Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 210 - 3. november 2009 Positivar metingar fyri listað Atlantic Airways, Atlantic Petroleum og Føroya Banki kunnu vísa á góð úrslit fyri 3. ársfjórðing og fyri árið samlað, meðan Eik Banki framvegis dregist við satsingar á útlendska marknaðinum FÍGGJARGREINGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er Virðisbrævamarkn­ aður Føroya, sum saman við øðrum hevur gjørt avtalu við íslendsku greing­ arfyritøkuna, IFS, um at gera greiningar av teimum fýra listaðu føroysku feløg­ unum, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum umframt teimum báðum stóru bankunum, Føroya Banka og Eik Banka. Atlantic Airways fær herðaklapp fyri góða stýr­ ing, og felagnum verður spátt sama endaúrslit sum í fjør, hóast áleið 50% minni virksemi. »Generelt er virksemið hjá Atlantic Airways ávirk­ að av fíggjarligu og bú­ skaparligu kreppuni. Hetta ger seg serliga galdandi við charter. Men eisini ferða­ fólkatalið á vanligu flog­ rutunum er minkað«, sigur IFS í greining síni. IFS metir, at inntøkurnar hjá felagnum vera um 138 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2009, og tað er 23% minni, enn fyri sama ársfjórðing í fjør. Hartil metir IFS, at lækkingin í ferðafólkatalinum fer at halda fram. Íslendska greiningarfyri­ tøkan metir ársúrslitið hjá Atlantic Airways til góðar 14 milliónir krónur, og tað er ein millión minni enn í 2008. »So hóast inntøkurnar falla nógv í 2009 hjá Atlan­ tic Airways, so minka út­ reiðslurnar til starvsfólk og umsiting eisini nógv, um­ framt at avskrivingarnar minka við 10 mió. kr. Eisini minka rentuútreiðslurnar meðan rentuinntøkurnar vaksa nógv. Alt tað til­ samans ger at IFS metir at úrslitið hjá Atlantic Airways í 2009 verður á leið tað sama sum í 2008, hóast væl minni virksemi«, skrivar IFS í greining síni. Atlantic Airways hevur ein sterkan javna við einum solvensi á 50%. Avlop í 2010 IFS hevur bert árligar met­ ingar fyri Atlantic Petrole­ um, og hetta kemst av, at inntøkusíðan hjá oljufelag­ num er so nýggj. »IFS metir eina inntøku á 253 mió. kr. fyri 2009. Hetta er eitt sindur minni enn teirra síðsta meting, og er tað orsakað av at metingin fyri framleiðsluna er lækk­ að meira enn oljuprísurin er hækkaður. IFS metir nú ein miðal prís fyri oljuna á 64 $ fyri eina tunnu, samanborið við ein miðal oljuprís á 53 $ tunnununa í teirri síðstu meting. Framleiðslan hin­ vegin er lækkað til 720.000 tunnur fyri 2009, saman­ Føroya Banki fer aftur í ár at koma út við einum positivum ársúrsliti... ...meðan Eik Banki framvegis tyngist av avleiðingunum av altjóða fíggjarkreppuni Atlantic Airways fær væntandi eitt avlop í ár á 14 millliónir, ið bert er ein millión minni enn í fjør, hóast virksemið er minkað 50%, sigur IFS Sambært íslendsku greiningarfyritøkuni, IFS, fer roknskapurin hjá Atlantic Pertoleum komandi ár at vísa avlop eftir skatt á 32 milliónir krónur Íbúðin hjá Bagger seld Luksusíbúðin hjá stórsnýtaranum Stein Bagger í Hellerup er nú seld eftir átta mánaðum. Tað skrivar íbúðarortalurin, boliga.dk. Ikki verður upplýst um hvørki keypara ella søluprís, og meklarafyritøkurnar EDC Mæglerne og Estate Mæglerne hava onga viðmerking til søluna. Íbúðin hevur útsýni yvir Tuborg havn, og er 162 fermetrar til støddar. Hon varð sett til sølu fyri næstan 15 milliónir krónur. Stein Bagger og konan Anette Uttenthal keyptu íbúðina fyri 8,3 milliónir krónur í 2004. Doyði eftir koppseting Ein kvinna í 20­unum, sum búði í Oslo, doyði leygardagin – tríggjar dagar eftir, at hon varð koppsett móti svínakrími. Hetta upplýsir Statens Legemiddelverk í Noregi. Kvinnan varð koppsett við pandemrix mikudag og doyði leygardagin eftir. Legemiddelverket í Noregi upplýsir, at kvinnan var hjartasjúk, og fyribils úrslit vísa, at deyðsorsøkin helst ikki hevur nakað við koppsetingina at gera. ­ Tað er altíð tragiskt, tá ung menniskju doyggja, sigur yvirlæknin, Steinar Madsen. Hann leggur aftrat, at einki bendir á, at tilburðurin hevur nakað við kopp­ setingina at gera. ­ Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum at kanna, um tilburðurin hevur havt nakað samband við koppsetingina. Tí er líkið á kvinnuni eisini kannað so væl sum gjørligt. Legemiddelverket í Noregi sigur, at tað er serstakliga sjáldan, at koppsetingar eru orsøk til deyðsføll. ­ Tá nógv fólk verða koppsett yvir stutta tíð, ger tilvildin, at onkur fólk doyggja, tó at deyðsorsøkin einki hevur við koppsetingina at gera, sigur Steinar Madsen, yvirlækni.