týsdagur 3. november 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 210 - 3. november 2009
tíðindi
Skjótari tráðleyst
breiðband
Føroya Tele bjóðar nú 3G+, sum er
tráðleyst breiðband við háferð. 3G+
gevur bæði betri góðsku og hægri ferðir á
tráðleysa internetinum til bæði fartelefon
og teldu
SAMSKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eftir drúgvar kanningar av møguleikunum fyri at betra
um tráðleysa breiðbandið, skrivaði Føroya Tele í vár
undir avtalu við svensku fyritøkuna Ericsson um at
seta upp eitt nýtt og framkomið breiðbandsnet í Før
oyum. Úrslitið av hesum samstarvi er, at Føroya Tele í
dag kann lata føroyingum 3G+, ið er grundað á mest
framkomnu tøknina innan tráðleyst breiðband og
fartelefoni.
Aftan á útbyggingina hevur Føroya Tele brúkt
drúgva tíð upp á at testa netið soleiðis, at hetta lýkur
góðskukrøv okkara, og at kundarnir harvið fáa eina
dygdaruppliving, sigur Jan Mortensen, stjóri á FT
Samskifti.
Hann sigur eisini, at nýggja netið hjá Føroya Tele
stuðlar nú undir ferðir upp til 21 Mbps. Ferðin á
haldunum er tó sett varliga, fyri at brúkarin fær lovaðu
ferðina.
Í Havn, Klaksvík, á Skálafjørðinum og á flogvøllinum
ber nú til at nýta 3G+ netið hjá Føroya Tele, og við
hesum hava 55% av føroyingum møguleika fyri 3G+,
umframt tey, ið ferðast yvir flogvøllin.
Tá ið netið verður liðugt útbygt, fevnir tað um
meginpartin av bygdum landøki og føroyskum sjóøki.
Hetta er við til at staðfesta okkara støðu sum
fremsti veitari av samskiftistænastum í Føroyum, og
vit eru sera fegin um at kunna bjóða kundum okkara
hesar nýggju møguleikar, sigur Jan Mortensen, stjóri á
FT Samskifti.
Fyri brúkaran merkir hetta, at ljóðgóðskan á tele
fon samrøðum verður enn betri. Eisini verður tað væl
skjótari at nýta internetið á fartelduni og fartele
fonini.
Fyri at gera tað lætt og einfalt at nýta internet á far
telefonini, hevur Føroya Tele gjørt ein nýggjan fartele
fonportal, ið er at finna á flags.fo. Har ber til at lesa
tíðindi, síggja veðurtíðindi, fara á facebook, kanna
vevmyndir og flogferðslu, fyri bert at nevna nøkur
dømi. Eisini ber nú til hjá øllum kundum, sum hava
hald frá Føroya Tele, at fáa teldupost umvegis far
telefon.
Hetta er fyrsta stigið í okkara 3G+ ætlan, og nú vit
hava fingið eina góða byrjan, eru vit farin undir stig
tvey. Ætlanin er at útbyggja, so vit dekka føroyskt
sjóøki, samstundis sum dekningurin á landi verður
víðkaður. Harafturat ætla vit at koma við nýggjum
tænastum, sum gagnnýta nýggja netið, sigur Jan
Mortensen um víðari ætlanina við 3G+.
Danska sjónvarps
kvinnan Line
Baun Danielsen
heldur vikuskiftið í
Føroyum. Hon skal
vera gestur í sending
hjá Rás2
VITjAn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Line Baun Danielsen telist
millum tey kendu andlitini í
donskum sjónvarpi. Í 20 ár
hevur hon starvast sum
journalistur og vertur í sjón
varpsendingum,
og
hon
hevur fleiri ferðir vunnið
virðislønir fyri sítt arbeiði.
Seinastu tíðina hevur hon
arbeitt sum miðlaráðgevi
og hevur eisini havt fyri
lestrar, har hon hevur greitt
fólki frá, hvussu tey kunnu
avrika tað besta hvønn dag.
Fyri
tveimum
vikum
síðani gav hon nýggja bók
út, har hon hevur tosað við
tríggjar kendar kvinnur um
at vera mamma. Hon ger
upp við hugtakið, at kvinnur
skulu stremba eftir at verða
heimsins besta mamma.
Eisini hevur Line Baun
Danielsen verið við í popu
leru sendirøðini Vild Med
Dans, sum TV2 sendir í
hesum døgum.
Vitjar í Føroyum
Leygarkvøldið verður Line
Baun Danielsen gestur í
sendingini Hvonn Live,
sum Rás2 sendir beinleiðis
av Hvonn í Havn.
Har verður tosað um at
verða á toppinum í ger
andisdegnum, um at verða
mamma og stríðast við
ringa samvitsku, og tosað
verður eisini um at vera
almennur persónur við tí
góða og minni góða, sum
fylgir við tí.
Hvonn Live verður sent
leygarkvøldið frá klokkan
20.00 av Hvonn í Havn.
Fólk eru vælkomin á Hvonn
at lurta, og annars ber sjálv
sagt til at lurta eftir Rás2.
Kend sjónvarps
kvinna vitjar
Line Baun Danielsen verður leygarkvøldið gestur í sendingini Hvonn Live,
sum Rás2 sendir
Tvífløgan Kaggin – sangur og skemt
8. novembur eru 40 ár liðin, síðan Kaggin var stovnaður. Í tí sambandi er komin út fløgan Kaggin-sangur og skemt, sum er tilfar frá ársveitsl
um Kaggans 1979, 1980, 1981 og 1984. Á fløguni eru tveir og ein hálvur tími við góðum sangi og skemti. Kann vera, at onkur ikki kennist
við alt, sum sipað verður til, men limir í Kagganum og tey, ið høvdu samband við umhvørvið, munnu kenna broddin og tónan í skemtinum
aftur. Útgávan gevur lurtaranum høvi til at uppliva veitsluhýrin í Kagganum hesi árini. Tilfarið á fløguni er m.a. songur og felagssongur. Vit
hoyra t.d. Hermann syngja góðar tættir um hendingar og persónar, sum høvdu tilknýti til umhvørvið. Hermann syngur eisini góðu vísuna um
Petur Kúll. Hermann leikar ofta sjálvur á klaver, men eisini leikar Svenn Brimheim á gittar á upptøkunum. Robert McBirnie hermir eisini væl
eftir Hermanni í sanginum “Til Havnar vit fara”, ein skuldi næstan trúð, at tað var Hermann, sum sang. Láturin rungar, tá ið BókaNiels (Niels
Nielsen) lesur upp úr gerðabók Kaggans, og Leivur á Skála hevur eitt innslag um “4 minuttir”. Hermann hevur nakrar hugleiðingar um kagga
limir og hendingar í Kagganum, serliga eru postkortini hjá Bambusi til Kaggans ógvuliga stuttlig. Robert McBirnie hermir eisini eftir
suðuroy ingum, m.ø. Hjørleivi Enni og Johan Djurhuus. Tað er forlagið Glint, sum hevur givið út tvífløguna. Finn Jørgensen hevur tikið upp.
Finnur Hansen hevur ljóðreinsað. Sára Finsdóttir hevur sniðgivið. Eilif Brimheim og Tórður Johannesarson hava lagt til rættis.