Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Í síni tíð vóru dystirnir millum Havn og Klaks vík teir heilt stóru klassik ar­ ar nir í føroyskum flogbólti, og í gjár kom so ein ábend­ ing um, at tað kunnu teir kanska gerast aftur, tí talan var um drúgvan og skift­ andi dyst, tá Fleyr og Mjøl­ nir møttust Enn hevur Fleyr nokk ikki ordiliga fingið tað burturúr, sum liðið hevði ætlað sær í vetur, men tað hevur tó verið nær við tvær ferðir. Í gjár var liðið partur av øðrum fimm settara­ num í vetur, men eins og ímóti SÍ her fyri, endaði Fleyr við at tapa drúgva dystin, so tí lukkaðist heldur ikki hesa ferð at koppa øðrum av fremru liðunum. Fyrr var tað soleiðis, at dystirnir mill um Fleyr og Mjølnir vóru teir stóru klassikararnir í føroyskum flog bólti, men soleiðis hevur ikki ordil iga verið seinnu árini, nú onnur feløg eru komin við millum tey allar­ fremstu. Og tað er eitt sindur langt síðani, at bæði Fleyr og Mjølnir kapp aðust heilt har frammi í senn, men í vetur verður tað kanska øðr­ vísi. Í dystinum í gjár fekk Fleyr betru byrjanina, tá tað eydnaðist at vinna fyrsta settið, ið annars var rímiliga javnt. Men so tók Mjølnir yvir og vann greitt tey bæði næstu, áðrenn Fleyr kom fyri seg aftur í fjórða setti. Har var Fleyr fyrst á odda 8­2, men Mjølnir kom aftur og javnaði til 13­13, áðrenn Fleyr aftur fór avstað og kom upp á 20­13, áðrenn Mjølnir enn eina ferð royndi, men ikki fekk fatur í Fleyr aftur. Nú stóð 2­2 í settum, og alt skuldi avgerast í fimta settinum. Men her vístu menninir í Mjølnir, at teir fegnir vildu verja oddasessin, og teir vórðu í veruleikanum ongantíð ordiliga hótt ir. Tá liðini skiftu síðu, var Mjølnir á odda 8­4, og Fleyr fekk ongantíð aftur fatur í klaksvíkingum. Sum tað gjarna er, tá talan er um ein fimmsettara, var hetta ein undir­ haldandi dystur, har Mjølnir til tíðir spældi upp til sítt allarbesta, eins og Fleyr veruliga fekk víst, at liðið er væl á veg fram. Burtur sæð frá triðja settinum, var mótstøðan frá fuglfirðingum so lítil, at sørvingar kundu vinna ein tryggan sigur, uttan kortini at vera serliga sannførandi Framvegis má helst staðfestast, at tað verður meira enn torført – fyri ikki at siga ógjørligt – hjá fugl firð­ ing um at endurtaka frálíka ársúrslitið í fjør, tá menninir vunnu bæði lands­ og steypakappingina og gjørdust steypa vinnarar í stórum stíli. Miss­ uri n av berandi spælarum sum eitt nú Rúna Weihe og Bartal Eliasen er mein ur, og hetta kom eisini til sjónd­ ar í Sørvági leygardagin. SÍ vann dystin 3­0, og serliga í teim um báðum fyrru settunum høv du sørvingar lætt spæl. Uttan at vera so øgiliga sannførandi, tí talan var bæði um nógvar feilir og vant­ an di konsentratión, eydnaðist SÍ at taka tey bæði settini rættiliga ein­ falt. ÍF, sum í vetur hevur eina unga og fyri ein part rættiliga óroynda manning, fekk tó mannað seg upp í triðja setti, tá teir fingu bitið meira frá sær, so liðini fylgdust uppeftir allan vegin. Men kortini eydnaðist ikki at gera nakað við SÍ, og fugl firð­ ingarnir mundu aftaná iðra seg um, at serliga servufeilirnir, ið vóru fleiri í tali í bara hesum eina settinum, kost aðu dýrt. Avrikið hjá heimaliðnum var verri enn so nøktandi, og tað munnu teir í SÍ vita best sjálvir. Har er nógv at arbeiða við, um liðið veruliga skal bjóða Mjølnir av, men tað kann vera so skjótt, at ein vend kemur í. Hin­ veg in bendir alsamt meira á, at leik­ lut ur in hjá ÍF verður í niðara enda­ num, og sum er, líkist ÍF einum einsa møllum botnliði í vetur, um ikki liðið fær styrkt sær um mann­ ing ina ella fingið onkrar av teimum givnu aftur. Svendborg vann Julian Johnsson og liðfelagarnir í Svendborg tóku ímóti eykaliðnum hjá AaB í 2. deild vestur í gjár. Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 1­0. Sigursmálið fall longu aftaná 23 minuttir, og var tað Jesper Rasmussen, sum skjeyt sigursmálið fyri Svendborg. Við sigrinum eru Julian og liðfelagarnir komnir uppá 17 stig fyri 13 dystir, og eru teir nú átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Silkeborg fekk fult Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í Silkeborg vunnu ein góðan 2­0 sigur á Randers á útivølli í gjár. Christian Lamhauge Holst fekk 71 minuttir á vøllinum, áðrenn hann varð skiftur út við Martin Svenson, og føroyski landsliðsspælarin fekk kortini ikki sjálvur nakað mál hesa ferð. Silkeborg er nummar fimm í SAS­liguni við 24 stigum fyri 14 dystir. Fleyr­Mjølnir 2­3 (25­23, 17­25, 18­25, 25­20, 9­15) Klassikarin krimaði SÍ­ÍF 3­0 (25­20, 25­17, 25­23) Lætt spæl hjá SÍ einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Gamli klassikarin millum Fleyr og Mjølnir endaði við einum fimmsettara, har Mjølnir var drúgvari og fekk varðveitt oddasessin Mynd: Álvur Haraldsen