Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. november 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 2. november 2009 37 Røðan, sum Eyðun Elltør helt á minningarhaldi teirra sjólætnu í Vágstúni í Klaksvík í gjár: Góðu áhoyrarar. Góðu norðingar. »Niðan á varða mín skal eg fara og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái upp á klagu mína.« Á gomlu bygdagøtuni vóru varðar, sum staðfestu, um vit vóru á rættari leið, søgdu okkum, hvussu langt var gingið, varðin leiddi okkum fram til býggjar. Minnisvarðin hevur eitt annað og øðrvísi endamál, hann leiðir okkum ikki longur fram í foldarlívinum. Varðin fær okkum at steðga á eina løtu og minnast. Hvør av okkum hevur møguliga eitt serligt stað, ein minnisvarða, har vit kunnu steðga á og minnast á tað, sum farið er. Um vit í huga okkara fara 66 ár aftur í tíðina. Tað er sunnudagur 29. august 1943, heimsbardagi leikar á, bæði nær og fjar, ein skari av fólki er komin saman í Vágstúni. Hetta er ein serligur dagur, ein minnisvarðin er reistur fyri at æra minnið um teir mongu sum fórust. Einki er at ivast í, at skarin sum stendur kring varðan hendan dagin, hugsar um, hvussu miskunarleyst havið kann verða, hvussu lagnan broyttist fulkomuliga frá einari løtu til aðra. Fyri tey, sum búleikaðust í Klaksvík um hetta mundið, hevur minnisvarðin havt stóran týdning og tey hava givið hann til okkara so vit eisini kunnu standa her og æra minnið um tey, sum eru farin. Í Vágstúni í dag standa vit spyrjandi um lívsins gátu, tað er eins og eygu okkara fylgja varðanum, sum hann toyggir seg upp móti himli og spyrja, er nøkur hjálp at fáa, er nakað svar, ið kann møta mínari sorg, mínari klagu? Árni Jacobsen letur sorgina í ein vónarbúna, tá hann sigur: »Syrgjandi tey eftir sita – konur, synir, døtur – várið, sum í durum stóð, nú misti allan mátt. Orka ei at hugsa um at sleppa sær á føtur, ikki eigur undra, um enn mangur fall í fátt. Lítið móti sólini, seg upp á loft sæst draga, hon skal kveikja hita, geva vón í særda sinn. Unga fólkið valla so úr ættini man bragða, tey brátt taka við – í lívsins dysti gerast stinn.« Mangar tigandi skilnaðar løtur vóru hjá teimum, sum lótu sínar kæru fara avstað. Eina slíka løtu upplivdi Greta Larsen. Tá eg arbeiddi á Havsbrún, búði eg hjá Gretu Larsen. Hon var einkja, ein Gudsóttandi kvinna, maður hennara fórst við Verdandi. Vit sótu mangan og tosaðu um farnar tíðir. Verdandi fór av Siglufirði í november 1944, men kom ongantíð vegin fram. Við henni vóru 15 menn. Ein av teimum var Olaf Jakob Larsen, maður Gretu, hon var frá Gjógv. Tey høvdu bygt sær hús í Fuglafirði. Hendan túrin, tá hann skuldi fara avstað, var heilt ørðvísi, tað var ógvuliga tungt, at siga farvæl, segði Greta fyri mær. Tá hann var komin út á trappuna, vendi hann innaftur, hann tók um meg og helt um meg leingi og fast, tað var eins og hann vildi ikki sleppa mær. Ein lagnu løta. Fyri Gretu varð hetta stað allarhelst nakað heilt serligt, eitt minnisstað har hon aftur og aftur kundi kenna hansara flógva favn. Soleiðis kundu vit hildið á við frásøgnum frá teimum, sum mistu so nógv. Símun Hansen er ógvuliga beinrakin, tá hann gevur bókini Norðoyggja skipa- og handilssøgu heitið Havið og Vit. Vit eru nær knýtt at havinum, vit eiga so nógv har úti, sum ongantíð vunnu upp land. Í 2007 kom bókin út við heitinum, Fossanes – bóru ikki boð í bý. Páll Kunoy skrivar: “Útsynningur er skaðaætt á Suðurlandinum, og í mars mánaði 1938 er Fossanesi, saman við øðrum føroyskum garnaskipum, í ringasta ódnarveðri á hesum leiðum. Hini føroysku skipini kláraðu nøkunlunda skerini, men øðrvísi gekst við Fossanesi, ið var drigin í dýpið við øllum 19 monnunum umborð, og ein av daprastu hendingunum í føroyskari siglingarsøgu var ein veruleiki. Heima í Føroyum sótu konur og børn og syrgdu um sín mann og pápa.” Um nakrar fáar dagar kemur bókin um Ernestinu. Eitt brot úr Havið og Vit ljóðar soleiðis: “Tað var sanniliga ongin sløtt gøta um at fara hjá okkum, sum nú skuldi royna at sleppa í land.” Hjá nøkrum av manningini varð gøtan tann seinasta í lívinum. Í 2001 kom bókin Ekliptika – minnisbrot. Jákup Heinesen sonur skiparan, við sama navnið, á Ekliptiku tekur soleiðis til: “Hesa seinastu ferð sína fór pápi úr Klaksvík 11. Mars 1941. Sjálvur var eg trettan ára gamal, og róði hann henda morgunin um vágna yvir á “Smiril”, sum skuldi til Havnar. Pápi hevði stutt frammanunda verið við til at seta á stovn KFUM í Klaksvík. ... fór til Sigrið Lützen, fotograf, bað hana taka mynd av sær og senda mammu, tá myndin var framkallað” Jákup kom ongantíð at hitta síni kæru aftur her á foldum, Ekliptika fór úr Aberdeen til Føroyar 20. Mars 1941, hon kom ikki vegin fram. Hví takið eg just hesar 3. Hendingarnar fram, jú, her vit standa við Minnisvarðan í Vágstúni, er sjónarringurin ikki víðari enn so, at vit røkka við eygum okkara nøkur av heiminum, sum mistu so nógv. Verjuskipið Einar Mikkelsen er umboða í dag, teir eru knýttir at hjálpar- og bjargingararbeiði á okkara leiðum. At enda vil eg nevna teir báðar, sum farnir eru síðani seinasta allahalgannadag og samstundis takka fyri áhuga tykkara og Klaksvíkar Býráð fyri tiltakið. Pól Sjúrður Nónsgjógv, Leirvík, doyði umborð á »Sandfrakt« 29. desember 2008, 48 ár. Giftur. Magni Olsen, ættaður av Toftum búsitandi í Esbjerg, doyði 19. august í ár umborð á trolbátinum »Darwin«, 47 ár. Ógiftur Guds friður veri við okkum øllum. TAKK FYRI Varðin fær okkum at steðga á eina løtu og minnast Eyðun Elltør helt á minningarhaldi teirra sjólætnu veðri