týsdagur 3. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 210 - 3. november 2009
Í løtuni er streymurin
heldur harður, og
tí er lítil og eingin
útróður beint í løtuni.
Tá líkindini eru, og
streymurin hevur
verið í lagi, hava
útróðrarbátar í Klaks
vík fingið væl av fiski
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaði línuskipið
Jákup B umleið 85.000
pund
í
Klaksvík.
Teir
royndu undir Føroyum, og
meginparturin av veiðini
var toskur.
Á Landingarmiðstøðini í
Klaksvík vænta tey partrol
ararnar Safir og Smaragd
seinni í hesi vikuni. Teir
koma helst inn at landa
hósdagin.
Útróðrarbáturin Brandur
fór við línu í gjárkvøldið,
men teir eru ikki aftur
komnir enn.
Streymurin
er
heldur
harður, og lítil útróður er í
løtuni.
Annars frættist úr Klaks
vik, at útróðrarbátarnir hava
fingið væl av fiski higartil í
heyst, og meginparturin av
tí, teir fáa, er toskur.
Trolbáturin Randi, sum Føroya
Banki keypti á tvingsilssølu
beint fyri ólavsøku í ár, er nú
seldur til Danmarkar
skip
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ein dani í Hanstholm, haðani
báturin í sínari tíð varð keyptur til
Føroya, sum hevur keypt Randi.
Teir fóru úr Føroyum við bátinum
miðskeiðis í seinastu viku og komu til
Hanstholm
í
øllum
góðum
sunnumorgunin.
Í Danmark skulu manningarrúmini
umbyggjast, umframt at onkrar aðrar
broytingar skulu gerast. Síðan fer danin,
sum hevur keypt trolbátin, at brúka hann
til vanliga ísfiskaveiði og til veiði eftir
hummara.
Kendi bátin
Edmund Jacobsen á vinnulívsdeildini
hjá Føroya Banka sigur, at danin, sum
hevur keypt Randi frá bankanum, misti
sín bát í summar, tá hesin sakk, og nú
Randi var til sølu, valdi hann at keypa
trolbátin, sum hann kendi frá tí, at hann
var heimahoyrandi í Hanstholm.
Tað var felagið Sp/f Randi á Toftum,
sum átti bátin, ið er longdur í Vági og
hevur fingið nýggja maskinu, meðan
hann hevur verið heimahoyrandi í
Føroyum.
Føroya Banki ynskir ikki at upplýsa
søluupphæddina.
Randi er aftur
í Hanstholm
Trolbáturin
Randi er
seldur til
Hanstholm,
haðani hann
varð keyptur
fyri nøkrum
árum síðan
Jákup B landaði í Klaksvík
Tann síðsti í rættin
Argentinska dómsvaldið er farið undir at viðgera eitt
rættarmál ímóti landsins seinasta einaræðisharra,
Reynaldo Bignone. Saman við fimm øðrum fyrrv
erandi generalum er hann ákærdur fyri at hava burt
urflutt og pínt 56 fólk, sum virkaðu ímóti hernaðar
stýrinum í sjeytiárunum. Allir seks nokta seg sekar.
Umleið 130 fólk eru boðsend at vitna í málinum, sum
ætlandi skal enda við dómi í februar. Mannarættindaf
elagsskapir siga, at næstan 30.000 argentinar hvurvu
ella vórðu myrdir undir hernaðarstýrinum í árunum
frá 1976 til 1983.
Obama sáar iva um
veðurlagsavtalu
Amerikanski forsetin, Barack Obama, ásannar, at STráðstevn
an, sum verður í Keypmannahavn í desember, er eitt sera gott
høvi til at fáa eina veðurlagsavtalu í lag. Men hinvegin væntar
hann ikki, at tað fer at bera til at gera nakra endaliga avtalu í
Keypmannahavn. Við svensku tíðindastovuna TT sigur Obama,
at tað ber neyvan til at loysa allar trupulleikarnar, men at tað
ber til at taka eitt týðandi stig tann rætta vegin. TT fekk orð á
Obama í sambandi við, at svenski forsætisráðharrin, Fredrik
Reinfeldt, vitjaði forsetan í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið
Havbúgvin
landaði í Sørvági í gjár. Teir
hava roynt vestanfyri og
hava havt góðan fiskiskap.
Nú
teir
landaðu
á
landingarmiðstøðini
í
Sørvági, var veiðan umleið
100.000 pund, harav eini
70.000 pund var toskur.
Havbúgvin,
sum
er
fyrrverandi Núpur, byrjaði
túrin fyri lítlari viku síðan.
Havbúgvin góðan
túr undir Føroyum
Fløvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk í Nes kommunu hava
givið 118 skógvaeskjur til
Christmas Childtiltakið í ár.
Tað skrivar heimasíðan
hjá samkomuni Nebo á
Toftum.
Lagt verður aftrat, at til
samans
komu
4.060
skógvaeskjur inn í ár, sum
er 760 fleiri enn í fjør.
Skógvaeskjurnar
verða
sendar til Rumenia, har tær
síðan verða givnar sum
jólapakkar til børn, ið lítið
og einki fáa til jóla.
Samkoman Nebo takkar
fyri stuðulin og vónar, at
enn fleiri verða við aftur
komandi ár.
118 jólapakkar
Havbúgvin er fyrrverandi Núpur. Teir høvdu góðan fiskiskap á seinasta túri Mynd: Skipalistin
Jákup B landaði í gjár, og hósdagin vænta tey í Klaksvík, at
partrolararnir Safir og Smaragd koma inn at landa
Mynd: Vilmund Jacobsen