týsdagur 3. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 210 - 3. november 2009
Fáar loysnir komu
á borðið, tá stýri og
leiðsla í Kringvarp
Føroya í gjár hevði
fund við starvsfólkini
um kreppuna í sjón
varpsdeildini. – Vit
mugu halta okkum
gjøgnum hetta árið
og so seta okkara vón
á at broytingarnar
í kringvarpslógini
koma í gjøgnum
næsta ár, sigur for
maðurin í stýrinum
Sjónvarp
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Kreppufundur var í Kring
varp Føroya í gjár. Leiðsla,
stýri og starvsfólk vóru
møtt upp. Høvið var eitt
bræv, ið 28 starvsfólk hava
skrivað
undir
og
sent
leiðsluni,
kringvarps stýr
inum, landsstýriskvinnuni í
mentamálum og mentanar
nevnd Løgtingsins, har tey
kravdu, at kláraði leiðslan
ikki at ganga teirra ynskjum
á møti og skapa ein betur
bygnað, so skuldu stovnar
nir fara sundur aftur.
Serliga stóðu trupul leik
arnir seg um múrar, at tað
eru tríggjar sjónvarps fram
leiðandi deildir, heldur enn
tvær, at sjónvarpsfólkini
eru spjadd sundur yvir tveir
ymiskar bygningar, og at
eingin leiðari er í M.A.
Winth ersgøtu, har tað er
»øsku kalt«, sum tey siga.
Aðrastaðni í skrivinum
var ljósið eisini varpað á
álvaran í, at ov mikið rumb
ul er kring tíðindadeildirnar,
at fólkini ikki sleppa at gera
eitt journalistiskt arbeiðið
tá tað krevst, men verða
noydd at koyra eftir strangt
avmarkaðum vaktarskema
um, umframt at tey ikki
hava ressoursir nokk til at
gera ordiliga gravandi jour
nal istiskt arbeiði.
Í triðja føri snýr tað seg
um arbeiðsfrið. Starvsfólk
ini skrivaðu í skrivinum, at
»Kringvarp Føroya er sett í
verðina at vera til gagns
fyri Føroya Fólk. Tí krevja
vit, at leiðslan kemur við
einari veruligari ætlan fyri
Kringvarp
Føroya.
Rok
hava vit havt nokk av –
kann leiðslan ikki skapa
frið og vísa vegin, má hon
leggja frá sær«.
Meðan vit bíða
Rúni Heinesen, formaður í
Kringvarpsstýrinum, sigur
um fundin, at tað varð
kjakast út frá trimum punkt
um, sum hann dugdi at
síggja, vóru høvuðstrupul
leikarnir.
Fyrst og fremst var tað
um visiónirnar hjá leiðsluni
við
sjónvarpinum,
sum
starvs fólkini
ikki
mettu
vóru til at fáa eyga á. Síðan
var tað bygnaðurin og sam
an leggingarnar av deild un
um, og seinast var tað rað
festingin mullum út og
sjónvarp.
– Vit greiddu so starvs
fólkunum frá, hvørji mál
liggja í Kringvarpsstýrinum,
hvat rørir seg har, og tað er
millum annað hølisviður
skiftini í Kringvarpinum,
Public Service sáttmálin,
hvussu man framyvir skal
fíggja Kringvarpið og so
framvegis,
greiðir
Rúni
Heinesen frá.
– Trupulleikin er bert
tann, at vit eru í eini bíði
støðu enn. Tað er bæði við
tí fíggjarliga grundar lag
num, og eisini við public
service sáttmálanum. So
tað er avmarkað, hvat vit
kunnu gera, staðfestir Rúni
Heinesen, og leggur afturat,
at teirra tilmæli er at
leiðslan fer inn og hyggur
upp á teir trupulleikar, sum
víst er á, og eftir førimuni
loysir teir.
Halta seg
gjøgnum árið
Ein trupulleiki, sum gongur
aftur allan vegin, og sum
kann tykjast verða tann
grundleggjandi trupul leik
in, er fíggjarliga trong støð
an, sum Kringvarpið er í.
Starvsfólk í Kringarpin
um segði eisini við Sosialin
fríggjadagin, at hóast bygn
aðurin er gjørdur til 90
milliónir, er veruleikin bara
60 milliónir, og at tí er tað
løgið, at mann ikki vil
broyta bygnaðin.
– Vit halta okkum gjøg
num hetta árið, so seta vit
okkara vón í, at broyting
arnar í kringvarpslógini
fara at koma ígjøgnum, og
kunnu vit kanska loysa
onkrar av trupulleikunum,
sigur Rúni Heinensen.
Bólturin liggur
hjá leiðsluni
Kringvarpsstýrið
hevur
form liga millum lítlan og
ongan avgerðarrætt, men
hevur heitt á leiðsluna um
at fáa tingini í rættlag.
So er spurningurin bert,
hvat leiðslan fer at gera fyri
at betra um nøgdsemið og
trivnaðin hjá sjónvarps fólk
unum, og hvussu bygnað
urin í Kringvarpi Føroya,
kanska serliga í tíð inda
deildunum, verður fram
yvir.
Klárt hjá Klaus
Nú er klárt hjá kekkiska forsetanum, Vaclav Klaus, at skriva
undir Lissabonsáttmálan. Tað hendi fyrrapartin, tá kekkiski
hægstirættur kunngjørdi, at sáttmálin stríðir ikki ímóti
landsins landsins grundlóg. Nakrir tingmenn høvdu biðið
dómsvaldið taka støðu til, um Lissabonsáttmálin letur ES fáa
so nógvan avgerðarrætt, at tað er í stríð við kekkisku
grundlógina. Tí vildi Vaclav Klaus ikki staðfesta sáttmálan,
fyrr enn hægstirættur hevði talað. Tað hevur hann nú, og
sostatt kann Kekkia sum tað seinasta ESlandið staðfesta tann
nýggja sáttmálan.
Biðja um fund við IMF
Fleiri íslendingar vilja hava fund við aðalstjóran í Altjóða
Gjaldoyragrunninum, Dominique StraussKahn. Tey hava
sent IMFaðalstjóranum eitt bræv, har tey siga frá, at tey
vilja fegin tosa við hann um tær ætlanir, sum grunnurin
hevur fyri íslendska búskapin. Millum teirra, sum hava
skrivað undir brævið, eru altingskvinnan Lilja Móses
dóttir og rithøvundarnir Ólafur Arnarson og Einar Már
Guðmundsson. Tey siga seg hava fleiri spurningar at seta
Dominique StraussKhan (myndin), og tey eru til reiðar at
koma á fund í Reykjavík ella í Washington, har grunnurin
heldur til.
Ráðgeving & tænastuR
til virkisleiðslur innan:
Fíggjarstýring
Rakstrarætlan
Bókhald og MVG-uppgerð
Prosjektleiðslu
Marknaðarkanningar
Kundakanningar
Dali Consulting sp/f
Tel. 21 73 66 & 50 82 34
steinbjorn@dali.fo
Vit hava meira enn 30 ára royndir innan
tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata
vinnulívinum og tí almenna sektorinum
Kreppan í sjónvarpinum:
Mugu halta seg gjøgnum
árið og vóna broytingar
Kreppufundur hevur verið í Kringvarp Føroya um Sjónvarpið. Niðurstøðan er, at tey mugu halta seg gjøgnum árið í ár, og eru í eini bíðistøðu eftir teimum
broytingum, sum skulu gerast í kringvarpslóg og við public service sáttmála
Savnsmynd