og í veruleikanum
var talan um einvegis ferðslu allan
vegin.
KÍF fekk slett ikki hótt ÍF, sum
serliga í øðrum setti demonstreraði
munin á liðunum og annars í løtum
vísti spæl, ið gevur vón um, at liðið
ikki bara fer at vinna fjórðahvønn
dyst í vetur. Verri sær út hjá KÍF, sum
í løtuni er besta boðið upp á
botnproppin
í
Eikliguni
hjá
kvinnum.
hil
Fyri viku síðani vann TB eitt
sett frá Fleyr og hesa ferð
eydnaðist at taka tvey sett
frá Mjølnir, sum tó hevði
munin
Mjølnir var púra fyri ongum, tá liðið
fyri viku síðani vitjaði í Sørvági, men
nú enn ein útidystur var á skránni
leygar dagin, sá betri út. Tað eydn-
aðist at vinna á TB í Trongisvági,
men sigurin varð ikki fingin til høldar
utt an svørðsslag.
Í fyrsta setti sat Mjølnir á øllum,
men longu í øðrum setti vendi TB
dystinum og helt fram í triðja setti.
Tá var Mjølnir á odda 24-16 og
mangl aði bara settbóltin, áðrenn TB
raknaði við og enntá tók settið við
26-24!
At TB hevur fingið Gudrid Nolsøe
aftur, er stórur styrkur, og hon lyftir
eisini hinar upp við sær. Tað var
eisini um reppið, at tað í fjórða setti
bar heilt á mál, men best sum TB var
kom ið í gongd, byrjaði spælið hjá
Mjøln ir eisini at batna í stórum, og
tað eydnaðist at vinna settið og
yvir liva.
Í fimta og avgerandi settinum var
held ur ikki stórur munur á, men
Mjøln ir royndist drúgvari og fór
av stað við sigrinum í einum væl
spæld um dysti, har serliga servurnar
hjá báðum pørtum gjørdu, at liðið
hinu megin netið ikki kundi loyva
sær at taka sær av løttum.
KÍF-ÍF 0-3 (15-25, 6-25, 13-25)
Einvegis ferðsla
TB-Mjølnir 2-3 (10-25, 25-23, 26-24, 21-25, 11-15)
Fimm sett máttu til
Dráttur-SÍ 0-3 (12-15, 20-25, 22-25)
SÍ stormar avstað
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
SÍ-kvinnurnar eru einaráðandi
í løtuni, og einki røkist fyri,
at tær í bræði fáa veruliga
kapping frá nøkrum av hinum
liðunum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
United vil hava Suarez
Enska blaðið The Times vil vera við, at Manchester United ætlar
sær at keypa stóru stjørnuna hjá Ajax í Hollandi. Álopsspælarin
Luis Suarez hevur rættiliga gjørt vart við seg í hollendskum
fótbólti, og United skal verða sinnað at keypa spælaran á
nýggjárinum. Prísurin verður eftir øllum at døma millum 200 og
300 milliónir krónur. Luis Suarez er 22 ára gamal og hevur skotið
54 mál í 75 dystum fyri Ajax.
Giggs vil verða landsliðsvenjari
Mest vinnandi fótbóltsspælarin í bretskum fótbólti, Ryan Giggs, er
hugaður at gera landsliðsvenjari í Wales, tá ið hann gevst at spæla
fótbólt. Giggs fyllir 36 ár í november, so yrkisleiðin sum spælari
syngur síðsta vers. – Tá tú hevur spælt á landsliðnum og gevst at
spæla, so er landsliðsvenjarastarvið tað størsta, sum tú kannst
uppnáa, sigur Ryan Giggs. Hann sigur, at børn og ung í Wales eiga í
størri mun at velja fótbólt heldur enn rugby sum ítróttargrein.