Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 10 ára gamla Luisa Sofía Eliasen vann um vikuskiftið DM-heitið í samba í elitubólkinum fyri børn undir 12 ár Samba er kanska ikki tað, sum mest verður gjørt við í Føroyum, hóast vit fyri góðari viku síðani sóu grein í Sosialinum um millum annað sam­ ba frá læru. Men hjá 10 ára gomlu Luisu Sofíu Eliasen, sum er dóttir Boga og Giselu Eliasen, og sum býr í År hus, hevur dansur fylt nógv seinas tu árini. Luisa Sofía er elitudansari, og um vikuskiftið tók hon lut í DM­ kapp­ ingini í latin og samba saman við dansipartnara sínum, Tore Lund. Hóast bæði Tore og Luisa Sofía hava dansað í nógv ár, hava tey ein­ ans dansað saman í tríggjar vikur, og tí høvdu tey ikki roknað við, at tey skuldu endað heilt frammi í oddi num. Men tá kappingin var av, høvdu tey bæði vunnið sær gull í samba og silvur í latíndansinum, so heilt av leið var tað nú slettis ikki. Heimsins bestu venjarar Århus hevur seinnu árini verið mettur sum ein av fremstu dansi­ býunum í Evropu, og tí er býurin mest sum fastur venjingarstaður hjá fleiri av fremstu dansarunum í heimi num. Og tað hevur eisini givið fram úr venjingarmøguleikar hjá Luisu Sofíu og Tore. Millum føstu venjarar teirra kunnu nevn ast Marianne Eihilt og Mads Vad, sum eru kend frá »Vild Med Dans«, og Lene James, sum var fyrsti danski heimsmeistarin í dansi. Sum persónligar venjarar hava Tore og Luisa Sofía parið Bjørn Bitsch úr Danmark og Ashli William­ son úr Australia. Tey hava í heyst hava vunnið silvur í EM og HM í 10­ dansi, sum er kapping í bæði latin­ og standarddansi. Og tey bæði liggja í løtuni ovast á alheims styrki­ listanum fyri dansipør. Næst á skránni hjá Luisu Sofíu og Tore er DM í standarddansi, sum verð ur í Køge um tríggjar vikur. Pólski málverjin langar hart út eftir kvinnuligum ítróttarjournalistum í bókini. Hann sigur tær einki skil hava fyri fótbólti Nógv rok hevur verið um pólska mál verjan hjá FC Midtjylland, Arek Onyzko, sum fyrr hevur vart málið hjá Viborg og OB í bestu donsku fót­ bólts deildini. Nú hevur pól lend ing­ ur in givið út eina sjálvsævisøgu, sum hann hevur givið heitið “Fuck­ ing Polak”. Bókina hevur hann skriv­ að í samstarvi við danska journalistin, Steffen Moestrup. Partur av bókini handlar um blóðu ga stríðið, sum var millum Arek Onyzko og fyrrverandi konuna, Onnu. 22. mars í ár kom veruliga til ill nar millum tey bæði. Anna stakk Arek við einum breyðknívi, og rakti hon hann bæði í magan og í búkin, men tíbetur ikki so meint. Alt endaði við, at Arek slerdi konuna, og hann fekk ein treytaleysan valdsdóm fyri tragisku hendingina. Hendingin fylti sera nógv í donsku miðlunum. Kort­ ini sær Onyzko uppá donsku mið lar­ n ar, sum bæði sín vin og sín fíggi­ nda. Kvinnuligir ítróttarjournalistar Í bókini langar Onyzko harðliga út eftir kvinnuligum ítróttar journ al ist­ u m. Onyzko sigur seg ikki skilja hvussu tað ber til, at tað eru so nógv ir kvinnuligir ítróttar journ al ist­ ar. Eftir hansara tykki, so tykjist tað sum um, at allir studiovertirnir í ítróttar sendingunum skulu vera kvinn ur. Og hann spyr, um tað bara er, tí tær síggja so gott út? Og tann góða útsjóndin skal gera tað lættari at “lokka” svar burtur úr fótbólts­ spælar unum. Onyzko sigur tað svara til, at hann sjálvur skuldi gjørt við­ merk ingar til hondbólt, sum hann einki skil hevur fyri. – Tær hava jú aldr in sjálvar spælt fótbólt, so hvat f.... skal eg tosa við tær um? Spyr pólski málverjin. Í bókini langar Onyzko eisini út eftir leiðsluni í OB, sum hann sigur held ur ikki hava skil fyri fótbólti. Onyzko heldur tað vera sinnissjúkt, at fólk sum einki skil hava fyri fót­ ból ti skulu hava so stórt vald í danska fótbóltsheiminum. Hann hev ur avgjørt, at fólk sum ikki hava skil fyri fótbólti, skulu tiga. Arek Onyzko gevur bók út heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Luisa Sofía Eliasen og Tore Lund vóru besta dansiparið í flokkinum undir 12 ár, tá DM í latín og samba var í Odense leygardagin Føroyskt samba-gull í Danmark jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Finalistar hittast Finalistarnir í ensku steypakappingini Carling Cup í fjør hittast í fjórðingsfinaluni í kappingini í ár. Manchester United og Tottenham skulu spæla ímóti hvørjum øðrum á Old Trafford. Chelsea skal spæla á útivølli ímóti Blackburn, Arsenal skal spæla ímóti Manchester City, og seinasta fjórðingsfinalan verður ímillum Portsmouth og Aston Villa. Drogba er tann besti Chelsea­miðvallarin Frank Lampard heldur, at liðfelagin Didier Drogba er besti álopsspælarin í heiminum. Tað sigur Lampard, eftir at Drogba hevur víst stórform seinastu vikurnar. ­ Drogba er ein spælari í heimsflokki, og hann er í stórformi í løtuni. Eg haldi, at Drogba er tann besti álopsspælarin í heiminum, tí hann er so fjølbroyttur í sínum spæli, sigur Frank Lampard við blaðið Sporting Life.