Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 Evald í essinum Leygardagin skipaðu Føroya Triathlon Felag og Hósvíkar Róðrarfelag fyri havsvimjikappingini Selatrað-Hósvík. Eitt konufólk og 10 mannfólk kappaðust um at svimja tveir kilometra langa teinin, ið Sundafergan á sinni sigldi, og tók tað skjótasta svimjaranum smáar 45 minuttir. Sera stutt var millum vinnaran og nummar tvey, og fylgdust Evald Rasmussen og Gunnar Dahl-Olsen stóran part av teininum. Mitt á fjørðinum mistu teir hvønn annan í aldunum, og tí visti eingin av hvør øðrum, fyrr enn komið var á mál. Evald var tann fyrri og vann framman fyri Gunnar, og á triðja plássi kom Kári Simonsen. Rói í Dali, sum vann Nólsoyarsvimjingina í ár, kom ov langt norður, og tí mátti hann hesa ferð taka til takkar við einum fjórðaplássi. Chelsea og Manchester United tóku bæði alt tað, tey kundu fáa um viku skift­ ið, meðan Liverpool tapti fyri fimtu ferð í ár Chelsea vísir óhugnaliga styrki til tíð ir. 0-4 á útivølli er eitt sera gott úrslit, sum staðfestir støðuna hjá Chel sea sum oddalið. Manchester Uni ted vísti eisini styrki á sama hátt, og reistist sum um einki var hent farna vikuskiftið. Arsenal, sum er trý stig aftan fyri Manchester United við einum dysti til góðar, basti Tottenham og grannauppgerðini og harvið er Arse nal ósigrað í seks dystir á rað – av teimum hava teir vunnið fimm. Manchester City, Tottenham, Liver pool, Aston Villa, Sunderland og Stoke, sum eru næstu liðini á stiga talvuni, settu øll stig til og mistu av tí sama eitt fet í oddinum. Vert er at hefta seg við javnleikinum hjá Manchester City móti Birming- ham, tí hetta er fjórði dysturin á rað, sum Manchester City bara fær eitt stig. Í hinum endanum á stigatalvuni sær tað heilt galið út hjá West Ham, sum ikki hevur vunnið seinastu níggju dystirnar. Seinasti og einasti sigur in higartil hjá West Ham var á fyrsta leikdegi tann 15. august, tá West Ham vann við tveimum málum móti ongum á útivølli móti Wolver hampton. Toppurin trumlar víðari Robin van Persie skoraði tvey av teimum trimum málunum, tá Arsenal í grannauppgerðin leygardagin sópaði Tottenham av vøllinum Mynd: Akira Suemori/AP Photo Premier League, úrslit Birmingham-Manchester City 0-0 Manchester United-Blackburn 2-0 (0-0) 1-0: Dimitar Berbatov, 55. 2-0: Wayne Rooney, 87. Portsmouth-Wigan 4-0 (2-0) 1-0: Aruna Dindane, 35. 2-0: Frederic Piquionne, 45. 3-0: Aruna Dindane, 64. 4-0: Aruna Dindane, 90. Fulham-Liverpool 3-1 (1-1) 1-0: Bobby Zamora, 24. 1-1: Fernando Torres, 42. 2-1: Erik Nevland, 73. 3-1: Clint Dempsey, 87. Everton-Aston Villa 1-1 (1-0) 1-0: Diniyar Bilyaletdinov, 45. 1-1: John Carew, 47. Burnley-Hull 2-0 (1-0) 1-0: Graham Alexander, 20. 2-0: Graham Alexander, 77. Bolton-Chelsea 0-4 (0-1) 0-1: Frank Lampard, 45. 0-2: Deco, 61. 0-3: sjálvmál (Zatyiah Knight), 83. 0-4: Didier Drogba, 90. Stoke-Wolverhampton 2-2 (2-0) 1-0: sjálvmál (George Elokobi), 17. 2-0: Matthew Etherington, 44. 2-1: Jody Craddock, 47. 2-2: Jody Craddock, 64. Sunderland-West Ham 2-2 (1-2) 0-1: Guillermo Franco, 30. 0-2: Carlton Cole, 36. 1-2: Andy Reid, 39. 2-2: Kieran Richardson, 76. Arsenal-Tottenham 3-0 (2-0) 1-0: Robin van Persie, 42. 2-0: Cesc Fabregas, 43. 3-0: Robin van Persie, 60. FAKTA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo