týsdagur 3. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 3. november 2009
17
tíðindi
Sunnudagin varð
nýggi salurin hjá
brøðrasamkomuni á
Sandi tikin í nýtslu
Svenning av Lofti
lofti@olivant.fo
Søgan aftanfyri hendan sal
in er í stuttum hon, at Anna
Hansen,
vanliga
nevnd
Anna á Tanganum, arvaði
eitt grundøki, sum hon gav
til at byggja salin Zion á.
Hetta var fyrst í fimti
árunum. Saman við norsku
Kristensu Gaasland og øðr
um, høvdu tær sunnu
dagsskúla og møti í hesum
sali so leingi tær kundu.
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdi samkoman í Betania
í Skopun av, at tey skuldu
gevast við at hava møti og
sunnudagsskúla í Zion, og
heldur burturav taka sær av
virkseminum í Betania í
Skopun.
Seinastu
árini
hevur
Sands
kommuna
leigað
Zion til barnagarð. Av tí at
samkoman í “Elim” hevur
búleikast í einum sera lítl
um sali í mong ár, hevur
samkoman hugsað um at
fingið annað høli til virk
semi sítt. Tá ið so sam
komuni í “Elim” stóð í boði
at keypa “Zion”, varð hetta
gjørt fyri einum góðum ári
síðani.
Beinanvegin var farið til
verka at gera neyðugar
um vælingar:
Vindeygu
vóru skift út, alt húsið varð
bjálvað væl og virðiliga,
lagt varð á gólvið, veggir
og loft vórðu klædd, køkur
varð umvældur og gjørdur
av nýggjum, nýggjur hita
ketil var keyptur, ljós og
mangt annað varð gjørt av
nýggjum. Húsið varð málað
av einslistum, alt sum tað
var í ljósum og lívgandi lit
um.
Stórfingin
fagnaðarløta
Sunnudagin 1. november
kl. 17 var fagnaðarløtan sett
í nýumvælda “Zion”. Fólk
fingu sess á nýggjum og
polstraðum stólum, so langt
tað røkk, restin av stólunum
varð lænt úr missións hús
inum. “Zion” var stúgvandi
fullur av fólki, ið var komið
ymsastaðni úr landinum,
hóast hátíðarløtan ikki var
alment lýst.
Sonni Poulsen, er upp
vaksin heima á Sandi, og
hevur verið trúboðari á
Papua Ný Guinea í mong
ár, setti løtuna og beyð fólki
vælkomin.
Nýggi
borg
meistarin í Sands kommunu,
Brandur Sandoy, bar fram
heilsan frá kommunu stýr
inum og ynskti tillukku við
endunýggjaða “Zion”.
Heilsanir
vóru
eisini
bornar fram frá ymsu sam
komunum í oynni, sum
ynsktu alt tað besta fyri
verkinum í ”Zion”. Sølvi
Mortensen, sum umboðaði
missiónshúsið
á
Sandi,
segði, at onkur hevði eina
ferð sagt, at tær ymsu
samkomurnar vóru at sam
anbera við ymiskar haga
partar, men vit reka øll í
somu rætt.
Einar Joensen, leiðari
fyri hvítusunnusamkomuni
í “Betania” í Skopun, segði
hvussu glaður hann var fyri
at húsið, sum teir fyrr
høvdu átt, nú aftur kundi
verða tikið í brúk til hetta
sama endamáli: At bera
boðskapin um Jesus til
menniskju. Hann ynskti
Guds signing í verkinum.
Sama gjørdi Jógvan Lam
hauge,
sum
umboðaði
missiónhúsið
í
Skopun.
Hann var so fegin at kunnu
vera við og at gleðast saman
við øllum hinum úr ymsu
samkomunum. Fólk vóru
komin ymsastaðni úr land
inum. Mong av hesum bóru
fram heilsanir og góðynski.
Summi av hesum høvdu
verið við til at umvæla og
seta hetta húsið í stand. Eitt
valaarbeiði. Mong vóru tey,
ið høvdu orðið og ógjørligt
er at nevna øll, sum vildu
bera góðynski til verkið í
“Zion” framyvir.
Kristensa Gaasland og
Anna á Tanganum. Hesar
báðar andaligu megnar
kvinnur vórðu ofta nevndar
av teimum sandoyingum, ið
høvdu orðið og øll høvdu
so ómetaliga nógv gott at
siga um tær báðar, ið vóru
so trúfastar at bera boð
skapin um Jesus til allar
bygdirnar í Sandoynni, ikki
minst barnamøtini, ið tær
báðar høvdu.
Sangurin
dynjaði
alt
kvøldi av tí allar besta, bæði
felagssangurin og eykasang
irnir, ið vóru sungnir av
Terja
Dalsgaard,
Egin
Ørvar odd, Sølva Morten
sen, Árna Jensen og Finnleif
Durhuus, móðir og dóttir
Kirstin og Mariu í Ull
vøruhúsinum, Fríðgerð og
øðrum. Øll vildu gera síttt
til at hendan løtan gjørdist
einn
sonn
fagnaðarløta,
sum hon eisini var. Maria,
ið er gift við Páll Hentze av
Sandi, bar fram eina heilsan
frá manninum, sum siglir
úti. Hann minstist aftur á
góðar dagar í “Elim”, har
hann kom saman við for
eldrum og systkjum
Ein rimmar máltíð var
eisini gjørd til við drekka
munni, tvíflísum og køkum,
sum vóru framúr.
Samanumtikið ein ser
staka væl fyrireikað og
væl eydnað løta, sum vísti
at ymsu samkomurnar hava
stóra virðing hvør fyri aðr
ari, og kunnu virka saman í
kærleika uttan partakenslu,
men stríðast fyri sama
enda máli: At vinna menn
iskjur fyri Himmalin og
verða ein signing á allan
hátt fyri alla Sandoynna og
fólkið har.
Svenning av Lofti:
Fagnaðarløta
heima á Sandi
sunnudagin
– vit reka øll í somu rætt