týsdagur 3. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 210 - 3. november 2009
Tríggjar fyritøkur hava
givið tilboð upp á at savna
inn ruskið í Tórshavnar
kommunu
RUSKINNSAVNAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sáttmálin,
sum
Tórshavnar
kommuna hevur við Tom Hellisdal
um ruskinnsavnan í kommununi,
rennur út á nýggjárinum.
Kommunan hevur tí havt lýsingar í
bløðunum, har innsanvanin verður
boðin út, og trý tilboð eru komin
inn.
- Talan er um eitt tilboð úr Havn
og tvey uttanfyri kommununa. Vit
hava havt innleiðandi samráðingar
við fyritøkurnar fyri tvey tey lægstu
tilboðini, og málið verður nú lagt
fyri Heilsu- og umhvørvisnevnd-
ina, sum síðani ger eitt tilmæli, sigur
Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tá málið er avgreitt í Heilsu- og
umhvørvisnevndini, verður teirra
tilmæli lagt fyri fíggjarnevndina at
taka støðu til. Síðani skal málið
leggjast fyri býráðið til støðutakan.
Heðin
Mortensen
váttar,
at
verandi
ruskinnsavnari,
Tom
Hellisdal, eru millum fyritøkurnar,
sum hava latið inn tilboð, men hann
vil ikki avdúka, hvør eigur lægsta
tilboðið.
- Málið er ikki búgvið til tað enn,
men tað er greitt, at býráðið fer at
arbeiða skjótt, tí verandi sáttmáli
gongur út á nýggjárinum, sigur
borgarstjórin.
Hann dugir kortini ikki at siga,
um málið verður avgreitt áðrenn
verandi sáttmáli gongur út, ella
neyðugt verður at leingja verandi
sáttmála í eitt stutt tíðarskeið.
Tað hevur ljóðað, at eitt tilboð úr
Kvívík var lægst, men tað hevur
borgarstjórin onga viðmerking til.
- Nú fíggjarlógin fyri komandi ár
er fyri, er neyðugt at halda býráðs-
fundir títtari enn vanligt. Ein verður
nú hósdagin og ein aftur í komandi
viku. Væntandi kemur málið um
ruskinnsavnan fyri á býráðsfundi-
num í komandi viku, sigur Heðin
Mortensen.
Trý vilja savna rusk
Samráðingar hava verið við tvey tey lægstu tilboðini, men enn er ikki støða tikin til, hvør fær ruskinnsavningina frá
nýggjárinum at rokna
Bæði Elin Lindenskov og
Vagnur Johannesen eru í
løtuni í farloyvi, og tí koma
eykalimirnir inn í býráðið í
Havn
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú fíggjarlógin fyri komandi ár er
til viðgerðar, er fundarvirksemið
dúgligt í Tórshavnar býráð. Fundur
verður nú hósdagin, og ein nýggjur
fundur verður longu aftur í komandi
viku.
Nú hósdagin verða mál fyri sum
eitt nú vindmyllur, moldgoymslan í
Kollfjarðadali nærhendis Royndar-
støðini, sum skal »avviklast«.
- Eisini kemur spurningurin um
10. flokk í skúlunum í Havn fyri
eftir ynski frá einum av býráðslim-
unum. Sølutorgið í Vágsbotni skal
eisini til viðgerðar, og so eisini
útstykkingin í Nólsoy, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Hann upplýsir annars, at bæði
Elin Lindenskov úr Javnaðarflokkin-
um og Vagnur Johannesen úr Fólka-
flokkinum eru í farloyvi, og í teirra
stað møta ávikavist Rúni M. Djur-
huus og Inga Dahl. Seinni nevnda
hevur áður verið valdur býráðslimur,
meðan Rúni M. Djurhuus tekur sæti
í býráðnum á fyrsta sinni.
Nýggj andlit í býráðnum
Rúni M. Djurhuus tekur sæti í
býráðnum á fyrsta sinni
ðu feløgini
borið við 850.000 í teirra
síðstu meting«, sigur IFS í
greining síni.
Mest áhugavert er tó, at
hóast
greiningarfyritøkan
metir Atlantic Petroleum at
fáa eitt hall í ár á 35 milli-
ónir krónur, so væntar IFS,
at felagið fær eitt avlop í
næsta ár eftir skatt á 32
milliónir krónur.
Skoytt verður upp í, at
greiningin er gjørd áðrenn
Atlantic Petroleum kunn-
gjørdi, at øll partabrøvini í
útboði eru seld við kapital-
hækkanina. Hetta gevur
felagnum
188
milliónir
krónur meiri í partapeningi,
og tað broytir sjálvandi
arbeiðsfortreytirnar
hjá
Atlantic Petroleum.
Varðveitir ratingina
Tá talan er um Føroya
Banka sigur IFS, at kjarnan
hjá bankanum eru inntøkur-
nar frá av vanliga banka-
virkseminum.
»IFS metir at netto rentu-
inntøkurnar verða góðar
102 milliónir krónur í 3.
ársfjórðingi 2009 og er
hetta væl meira (18,4%)
enn fyri sama ársfjórðing
2008«, sigur greiningar-
fyritøkan.
Somuleiðis verður mett,
at rentumarginalurin hjá
Føroya Banka er 5,5% fyri
alt
2009.
Avsetingarnar
verða mettar til 90 milliónir
krónur fyri 2009, og tað er
áleið tað sama sum í 2008.
»Av hesum metir IFS at
17 milliónir krónur eru fyri
3. ársfjórðing.
IFS metir, at úrslitið hjá
Føroya
Banka
fyri
3.
ársfjórðing verður góðar 35
milliónir krónur eftir skatt.
Fyri alt 2009 metir IFS
eitt úrslit á 134 milliónir
krónur«, sigur greiningar-
fyritøkan.
IFS vísur á, at Moody’s
hevur staðfest somu kredit-
rating til Føroya Banka, har
Moody’s fyri fleiri danskar
bankar hevur lækkað kredit-
ratingina.
»Føroya
Banki
hevur
gjørt íløgur í tryggingarfelag
í Íslandi. Men væntandi
kemur tað ikki at síggjast
aftur í roknskapinum fyrr
enn næsta ár. Eftir at Føroya
Banki hevur fingið lán úr
bankapakka 2 er solvensurin
komin upp á 25,2%. IFS
metir, at tað er óneyðugt at
hava ein so høgan solvens,
men heldur orsøkina til at
Føroya Banki ynskir hetta
er, at møguleikarnar at
bjóða uppá danskan banka
gerast væl betri«, sigur IFS
í sínari greining av Føroya
Banka.
Eik stríðist
Fjórða
listaða
føroyska
fyritøkan er Eik Banki, sum
longu hevur kunngjørt sín
roknskap fyri triðja árs-
fjórðing 2009.
IFS metti, at bankin fór at
kunngera eitt hall á knappar
20 milliónir eftir skatt, men
roknskapurin
vísti
eitt
nakað størri hall, góðar 30
milliónir.
Hetta hevur eisini fingið
Eik Banka at niðurjustera
metingarnar
fyri
2009
soleiðis, at samlaða úrslitið
fyri árið verður eitt hall á
150 milliónir krónur.
Bankin sigur, at tað eru
serliga ótryggu viðurskiftini
á danska fastognar markn-
aðinum, sum eru orsøkin til
framhaldandi hallið í rokn-
skapinum. Hinvegin fegnast
bankin um, at inntøkurnar
av rentum og avgjøldum nú
aftur er komið á sama støði,
sum fyri einum ári síðani.
Roknskalpurin hjá Eik
Banka vísir eitt hall fyri
fyrstu tríggjar ársfjórðing-
arnar á knappar 100 milli-
ónir krónur, og tað er fyrst
og fremst altjóða fíggjar-
kreppan, ið er høvuðsorsøkin
við teimum avleiðingum,
hetta hevur havt fyri serliga
dóttirbankan í Danmark.
Hinvegin hevur Eik Bank
Danmark og Eik Banki í
Føroyum upptikið lán úr
Bankapakka II, og hetta
hevur styrkt um støðuna hjá
bankanum.
Hetta
hevur
kortini eisini merkt avset-
ingar móti tapi hjá øðrum
bankum, har allir lántakarar
í Bankapakka II hefta
solidariskt.
Eik Banki hevur betri
vónir fyri 2010.
Stjórnarfundur við Mount Everest
Seinni í mánaðinum fer stjórnin í Nepal at halda fund í einari legu í 5.360 metra hædd á
Mount Everest. Endamálið við tiltakinum er at vísa altjóða samfelagnum, at veðurlags-
broytingarnar kunnu fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri Nepal. 14 av heimsins hægstu
fjøllum eru í Nepal, og granskarar siga, at fleiri túsund jøklar í Himmalaya-fjøllunum kunnu
bráðna burtur. Tíggju av teimum stóru áunum í Asia hava sín uppruna í nepalsku fjøllunum,
og hvørvur ísurin har, torna keldurnar eisini um eini 50 ár, siga granskararnir.