Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 210 - 3. november 2009 Borgarstjórin í Klaks­ vík er bæði firtin og særd um, nú ávísir politikarar rógva fram­ undir, at Landsstýrið skal keypa býráðs­ húsið í Klaksvík fyri at bjarga kommununi burtur úr eini fíggjar­ ligari neyð Almenn størv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er virkuliga langt úti. Gunva við Keldu, borgar- stjóri í Klaksvík, er bæði firtin og særd um tað við- ferð, sum Klaksvík hevur fingið frá ávísum løgtings- monnum seinasu dagarnar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kannar møgu- leikan fyri at keypa býráðshúsið í Klaksvík til almenna umsiting og at flyta Taks í Saltangará til Klaksvíkar fyri at savna alt norðurøkið hjá Taks undir sama takið fyri at rationalisera raksturin. Hetta hevur givið summ- um politikarum illgruna um, at talan er ein góðan, gamlan rossahandil, har landið skal keypa býráðs- húsið í Klaksvík fyri at bjarga Klaksvíkar Komm- unu burtur úr einum fíggjar- ligum óføri. - Hetta er heilt langt úti, staðfestir Gunvá við Keldu. Hon ásannar, at Klaks- víkar kommuna hevur eina stóra skuld at dragast við. Men at talan er um eitt fíggjarligt óføri, sum komm- unan má hava almenna neyðhjálp til at koma burt- urúr, er heilt burturvið. Klaksvíkar Kommuna skyldar 170 milliónir, sum er hálvonnur skattaálíkning. - Næsta ár ætla vit at gera íløgur fyri 20 milliónir og tað er ikki tekin um eina kommunu í djúpari kreppu, staðfestir hon. Hinvegin staðfestir hon eisini, at tað hevði fingið stóran týdning fyri Klaksvík at fingið almenn arbeiðs- pláss til Klaksvíkar tí kommunan er ógvuliga tengd at gongdini í fiskivinnuni. - Men at rógva framundir, at her skal vera talan um rossahandlar og neyðhjálp, er ótrúliga ódámligt, tí so er málið farið so langt av sporinum, sum tað kann, leggur hon afturat. - Tað er beinleiðis ósatt og landspolitikarar áttu at verið meiri at sær komnir, skoytir hon upp í. Langt eftir á mál Hon váttar eisini, at sam- band hevur verið millum býráðið og Jóannes Eides- gaard, landssýrismann í fíggjarmálum, har møgu- leikin hevur verið umrøddur um at landið keypur býráðs- húsið til almenna fyri- siting. - Vit eru opin fyri øllum møguleikum, men enn er hetta málið als ongan veg komið enn. Hon staðfestir eisini, at enn skal nógv fella upp á pláss, áðrenn ein slík ætlan kann gerast veruleiki og enn hevur býráðshúsið í Klaksvík ikki staðið á sølulista. Og tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvar komm- unan so skal húsast, verður hetta býráðshúsið selt. Tað er ein spurningur, sum býráðið umrøður í løtuni. Men Gunvá við keldu vísir á, at tað er ein gomul ætlan at selja hetta býráðs- húsið og at byggja nýtt býráðshús í miðbýnum. - Tað hevur leingi ligið í kortunum, men enn er ongin avgerð tikin, sigur Gunvá við Keldu. Tað er nú staðfest, at tað var ein móttakari til fylgisveinasjón­ varp, sum var orsøkin til at eldur kom í eini hús á Stykkinum í heyst eldur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var ein mótakari til fylgisveinasjónvarp sum var orsøkin til eldur kom í eisini sethús á Stykkinum seinnapartin tann 3. september. Tað hava tekniskar kanningar nú staðfest. Men niðurstøðan av kanningini kemur ikki óvart á Michael Gram, politist í Vágum, tí sjónvarpsútgerðin var tað fyrsta, hann fekk illgruna til, tá ið hann kannaði húsið, beint eftir at eldurin var sløktur. Hann segði longu tá, at tað tað týðiligt, at eldurin var kyknaður við sjónvarpið og tí var øll sjónvarps- útgerðin send til Danmarkar til tekniskar kanningar. Úrslitið er akkurat aftur- komið og niðurstøðan er, at tað var eitt skammlop í tí talgilda móttakaranum til sjónvarpið, sum var orsøkin til eldin. Politisturin sigur, at maðurin, sum búði í húsinum var til arbeiðis, tá ið eldurin kyknaði. Og tað var heppið, tí hann er samstundis vísur í, at var hetta hent um náttina, hevði maðurin neyvan sloppið livandi frá tí, tí hóast eldurin var avmarkaður, var royk- urin bæði nógvur og eitraður av brendum plasti og tá skal lítið til, áðrenn tað kostar lív. Vóru ikki sløkt Tað varð eisini staðfest í kanningunum, at sjónvarpið og móttakarin bara vóru sløkt á fjarstýringini og sostatt stóðu á ”stand by”. Av tí sama var streymur til tólini. Michael Gram staðfestir, at læran av hesum má vera, at vit fylgja gomlu ráðunum um, at vit skulu altíð sløkkja sjónvarpsútgerðina á veggi- num, so at ongin streymur er til tólini, áðrenn vit fara út og áðrenn vit leggja okkum. Klaksvíkingar ikki brúk fyri neyðhjálp - Málið um at flyta Taks til Klaksvíkar er farið so langt av sporinum, sum tað sleppur. Tað, sum landspolitikarar føra fram, er beinleiðis ósatt og teir áttu at verið meiri at sær komnir, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík Móttakari til sjónvarpið orsøk til eldsbruna Sjónvarpsútgerðin var ikki sløkt, men stóð á Stand by og tað elvdi til eldsbrunan á Stykkinum fyri tveimum mánaðum síðani Karzai fær krøv Hamid Karzai fær fimm ár afturat sum afghanskur forseti, men eygleiðarar eru á einum máli um, at hann stendur mun- andi veikari nú enn undan forsetavalinum, sum ongan vinn- ara fekk. Fleiri vesturlendskir leiðarar krevja, at Karzai skal gera tað, sum hann hevur lovað. Hvítu Húsini siga, at Barack Obama ringdi til Karzai í gjár og gjørdi honum greitt, at USA fer at halda eitt vakið eyga við, hvat hendir í Afghanistan frameftir. Karzai fekk eisini at vita, at tann almenna umsitingin má skipast betur, og at herurin má kvika sær meiri við at manna og venja trygdardeildirnar. Demokratiið viknar eystanfyri Hugtøk sum kapitalisma og demokrati eru ikki so høgt í metum í fleiri av teimum fyrrverandi sovjetsku lýðveldunum og londunum í Eystur- og Miðevropa sum fyri 20 árum síðani, tá múrurin í Berlin fall. Ein meiningakanning, sum Pew-stovnurin í Washington hevur gjørt, vísir, at í Ukraina eru bara 30 prosent fegin um fleirflokka- skipanina. Tað áskoðanina høvdu 72 prosent í 1991. Í gamla Eystur- týsklandi er stuðulin til demokratiið minkaður heili 85 prosent, og í Ungarn er undirtøkan fyri marknaðarbúskapi minkað 34 prosent tey seinastu tjúgu árini.