týsdagur 3. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 210 - 3. november 2009
- Nýggi skúlin fer
uttan iva at skapar
betri karmar um
tónleikalív og ymisk
mentanarlig tiltøk í
kommuni í síni heild,
sigur borgarstjórin í
Sørvágs kommunu,
Sune Jacobsen
Skúli
Vilmund Jacobsen
vilmund@osialurin.fo
Gongst, sum Sørvágs komm
una ætlar, stendur ein nýggj
ur musikkskúli liðugur í
Sørvági til næsta skúlaár.
Fríggjadagin í hesi vikuni
skulu tilboðini upp á timbur
og snikkaraarbeiði verða
komin bygdaráðnum í hendi,
og tá verður eisini lisitatión
yvir innkomin boð.
Útbjóðingartilfarið hevur
ligið tøkt á kommunu
skrivstovuni í Sørvági síðan
hin 12. oktober, og nú
fríggjadagin klokkan 13 er
seinasta freist at bjóða upp
á arbeiði.
Sune Jacobsen, borgar
stjóri í Sørvágs kommunu,
sigur, at ætlandi skuldu
tilboðini verða inni klokkan
13 í dag, men av ávísum
orsøkum er dagurin útsettur
til fríggjadagin.
Hann sigur, at fleiri
arbeiðstakarar hava verið á
skrivstovuni hjá bygdar
ráðnum
eftir
útbjóðing
artilfari, og tí væntar hann,
at fleiri arbeiðstakarar fara
at bjóða upp á skúlan.
300 fermetrar
Arbeiðið, sum er útboðið,
snýr seg í høvuðsheitum
um umbygging av gamla
skúla, sum er umleið 90 fer
metrar og um nýggjan til
bygning, sum verður umleið
220 fermetrar.
Suni Jacobsen sigur, at
samanlagt verður nýggi
musikkskúlin í Sørvági til
samans 310 fermetrar stór
ur, og sambært tíðarætlanini
stendur hann liðugur til
næsta skúlaár.
Hann sigur, at skúlin í
fyrsta lagi fer at geva tón
leikaundirvísingini í Sør
vági betri umstøður, eins og
hugsandi er, at eisini horn
orkestrið í bygdini fær betri
venjingarumstøður.
Nýggi skúlin fer uttan
iva at skapar betri karmar
um tónleikalív og ymisk
mentanarlig tiltøk í komm
uni í síni heild, sigur borg
arstjórin í Sørvágs komm
unu, Sune Jacobsen.
Mangt bendir á, at
trolbáturin Vesturfar-
ið verður seldur av
landinum. Ein ávísur
áhugi hevur verið
vístur úr eitt nú Svøríki
og Danmark, men enn
er ilt at siga, hvørja
lagnu trolbátarnir
Vesturfari og Niclas fáa
Skip
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í síðstu viku upplýsti eig
arin av trolbátunum, Vestur
farinum og Niclasi fyri
Rás2, at hann hevði borið
Føroya Banka lyklarnar til
bátar sínar, sum nú liggja í
Vestmanna.
Raksturin hongur ikki
saman, og tí er einki at gera,
segði hann.
Helgi Jespersen á vinnu
lívsdeildini
hjá
Føroya
Banka sigur, at bankin og
eigarin av Vesturfarinum og
Niclasi hava gjørt avtalu
um
at
royna
at
selja
trolbátarnar í fríari sølu.
PO selir
Tað er smápartafelagið PO
Brookers, sum Petur Ove
Kruse Johannesen eigur og
rekur, ið nú roynir at selja
báðar bátarnar fyri eigara
og banka.
Petur Ove Kruse Johanne
sen sigur, at áhugi hevur
verið vístur Vesturfarinum
úr eitt nú Svøríki og Dan
mark, men ilt er at siga,
hvussu langa tíð tað fer at
taka at selja bátarnar.
Sum skilst, verður Vest
urfarið helst seldur av landi
num, meðan loyvini hjá trol
bátinum verða verandi eftir
í bólkinum 4T, sum eru
bátarnir, ið plaga at fiska á
landleiðini um sumrarnar.
Sambært lógini um vinnu
ligan
fiskiskap,
noyðist
Føroya Banki helst at selja
loyvini út til onnur feløg,
sum virka í hesum bólki,
áðrenn Vesturfarið verður
seldur og strikaður úr før
oysku skipaskránni.
Flestu bátar í bólki 4T
hava ov fáar fiskidagar, og
tí er hugsandi, at sølan av
Vesturfarinum fer at gera,
at nakrir fleiri dagar verða
eftir til bátarnar, sum fram
vegis fiska í hesum bólki.
Alternativið
Trolbáturin Niclas hevur
ikki verið virkin í longri
tíð, og tí kunnu loyvini hjá
hesum báti neyvan seljast
øðrum uttan so, at báturin
fylgir við.
Helgi Jespersen á vinnu
lívsdeildini
hjá
Føroya
Banka sigur, at Vesturfarið
og Niclas helst skulu verða
seldir, áðrenn hetta árið er
úti. Annars er hugsandi, at
felagið, sum eigur báðar
bátarnar, verður lýst á
tvingsilssølu.
PO Brookers roynir at selja trolbátar
Sørvágur fær nýggjan
musikkskúla
Vesturfarið og Niclas skulu
helst seljast, áðrenn hetta árið
er úti. Annars er hugsandi, at
felagið, sum eigur bátarnar,
verður lýst á tfingsilssølu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ætlandi stendur
nýggjur musikkskúli
uppi í Sørvági til
næsta skúlaár.
Gamli skúli
verður umbygdur,
og síðan verður
ein tilbygningur
bygdur aftrat, sum
verður umleið 220
fermetrar stórur
Demokratiið viknar eystanfyri
Hugtøk sum kapitalisma og demokrati eru ikki so høgt í metum í
fleiri av teimum fyrrverandi sovjetsku lýðveldunum og londunum í
Eystur og Miðevropa sum fyri 20 árum síðani, tá múrurin í Berlin
fall. Ein meiningakanning, sum Pewstovnurin í Washington hevur
gjørt, vísir, at í Ukraina eru bara 30 prosent fegin um fleirflokka
skipanina. Tað áskoðanina høvdu 72 prosent í 1991. Í gamla Eystur
týsklandi er stuðulin til demokratiið minkaður heili 85 prosent, og í
Ungarn er undirtøkan fyri marknaðarbúskapi minkað 34 prosent tey
seinastu tjúgu árini.
Godmother í fongsul
Í Kina hevur ein kvinna fingið 18 ára fongsul fyri at
hava staðið á odda fyri einum brotsmannakervi í
býnum Chonqing. Kvinna, sum hevur gingið undir
heitinum "The Godmother 2", varð millum annað
dømd fyri at hava rikið ólógligar spælihallir og fyri at
hava mutrað myndugleikar. Kinesisku fjølmiðlarnir
skriva, at rættarmálið ímóti brotsmannadrotningini í
Chinqing er úrslit av einum stórum átaki, sum hevur
avdúkað fleiri brotsmannalið ymsastaðni í landinum.