týsdagur 3. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 3. november 2009
13
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Primitivur
lokalpolitikkur
Tíðargreinin
tíðargreinin
Edmund Joensen,
løgtings- og fólkatingsmaður
P
olitiskir rossahandlar eru nú
blástemplaðir í Føroyum.
Tað er eftir øllum at døma í lagi
at ála almennar stovnar sundur
og flyta teir har, ið atkvøðurnar
liggja og bíða. Ikki eina ferð
hevur nakar spurt tann mest
relevanta spurningin: hvat er
best fyri borgaran, bíligast og
effektivast fyri samfelagið?
Lokalpolitikkurin í Føroyum
er nú blástemplaður. Hann er
politiskt korrektur. Tað er nú
púra í lagi at brúka ognirnar hjá
okkum øllum til egnan
politiskan fyrimun.
Hetta kann staðfestast eftir
orðastríðið um, hvar tann nýggi
samanlagdi sjúkrakassin, Heilsu
trygd, skal hava heimstað.
Rossahandil um Heilsutrygd
Opið stríð brast á, samstundis
sum landsstýrismaðurin í
heilsumálum úr Javnaðar
flokkinum almannakunngjørdi,
at Klaksvík er heimstaðurin hjá
Heilsutrygd.
At landsstýrismaðurin sjálvur
er úr Klaksvík, var sakini púra,
púra óviðkomandi, vissaði hann
fjølmiðlarnar um. Og hann
slapp avstað við hesi
frágreiðing.
Uttan at blúgvast komu polit
ikarar kropp á kroppi fram og
greiddu frá einum rossahandli,
ið varð gjørdur longu framm
anundan, at samgonguskjalið
varð skrivað.
Hesin rossahandil skuldi
virðast, skiltist.
Eisini hesum sluppu teir
avstað við.
Lokalpolitisk flyting av TAKS
Nýtt stríð kyknaði, tá lands
stýrismaðurin í fíggjarmálum,
sum eisini er formaður í Javn
aðarflokkinum, almannakunn
gjørdi, at nú skal ein deild hjá
TAKS leggjast í Klaksvík.
Um orsøkina hví, TAKS skal
flytast úr Eysturoy, er enn ongin
verulig frágreiðing komin.
At ein politisk lokal og
flokspolitisk ætlan man liggja
aftanfyri, er sjálvandi púra,
púra burturvið at hugsa. Ella
hvussu?
Mítt boð er, at eisini lands
stýrismaðurin í fíggjarmálum
sleppur avstað við síni ætlan.
Hvat er best fyri brúkaran?
Spurningurin, ið ongin – heldur
ikki fjølmiðlarnir – hevur tikið
upp á tungu í allari hesi lokal
og flokspolitisku suppuni, er:
hvat er best fyri brúkaran?
Er tað best fyri tey ovurhonds
nógvu fólkini, ið skulu brúka
Heilsutrygd, at stovnurin verður
lagdur í Klaksvík? Er tað t. d.
best fyri tey, sum búgva í Suður
oy? Kann hugsast, at tað er
brúkaravinaligari
fyri
meginpartin av brúkarunum, at
samanlagdu sjúkrakassarnir fáa
heimstað onkra aðrastaðni?
Hvussu við TAKS? Liggur
nøkur fornuft aftan fyri ætlaðu
flytingina? Veitir hon teimum
nógvu brúkarunum fyrimunir?
Og kostnaðurin: hvat er
skilabest, sæð úr fíggjarliga
sjónarhorninum? Hvat við at
lagt stovnar aftat verandi, so
sleppast kann undan óneyðug
um dupultfunktiónum?
Kanska kundi onkur eisini
spurt: hví skulu politikarar
halda á at gera av, hvar hesin
ella hasin almenni stovnurin
skal liggja? Hví verður tann
avgerðin ikki tikin á einum
ópolitiskum og objektivum
grundarlag?
Eg sakni eitt útspæl frá
óheftari og fakligari síðu.
Samkensla og tol eru uppi
Álvaratos, mong munnu hugsa
sítt.
Hvat bagir teimum í Javnað
arflokkinum, sum seta henda
sjónleikinum upp? Er despera
tiónin veruliga so stór, at borg
arin og skattgjaldarin skal
undirmetast so út um alt mark?
Sjálvandi er stórt
spell, at
toppurin í Javnaðarflokkinum
hevur mist sambandi við breiða
veljaraskaran, men nú gerst
hetta ov primitivt. Nú fara
skattgjaldarar og brúkarar – tey,
ið skulu gjalda fyri lokal og
flokspolitisku stuntini – at
missa bæði samkenslu og tol.
Sjúklingurin Føroyar
Meðan politikkurin verður
drigin niður á hitt mest primi
tiva støðið, er standurin í
landinum óhugnaligur. Sam
felagið er væl ávegis at bløða
út! Tað tykist, sum ongin við
ábyrgd hevur tamarhald á
almennu útreiðslunum, og
samstundis verða inntøkurnar
skerdar.
Tí eru tvær – og bert tvær –
høvuðsuppgávur í føroyskum
politikki í dag: bløðingin skal
steðgast, og sjúklingurin má
hava tilført nýtt.
Bløðingina steðga vit við at
gevast við lokalpolitiskum
ørvitissprellum sum t.d. at
spjaða almennar stovnar kring
alt landið. Tvørturímóti skulu
vit hugsa rationelt og
innrætta
okkara almenna sektor rationelt
og bíliga. Og vit mugu gevast at
skerja tryggar inntøkur sum t.d.
Ríkisveitingina.
Meira nering til sjúklingin
fáa vit við at skapa fleiri inn
tøkumøguleikar: størri part av
dýra uppisjóvarfiskinum, lata
arbeiðsmarknaðin upp, burtur
við forðingum fyri okkara
vinnulív, inn í ES og á europ
eiska marknaðin at tjena
veruligar pengar.
Møguleikarnir liggja opnir
fyri okkum. Tað krevst bara
pollittiskt dirvi at taka teir!
Krónur og oyru byggja
okkara land og fíggja okkara
vælferð. Ikki stríð um, hvar
hesin ella hasin almenni stovn
urin skal liggja, so summi
kunnu fáa atkvøðurnar upp á
pláss til komandi val.