týsdagur 3. november 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 210 - 3. november 2009
tíðindi
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Runavíkingar hava fingið
ein konsertsal, sum teir
kunnu vera stoltir av. Hetta
kom til sjóndar, tá Jóannes
S. Hansen hevði útgávu
konsert í Løkshøll í nýggja
skúlanum
í
Runavík,
fríggjakvøldið 30. oktober
kl.21.00
Pláss er fyri uml. 350
fólk um og høllin var full
sett; ikki ein stólur var
tøkur, eftir at øll høvdu sett
seg í teir snøggu polstraðu
stólarnar. Onkrir eykastólar
vóru settir inn har frammi.
Fólki møtti upp við stórum
spenningi, bæði at síggja
og uppliva nýggju høllina
og eisini at vera við til
sangupplivingina, sum øll
vita, at Jóannes er góður til,
tí hann er kendur frá nógv
um sangløtum runt um í
landinum. Hóast tað oys
regn aði og myrkt í veðri
num, so vóru fólk komin
langvegis frá, bæði úr
Havnini og úr Klaksvíkini.
Jóannes dugir væl at seta
saman góðar tónleikarar
sum í felag megna at geva
áhoyrarunum eina tón leika
uppliving av teimum fáu.
Sangúrvalið vóru sangir,
sum vit øll kenna, og tí
kundu
flestu
áhoyrarnir
vera ein partur av felags
sanginum, og føroyingum
dáma væl at syngja við.
Fólkið fór ikki vónsvikið til
hús
fríggjakvøldið
eftir
kon sertina.
Tónleikarar
At alt var væl fyrireika,
niður í minstu einkultheit,
var øllum klárt – har sótu
teir allir, tónleikarnir, 10 í
alt. Um vit býta pallin upp í
fjórðingar
við
einum
høgravongi, eini miðju, ein
um vinstravongi og einum
“brotsteigi”, so sótu tón
leikarnir soleiðis: Uttast til
høgru, í skugganum av
stóra
pallteppinum,
sæt
Leiv ur á Torkilsheyggi við
sínum bassguitara. Beint
frammanfyri
hann
situr
John Mortensen, sum við
fingrum sínum sveimaði
sum ein dreymur eftir tan
gentbrettinum
á
einum
flygeli, sum allarhelst er í tí
betra
klassanum.
Undir
liðini á honum situr Havn
armaðurin, Petur Herman
sen, við sínum steelguitara,
sum hann er sera kønur til,
og undir liðini á honum sæt
sjálvur Heini Lútzen, ikki
við guitaranum, sum er
meiri vanligt fyri hann, men
hann sæt við trummu
settinum, sum hann meistr
aði so væl, at ein skuldi
trúð, at hann einki annað
hevði gjørt uttan at píska til
eitt trummusett.
Í miðjuni sótu Oddur
Lamhauge og Páll á Lakjuni
við hvør sínum guitara,
tveir
dýrtdrivnir
guitar
spælarar.
Á vinstravongi sita Dia
Hvannastein úr Kaldbak og
Jákup Heinesen av Glyvr
um. Jákup við sínum kee
boardi, sum hann altið
meistrar so ómetaliga væl,
og Dia við sínum altið so
smílandi, lætta og gleða
guitarspæli. Men eisini á
vinstravongi
stóð
ein
flokkur av væl upplagdum
kvinnum, átta í alt, hvørs
uppgáva
var
at
leiða
felagssangin – og tað gjørdu
tær ómetaliga væl við sín
um kláru og vøkru rødd
um.
Á
“brotsteiginum”,
fremst á pallinum, sótu
tveir menn, Flóvin Tyril við
síni mandulin, og sjálvur
høvuðsleikarin
við
síni
harmoniku – Jóannes S.
Hansen, sum vit mugu siga
um, fekk “bóltin” so dyggi
liga í málið hetta kvøldið,
bæði við síni tónleikafløgu
og einari væl skipaðari
sangskrá og góðari leiðslu,
sum kona Jóannes, Sæun,
eigur stóra heiðurin fyri.
Hetta kvitteraði Jóannes
eisini fyri, tá hann handaði
víðari til konu sina, blómu
tyssi, sum hann fekk frá
plátufelagnum Rock Pipit
Records, sum bæði stendur
fyri útgávuni av fløguni og
hevur tikið stig til útgávu
konsertina.
Sum tann fyrsti, leggur
Jóannes sjálvur til brots og
bjóðar áhoyrarunum væl
komnum: “Sangirnir, sum
vit koma at syngja í kvøld
eru alt sangir sum vit øll
kenna, tí hava vit øll ábyrgd
at syngja væl við í kvøld,”
segði Jóannes.
Lívsælt við lovsangi
Áðrenn fyrsti felagssangur
in varð sungin siterar Sæun,
kona Jóannes, sum bæði
hevði gjørt skránna og
leiddi kvøldið, orðini í ein
um sálmi, at tað er lívsælt
at
lovsyngja
Harranum.
Hetta
fingu
áhoyrarnir
longu at sanna, tá tað varð
lagt út við trimum teimum
fyrstu
felagssangunum:
Ríka stund, løta sæl – Eitt
hjarta er, sum hin sonin
elskar – og Dýrdarinnar
Sonur. Tónleikurin, sang
leiðslan, ljóðviðurskiftini,
hugurin at syngja við og
sanggleðin gekk upp í eina
fullkomna eind, sum gav
sanginum eitt himmalskt
flog, soleiðis, at áhoyrarnir
upplivdu, at tað av sonnum
er livsælt at lova Harr
anum.
Ljóðfólkið
Tað er ein faktorur, sum vit
aldri eiga at gloyma í einum
slíkum høpi, og tað eru
ljóðfólkini. Tey síggja vit
lítið til, tey sita ikki fínt
klødd á pallinum ella koma
fram
at
mikrofonunum,
men við sveittabroti hoppa
og renna tey, við skjúrtu
velinum flaksandi uttan á
buksunum, stundum liggja
tey á búkinum og stundum
eru tey hægst uppi í einum
vinarstiga, krússandi ímill
um leidningar, stikkdósir
og hátalarar, ið síggja út
sum drangar á pallinum –
alt hetta fyri at áhoyrarnir
skulu fáa tað besta burtur
úr. Hesi fólk eiga eina stóra
tøkk uppiborna “einki
ljóð fólk, einki ljóð!”
Fløgan presenterað
Andrew Djurhuus, sum var
ein av stigtakarunum til
konsertina,
hevði
eina
presentatión av fløguni,
sum nú varð løgd fram á
fyrsta sinni. Hátíðarliga
beyð hann Jóannesi at koma
fram, sum síðani fekk tað
fyrstu fløguna handaða, og
harvið varð fløgan løgd
fram til almenningin at
ogna sær. Andrew tók
soleiðis til: “Hervið verður
fløgan VIÐ LØKIN handað
tær við Løkin í Løkshøll!”
Jóannes segði um fløg
una, tá hann hevði fingið
hana handaða: “Eg havi
spælt eini 50 ár í sam kom
uni. Hetta hevur verið mín
dreymur at koma her til
hvar eg kann leggja fram
eina instrumentala fløgu
við teimum løgunum, sum
eg havi elska og spælt stóra
partin
av
mínum
lívi.
Fløgan er soleiðis háttað, at
tú kann lurta eftir henni
allastaðni har tú ert, í bil
inum, í bátinum, á arbeiðs
plássinum ella heima við
hús. Eg takki míni konu og
børnum, sum hava stuðla
meg í hesum!”
Síðani setti Jóannes seg
við flygelið og spældi nøkur
løg, sum eru á fløguni, og
hetta var ein sannur for
smakkur. Í drekkasteðginum
hevði fólkið høvi at keypa
fløguna og at heilsa upp á
Jóannes, sum hevði nokk
við at signera húsan á
teimum mongu fløgunum,
sum fóru yvir “diskin” hetta
kvøldið.
Foreldrini
Eisini rætti Jóannes eina
tøkk til foreldur síni, sum
allareiða í barnaheiminum
lótu dyrnar upp fyri tón
leikinum, og í hesum sam
bandi bað hann áhoyrarnar
klappa fyri mammu síni,
sum sæt ímillum áhoyrarnar.
Pápi Jóannes, Símun Han
sen, doyði fyri mongum
árum síðani.
Upptøkan
Fløgan er tikin upp í sam
komusalinum Ebenezer í
Tórshavn. Tann 20. apríl í
ár fóru Jóannes og aðrir inn
í Ebenezer til tess at taka
fløguna
endaliga
upp.
Jóann es setti seg við flyglið
í ovara sali kl.10.00 og hann
spældi út í eitt inntil
kl.17.00,. tá vóru øll løgini
tikin upp og Jóannes var
liðugur við sín part. Úrslitið
er ein fløga við ikki færri
enn 21 kendum sangløgum,
har ímillum eisini løg á
sunnudagsskúlasangum.
At Jóannes eisini tekur
sunnudagsskúlaløg við er
ein sjálvfylgja, tí Jóannes
hevur bæði gingið sjálvur í
sunnudagsskúla og verið
sunnudagsskúlalærari meg
in partin av sínum mann
dómi, sum hann sjálvur
kann siga tað: “Eg gekk í
sunnudagsskúla langt eftir
at eg var vaksin!” So statt
er fløgan egna bæði til
vaks in og sunnudags skúla
børn.
Fyrstu ferð Jóannes setir
seg við klaverið var hann 3
ára gamal. Um Jóannes
hevur spælt síðani tá, so
hev ur hann spælt tey sein
astu 60 árini – so tað er ikki
so løgið, at maðurin kennir
seg heima við klaverið;
men løgið kann tað kortini
tykjast, at hetta er hansara
fyrsta fløga.
Vit ynskja Jóannesi til
lukku við fløguni VIÐ
LØKIN og ynskja, at hon
má verða ein sannur anda
ligur løkur við livandi vatni
fyri tey mongu, sum fara at
geva oyra til hesa fløgu. Vit
gleða okkum tá tú, Jóannes,
leiðir okkum til næsta
løkin!
Tað er www.gjamma.fo
sum umboðar fløguna og
hevur søluna um hendi. Tað
ber til at keypa fløguna
beinleiðis á alnótini frá
Gjamma.
Eisini er fløgan at fáa til
keyps á teimum vanligu
sølustøðunum kring landið.
Runavíkin - konsertsalur í altjóðastíli:
Jóannes S. Hansen við útgávukonsert