Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 210 - 3. november 2009 Mánadagin 2. novem­ ber fór 23 ára gamla Joan Varming til Kenya, har hon skal vera komandi tríggjar mánað irnar. Joan er millum fyrstu sjúkra systralesandi í Keypmannahavn, sum taka eina av starvs venjingunum í Afrika. Sosialurin fekk prát við Joan, áðr enn hon fór av stað. Samrøða Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com - Eg havi altíð, síðani eg var lítil smágenta, viljað far ið til Afrika og gjørt ein mun, har tað veruliga er neyðugt. Og tá vit fingu til- boð um at taka eina av praktikk unum í Kenya ella Ugan da, var eg ikki í iva, greið ir Joan Varming frá. 23 ára gamla Joan er úr Havn, men hevur seinastu tvey árini gingið á sjúkra- systra skúla í Keyp man na- havn. Hon hevur verið á tveim um starvsvenjingum, og nú er tíðin komin til at taka ta triðju, sum snýr seg um Pædiatri –altso børn og mammur. - Vit fingu at vita, at vit kun du sleppa á praktikk á lokal um, afrikonskum sjúk- ra húsum ella á so nevnd um heilsusentrum. Og eg skal á eitt heilsusentur, sum ser- liga tekur sær av pædiatri, sig ur Joan. Einki rennandi vatn Joan veit nærum einki um um støðurnar, hon kemur til. - Eg havi sjálvandi roynt at lisið eitt sindur og sum frægast kannað, hvussu um støðu r nar eru har niðri. Tað er ringt at ímynda sær, júst hvussu alt verður. Hon greiðir frá, at tað er nógv fátækradømi og mill- um annað hava tey einki renn andi vatn. Reinførið, sum vit ganga so høgt uppí, er ikki serliga høgt í metum har, og streymurin er svika- lig ur, har hann yvirhøvur finst. Men eisini sjúkurnar eru heilt aðrar, enn tær, børn á okkara leiðum verða inn løgd fyri. - Har eru tað í høvuðs- heit um malaria, aids og aðr ar sjúkur, sum vit ikki møta í gerandisdegnum her heima, vísir Joan á. Høvuðsuppgávurnar hjá Joan verða at geva sproytur, við gera sár og at læra mammur nar um týdningin av reinføri. Og her fer Joan helst at renna seg í eina aðra stóra avbjóðing, nevni- liga málið. - Fleiri teirra tosa enskt, men høvuðsmálið er swa hi- li. Eg havi tí verið á bóka- savn inum og lænt mær okkurt málsligt tilfar um swa hi li, men tað er óal- mindi liga ringt at læra og út tala, sigur Joan flenn- andi. Pilot verkætlan Hetta er fyrstu ferð, at sjúkra systralesandi hava møgu leika at fara til Afrika í starvsvenjing, og hetta skal vera ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur kann lata seg gera. Samstarvið er spildurnýtt, og upprunaliga var ætlanin at senda fýra næm ingar avstað. Tveir til Uganda og tveir til Kenya. - Vit skuldu senda eina skrivliga umsókn og greiða frá, hví tey skuldu velja júst okkum. Eg var als ikki vís í, at eg fór at sleppa avstað, tí bara í okkara flokki vóru fýra, sum søktu. Og so komu allir hinir flokkarnir aftu r at, sigur Joan. Tá avtornaði, vísti áhugin seg at vera yvirraskandi stór ur, tí tilsamans 18 les- an di høvdu søkt um tey fýra pláss ini. - Skúlin gjørdi tá ein stór- an innsats, so øll, sum søktu, sleppa avstað. Joan skal til eina lítla bygd, sum eitur Namasoli og liggur í hálendinum í vestur partinum av Kenya, beint norðanfyri Victoria Lake. Har skal hon starvast á ein um heilsusentri, ið er eitt stað, har mammur kun- nu koma við børnunum til kanningar og viðgerðar. - Eg skal búgva privat hjá eini lokalari familju við fýra børnum. Eg havi fingið at vita, at tað er ein familja, Eg bjargi ikki heiminum - • Joan Varming • 23 ár • Úr Havn • Búsitandi í Keypmannahavn • Sjúkrasystralesandi á øðrum ári • Gongur á Professionshøjskolen Metropol, sum er ein av trimum sjúkrasystraskúlum í Kbh. • Er í starvsvenjing innan Pædiatri í Namasoli í Kenya frá 2. november 09’ – 31. januar 10’ FAKTA um Joan • Sjúkrasystra útbúgvingin tekur 3 ½ ár • Lestrartíðin er ein blandingur av skúlagongd og starvsvenjing • Útbúgvingin er umskipað til eina professións - bacchelorútbúgving og er ein meðallong hægri útbúgving • Møguleiki er at spesialisera seg innan eina ávísa deild, t.d. narkosu-, intensiv• ella barnadeildina. • Møguleiki er eisini at útbúgva seg víðari og t.d. taka eina kandidatútbúgving á universitetinum. • Til ber at taka sjúkrasystraútbúgvingina á tilsamans 24 støðum í Føroyum, Danmark og Grønlandi • Útbúgvingin byrjar tvær ferðir árliga, í september og februar. • Møguleiki er at fáa lestrarstuðul alla útbúgvingina. FAKTA um sjúkrasystraútbúgvingina RBS við hópuppsøgn Bretski bankin Royal Bank of Scotland kunngjørdi í gjár, at hann fer at skerja starvsfólkatalið kring alt landið, og at umleið 3.700 fólk fara at missa arbeiðið. Bretska stjórnin hevur hjálpt Royal Bank of Scotland og eigur nú 70 prosent av honum, og stjórnin hevur sagt, at hon ætlar sær at selja bankan. Tað sama ætlar stjórnin at gera við Lloyds Banking Group, sum tað almenna eigur 43 prosent av. Leiðslan í Royal Bank of Scotland hevur sagt, at ætlanin er at selja partar av bankanum fyri at lúka tær kappingarreglurnar hjá ES, ið snúgva seg um bankar, sum hava fingið almennan stuðul. Vanrøkja málið Málfrøðingar í Grønlandi bera ótta fyri, at tað grønlendska málið verður sett til viks í tí almenna orðaskiftinum, tí at fjølmiðlarnir leggja ov lítlan dent á at brúka málið rætt. Arnaq Grove, málfrøðingur, sigur við kringvarpið KNR, at ofta er talan um tíðindi, sum eru týdd úr donskum, men har týðingin er so vánalig, at tann grønlendska útgávan er ein vavgreytur. Heldur hetta fram, kann tað enda við, at tey, sum bara duga grønlendskt, kunnu ikki luttaka í tí almenna orðaskiftinum, sigur Arnaq Grove við grønlendska kringvarpið.