mánadagur 2. november 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 209 - 2. november 2009
Tað varð av fagrasta veðri til
minningarhaldið í Klaksvík
í gjár, har hópin av fólki var
samankomið, sum altíð
MINNINGARHALD
Orð og myndir:
Dávur Winther
Tað var Jógvan Skorheim,
varaborgarstjóri, ið beyð vælkomin,
meðan Eyðun Elttør flutti fram røðu,
har hann m. a. leit aftur í søguna og í
brotum greiddi frá hendingunum
kring Ernestinu, Fossanes og
Ekliptiku.
Hann hugleiddi um sunnudagin 29.
august 1943, tá ið hátíðarhald var
kring sama minnisvarða í Vágstúni.
Tvey ár frammanundan var
Ekliptika horvin á veg heim úr
Aberdeen. Fimm ár frammanundan
var Fossanes farin á Suðurlandinum
og allir sjólótust. 13 ár
frammanundan var Ernstine farin á
land í Íslandi, har fleiri sjólótust,
hóast teir flestu vórðu bjargaðir.
Hesi vóru øll skip, ið høvdu
heimstað í Klakksvík.
Fyri at æra minnið um hesar menn,
ið fórust - og aðrar við, varð hesin
minnisvarði reistur í 1942, og hann
hevur verið ein tigandi boðberi
gjøgnum hesi mongu ár síðani, og
ein áminning um tað, ið havið
kravdi. Havið, ið annars hevur givið
føroyingum so nógv.
Við til minnignarhaldið í Klaksvík
í gjár vóru eisini tvey umboð fyri
verjuskipið Ejnar Mikkelsen, sum lá
á Klaksvík – Troels Sandwall,
skipari og Søren Scheller,
stýrimaður.
Yvirstýrimaður á Ejnar Mikkelsen
er føroyingurin Rúni í Dali.
Kransar vórðu lagdir av
Klaksvíkar Býráð: Gunvá við Keldu
Føroya Landsstýri: Jacob
Vestergaard
Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan
Páll Steinberg
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag:
Jastrid W. Niclasen
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag:
Arthur Guðjonsson
Kórsangur var við sangbólkinum
Vitinum og eisini var felags sangur.
Tiltakið endaði við at Jógvan
Skorheim, varaborgarstjóri takkaði
og tók saman um.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri Jógv
an Skorheim, varaborgarstjóri Søren
Scheller, stýrimaður og Troels Sand
wall, skipari á Ejnar Mikkelsen
Jacob Vestergaardlandsstýrismaður í
fiskivinnumálum Jógvan Páll Steinberg
form. i Klaksvíkar Útróðrarfelag,
Arthur Guðjonsson form. í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag og Jastrid W.
Nicla sen forkv. í Klaksvíkar Arbeiðs
kvinnufelag
Mynd: Dávur Winther
Minningarhald í fagrasta