Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. november 2009 – Nr. 209 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31 Sosialurin var á Old Trafford, tá Manchester United leygarkvøldið aftur setti kósina ímóti enska meistaraheitinum Eftir tapið á Anfield móti Liverpool seinas ta vikuskiftið, gav venjarin hjá Man chester United, Sir Alex Fergu­ son, leikarunum hjá sær greið boð um at reisast aftur sum skjótast. Í løtuni sær tað út til, at tað verða Chel s ea og Arsenal, ið Manchester Uni ted skal stríðast við um at vinna enska meistaraheitið. Arsenal vann 3­0 heima móti grannunum úr Tottenham, og Chelsea vann greiðan 4­0 sigur á Bolton og heldur fram við at liggja fremst. Tí var trýst á Sir Alex og hansara monnum at fáa trý stig á heimavølli ímóti Blackburn. Berba fekk flott mál Hóast Old Trafford var nærum full­ sett og Manchester United sat á at kalla øllum í dystinum, so var tað ikki fyrr enn stutt inn í seinna hálv­ leik, at Dimitar Berbatov, eisini kend­ ur sum Berba, legði Manchester United á odda. Tá var ein sjónligur lætti at hóma á Old Trafford. Eisini fyri Berbatov, sum lítla løtu frammanundan fekk av at vita frá heimaviðhaldsfólkinum. Hann misti bóltin fyri aðru ferð upp á stutta tíð – upp á sín vanliga non­ chelan ta hátt – og tað fekk eitt sindur av øði í grindina. Hansara spæliháttur er nakað, ið hev ur tvingað flestu viðhaldsfólkini at taka eina støðu til mannin. Tey ant in elska hann ella orka ikki fyri hon um. Málið var eitt framúr gott mál, har Berba tamdi og fluktaði bóltin í net­ ið við somu rørslu. Hann fekk eisini nógv herðaklapp á veg út av vølli­ num, tá Sir Alex valdi at skifta hann út nakað eftir. Maðurin, ið kom í hansara stað, var Michael Owen. Fyri viku síðani var móttøkan køld, tá hann trakkaði inn á gamla leikvøllin hjá sær í Liver­ pool. Hesa ferð var móttøkan heit og vinarlig. Tað eru eisini nógvar Man chester United­troyggur at síg­ gja uttan fyri Old Trafford, har sjey­ tal ið og Owen standa á rygginum. Obertan byrjaði illa Stutt fyri dystarenda økti Wayne Rooney til 2­0 eftir innlegg úr vinstru síðu. Nú vendist ikki aftur hjá Black­ burn, sum lítið og einki hevði at bjóða uppá. Tað sama kann sigast um viðhaldsfólkini hjá teimum, sum vóru fá í tali og sjáldan hoyrdust á risa stóra Old Trafford. Nú hevur Black burn tapt tíggju teir seinastu út i dystirnir í Premier League. Dysturin gav eisini debut til Gab riel Obertan, sum í summar bleiv keyp ur úr franska Bordeaux. Hann minn ist tó nokk ikki dystin við gleði. Hann byrjaði við at dribla bóltin av síðulinjuni, fyri síðani at brenna tveir stórar møguleikar. Sir Alex segði eftir dystin, at Ober­ tan var ónøgdur við sítt egna avrik eftir dystin. Hann vísti samstundis á at hetta er bara aðru ferð, at Obertan er á vøllinum eftir sjey mánar við skaða í rygginum. Støðan eftir hetta vikuskiftið bendir á, at tað verða Chelsea, Man chester United og Arsenal, sum fara avstað við teimum trimum ovastu plássi num, meðan Liverpool sær út sum eitt lið, ið fær ilt við at halda seg innan fyri topp fýra. Tó so, so hava øll liðini aftan fyri topp trý svingað eitt sindur í ár. Dimitar Berbatov vísti síni bestu kynstur, tá hann á Old Trafford-heimavøllinum setti hol á fyri Manchester United leygardagin ímóti Blackburn Mynd: Simon Dawson/AP Photo Durita Christophersen aftur til Stjørnuna Durita Christophersen, sum eftir seinasta kappingarár skifti úr Stjørnuni aftur til barndómsfelagið VÍF, fer nú aftur til Klaksvíkar at spæla. – Eg hevði væntað, at tað at koma aftur til barndómsfelagið fór at vera so øgiliga gott, men tað er nú so leingi síðan eg var her, og tað gjørdist ikki júst tað, eg væntaði. Eg havi fingið góðar vinkonur í Klaksvík, og mær longdist aftur til Klaksvíkar, sigur Durita um orsøkina til, at hon við virknaði beinanvegin skiftir aftur til Stjørnuna. Av tí at hon skiftir mitt í kappingarárinum, noyðist hon at bíða í 30 dagar, áðrenn hon aftur kann spæla dyst. Manchester United aftur á kós argetrondur@ofit.net Tróndur Arge Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 11 9 - 0 - 2 28 8 20 27 2 Man Utd. 11 8 - 1 - 2 23 11 12 25 3 Arsenal 10 7 - 1 - 2 32 13 19 22 4 Man City 10 5 - 4 - 1 18 11 7 19 5 Tottenham 11 6 - 1 - 4 21 17 4 19 6 Liverpool 11 6 - 0 - 5 25 16 9 18 7 Aston Villa 10 5 - 3 - 2 14 9 5 18 8 Sunderland 11 5 - 2 - 4 20 17 3 17 9 Stoke 11 4 - 4 - 3 11 13 -2 16 10 Burnley 11 5 - 0 - 6 12 22 -10 15 11 Fulham 10 4 - 2 - 4 13 13 0 14 12 Wigan 11 4 - 1 - 6 12 21 -9 13 13 Everton 10 3 - 3 - 4 13 16 -3 12 14 Birmingham 11 3 - 2 - 6 8 12 -4 11 15 Bolton 10 3 - 2 - 5 14 19 -5 11 16 Wolves 11 2 - 4 - 5 11 18 -7 10 17 Blackburn 10 3 - 1 - 6 11 24 -13 10 18 Hull 11 2 - 2 - 7 8 24 -16 8 19 West Ham 10 1 - 4 - 5 13 17 -4 7 20 Portsmouth 11 2 - 1 - 8 9 15 -6 7