Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2009 35 Vit vistu, at tað fór at verða stórt – men so stórt og kensluborið hevði neyvan nakar væntað. Við fimm milliónum krónum vístu føroyingar, at vit megna at standa saman, tá ið á stendur. Vit hava hoyrt um tað leingi og væntaðu so eisini eitt ordans brak. Við Føroya Symfoniorkestri á odda kann tónleikagóðskan neyvan gerast annað enn framúr. Og so varð eisini leygarkvøldið í Norður­ landa húsinum. Tón leikarar­ nir hetta kvøldið kunnu ikki sigast at verða annað enn framúr, og serstakliga Petsy Tvørfoss fekk undirritaðu at fáa gásarhold av vøkru og ógvusligu røddini. Vertirnir væl fyrireikaðir Sigrun Brend, John Sigurd Johannesen, Kaj Joensen og Óluvá Zahariassen stóðu fyri sendingini í Sjón­ varpinum, og hesi vístu veruliga sínar dygdir sum sjónvarpsvertir. Fleiri teirra eru kend frá tíðinda­ og ítróttarsendingum, men eisini til undirhald og álvars­ ligar samrøður duga hesi royndu kringvarps fólkini síni ting. Eingin ivi um tað. Bergtóku kenslurnar »Føroyar móti Krabba«. Ja, bert heitið á tiltakinum boðar frá, at tað sannlíkt verður eitt kensluborið kvøld. Sendingin legði eisini upp til, at kenslurnar hjá hyggjarunum skuldu endurvendast. Vit sóu eina ørgrynnu av føroy­ ing um, sum høvdu havt krabbamein – men yvirlivdu. Og sólskynssøgur av yms­ um slag, sum góvu okk um hyggjarum eina avslapp aða kenslu av, »at tað gongur nokk tað heila«. Nokso typiskt føroyskt. Vit vilja ikki vísa tað keðiliga við øll­ um. Eingin orsøk at ræða nakran. Men so kom Inga. Kringvarpið hevði av álvara lagt orku í júst hetta innslagið, og við myndum frá hondbóltstíðini hjá sterku Danberg kvinnuni, mynd um frá hennara jarðar­ ferð, og samrøður við tey, sum eftir henni sita, sótu allarhelst øll í landinum við klumpi í hálsinum og tárum í eygunum. Undirritaða megnaði í øllum førum ikki at halda eyguni turr, tá ið saknurin eftir Ingu Danberg so væl bleiv lýstur gjøgnum orðini hjá familju hennara. Sat heima í stovuni, og hugdi eftir »Føroyar móti Krabba«, og við rennandi eygum, kenslum og tankum fór tann afturvendandi tankin um at leggja sigarett­ irnar á hyllina aftur at spøkja. Frálíkt tiltak, og hattin av fyri Kringvarpinum, Norður landahúsinum, Krabba meinsfelagnum og ikki minst teimum nógvu fólk unum, sum deildu sína søgu við okkum. Serstakliga familjan hjá Ingu Danberg, sálu. Fimm milliónir krónur vísir veruliga, at føroyingar kunnu standa saman, tá ið á stendur, og tað gjørdu vit leygarkvøldið. Bergtóku kenslurnar hjá føroyingum