Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 210 - 3. november 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá lítli sonur og beiggi okkara Jákup Tausen føddur tann 29.10.08 og andaðist tann 16.11. 08 andaðist og varð jarðaður Familjunnar vegna Joan, Jaspur, Lovisa, Kristina og Maria Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra systir okkara Malan Djurhuus brádliga doyði og varð jarðað. Tøkk til Bjarna Bæk, dómpróvst. Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu henni til tyrluna í Skúvoy og til hennara seinasta hvíldarstað í Havn. Familjunnar vegna Systkini Mynd frá ”Realskúla­ framsýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunu­ skúlanum í Havn í 2007. Myndin er tikin fyri 45 árum síðan í sambandi við eina skúlaveitslu í Losjuni í 1964. Á myndini eru f.v.: Sanna Waagstein Johansen, Sunneva Dalsgaard, Símun W. Arge og Haraldur Eirikstoft. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon 226024 (mynd nr. 105) Myndaeigari: Anna Sofía í Brekkunum 60 ára føðingardagur Leygardagin 7. nov. fyllur Óli Johansen, vanliga nevndur Suðringurin. Føðingardagurin verður hildin í heiminum Sjógøta 135, Tvøroyri. Opið hús frá kl. 13­20. 60 ára føðingardagur 23. okt. fylti Solmaj í Lágabø, 60 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 7. nov. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 4. nov. verður Arna Dalbø Hansen, Svínáir, 80 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 7. nov. frá kl. 12 til kl. 15. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. nov. verður Hildigarð Hansen, Syðrugøtu, 90 ár. Dagurin verður hildin í Gøtubrá frá kl. 19. Øll eru vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen (Stina og Dia av Syðradali), gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 6. nov. kunnu hjúnini Maria og Hans David P. Johansen, Strendur, halda gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Sjókaféini í Runavík saman við familjuni. Gullbrúdleyp Leygardagin 7. nov. hava Jonny og Thomas Jacobsen, Søldarfjørður, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Gullbrúdleyp Sunnudagin 8. nov. kunnu hjúnini Herborg og Hildibjart Johansen, Tórshavn, halda gullbrúdleyp. Tey ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í Starvsmannafelagshúsinum J.H. Schrøtersgøta 9 frá kl. 12 til 17. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Diamantbrúdleyp Mánadagin 9. nov. hava Amalie og Jens Mouritsen, Sørvágur, verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 14. nov. frá kl. 18 hjá soninum, á Magnusarbø 6, Sørvágur. Dagurin 3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus, sum doyði umleið ár 705. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndar halgi­ menni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertus­ veiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hes­ u m siði. Týskt navn, samansett av orðum, ið merkja hugur og bjartur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Skúlaveitsla í 1964 Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar­ og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanar­ tiltøkum á heiminum. Mikukvøldið 4. novemb er verður skipað fyri einum coutrykvøldi á heiminum. Tað eru tey trý: Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Beddi Hansen, sum fara at syngja og spæla góðan country tónleik í kantin­ uni. Aftaná mentanartiltakið mikukvøldið verður møgu leiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru væl­ komin. Country á Ellisheiminum