Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Nr. 210 - 3. november 2009 sum klárar seg, men livi­ støðið er ikki tað sama sum her, og eg vænti, at tey eru sera fátøk í okkara eygum. Tey hava ikki rennandi vatn, og eg veit ikki um tey hava streym. Eg havi tó frætt, at tey hava wc, sigur Joan og flennur. Teoribøkurnar við Joan veit ikki hvussu fak­ liga støðið er á heilsu sentri­ num í Namasoli, og hon er tí greið yvir, at hon møgu­ liga fer at vera aftanfyri sínar floksfelagar, tá skúl a­ gongdin byrjar aftur eftir praktikk ina. ­ Tað kann gott vera, at eg ikki fari at læra tað sama sum hini í flokkinum, sum fara í praktikk her heima. Men eg fari uttan iva at læra ómeta liga nógv og gera mær nógvar royndir, sum fara at seta lívið her heima í per spek tiv, sigur hon hugs­ in. Hon vísir á, at hon grund­ eggj an di fer at hava sama ar beiðsøki, sum tey her heima, hóast umstøðurnar og uppgávurnar helst verða øðrvísi. ­ Eg fari at arbeiða við børnum og mammum, og tað er tað sama, sum hini gera. Eg fari at gera mær roynd ir í at ráðgeva og taka mær av teimum. Men eg havi eisini teoribøkurnar við, so eg fái lisið sam­ stund is og fylgt við í, hvat tey læra her heima. Væntar ikki at bjarga heiminum ­ Tað eru fleiri, sum hava spurt meg, um tað ikki er naivt at hugsa, at tað munar nakað, at eg fari í Afrika í tríggjar mánaðir. Eg eri ei si ni greið yvir, at eg ikki fari at bjarga heiminum uppá so stutta tíð. Men kanska kann eg gera ein mun fyri onkran, meðan eg eri har. ­ Jú fleiri fólk fara avstað, um tað bara er í tríggjar mána ð ir, jú meiri fokus kem ur á trupulleikarnar í Afrika. Og jú størri verður mun ur in, sum vit tá til­ samans kunnu gera, sigur Joan. Hon leggur dent á, at hon eisini væntar, at Afrika fer at geva henni nakað. ­ Eg veit, at eg heilt víst fari at læra nógv og mennast sum menniskja. Eg vænti at síggja neyð og elendigheit, men eisini lívsgleði og gesta blídni. Og eg vænti, at tað negativa, sum eg fari at upp liva, fer at kunna vendast til okkurt gott, tá eg komi aftur. ­ Eg eri ikki í iva um, at tað verður nógv, sum verður ræðuligt. Og eg fari at verða blak að út í ting, sum eg aldr in hevði droymt um. Men persónliga menningin ­og vónandi eisini tann fak­ liga­ fara at uppviga tað ringa, sigur Joan hugsun a r­ som. Joan sigur seg merkja, at eitt sindur av fjáltri er kom­ in á hana seinastu dagarnar, nú tað er farið at styttast til fráferðina. ­ Nú bert fáir dagar eru eftir, til eg skal avstað, eri eg blivin eitt sindur nervøs. Hvat skal eg vænta mær, hvat fari eg at koma til, og hvat fer at henda? Og hvussu verður tað at halda jól í Afrika, so langt heiman í frá? Hon hevur seinastu tíðina tosað nógv við vinkonur, sum hava verið í Kenya við Mellemfolkeligt Samvirke, um, hvat hon kann vænta sær av túrinum. ­ Tær hava ávarað meg um, at mentanin er ein heilt, heilt onnur enn okkara. Tær hava tosað um fátækradømi og gøtubørn, sum sniffa lím, og um hvussu kristna trúgv in er blandað við anda trúgv og tilbiðjan av náttúr uni. Men tær hava eisini tosað um, hvussu ótrú liga gevandi tað er at fara avstað. Og tað tað væn­ ti eg eisini, at tað verður fyri meg. krea . tel 60 80 80 Á SKRÁNNI ER: 09.30 AÐALFUNDUR 13.00 LANDSFUNDUR Aftur í ár verða framløgur ætlaðar at birta uppundir kjak og politiska viðgerð. Jóanes N. Dalsgarð, stjørnmálafrøðingur, verður gestarøðari á fundinum í ár. Undir heitinum ’Fíggjarlógin – mál ella miðil’ fer Jóanes at umrøða Fíggjarlógararbeiði. Hava vit fíggjarlóg sum úrslit av, hvør vann fíggjarlógarorrustuna, ella sum politiska ætlan? Tess minni politiskt-taktiskan týdning fíggjarlógin hevur, tess størri er strategiski týdningurin og øvugt. Eisini fer Jóanes at umrøða, hvussu fíggjarlógarviðgerðin kann ávirkast, soleiðis at fíggjarlógin meira gerst strategisk amboð heldur enn eitt politiskt mál í sær sjálvum. Onnur framløgan verður frá Kára á Rógvu, tingmaður og doktari í løgfrøði. Kári á Rógvi, næstformaður Sjálvstýrisfloksins, fer at røða um útbúgving og førleikamenning sum uppskrift uppá búskaparvøkstur, fólkavøkstur og hægri vælferð. 14.40 Orðið frítt- politiskt kjak 17.00 Framløga av fundarsamtykt Landsfundurin endar við døgurða og hugnaløtu, ið møguleiki verður at tekna seg til á fundinum, ella á telefon 21 50 14. www.sjalvstyri.fo LANDSFUNDUR SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN HEVUR ÁRLIGA LANDSFUNDIN LEYGARDAGIN 7. NOVEMBER Í FISKIVINNUSKÚLANUM Á FJARÐAVEGI 4 Í VESTMANNA men eg kann gera mun! • Land við eysturstrondina í Afrika • Metta fólkatalið er 33.829.590 (2005) • Høvuðsstaður og størsti býur er Nairobi • Málini eru enskt og swahili • Tjóðsangurin eitur Ee Mungu Nguvu Yeto • Tjóðardagur er 12. desember. Hendan dagin í 63’ gjørdist Kenya sjálvstøðugt. • Útflutningsvørurnar eru í høvuðsheitum kaffi, te, mais, blómur, fiskur og cement. • Í 2002 varð ein lóg samtykt, sum forbjóðar umskering av gentum undir 18 ár. Umskering verður tó framvegis praktiserað í helvtini av landinum, og verður sædd sum ein háttur at fremja kynsligt fráhaldni. • Langt upp í 90’ini var Kenya tað landið, sum mesta u-landshjálpin hjá Danmark varð latin til. • í Bókini ”Tár Hjartans” av Koigi wa Wamwere, andstøðupolitikara, stendur, at 90% av búskapinum í Kenya í dag verður stýrdur av hvítum fólki. Tey hvítu og nakrir fáir svartir jørðeigarar telja 10% av fólkatalinum, men eiga 70% av allari jørðini, ið kann verða dyrkað • Jomo Kenyatta, loysingar leiðarin í Kenya, hevur sagt: »Tá tann hvíti maðurin kom, høvdu vit jørðina og hann bíbliuna. Hann lærdi okkum at biðja við eygunum afturlætnum, og tá vit lótu eyguni uppaftur, hevði hann jørðina og vit bíbliuna.« FAKTA um Kenya OECD á rundferð Í vikuni fara umboð fyri OECD til Grønlands at savna upplýsingar til eina nýggja frágreiðing, sum ætlandi verður almannakunngjørd eina ferð seint næsta ár. Umboðini skulu millum annað tosa við grønlendskar politikarar, granskarar, embætisfólk og onnur, sum eru við til at taka týðandi avgerðir í samfelagnum. Úr Grønlandi fara OECD­umboðini til Føroya og síðani til Noregs. Lars Thorup, sum er stjóri í norðuratlantssamstarvinum NORA, sigur við KNR, at frágreiðingin frá ferðini skal millum annað brúkast í sambandi við politiskar avgerðir í teimum trimum londunum. Løgreglumaður smuglari Ein fyrrverandi starvsmaður hjá íslendsku løgregluni hevur sitið í varðhaldi í Argentina síðani hálvan oktober, tá hann bleiv tikin har og skuldsettur fyri rúsevnasmugling. Maðurin, sum er í fimmtiárunum, varð tikin á altjóða flogvøllinum í Buenos Aires við fimm kilo av kokaini í viðførinum. Sambært løgregluni hevði hann keypt sær ferðaseðil til Spania, men tann ferðin varð av ongum. Morgunblaðið skrivar, at maðurin, sum nú er 54, arbeiddi hjá íslendsku rannsóknarløgregluni, til hann fór úr starvinum fyri nøkrum árum síðani.