týsdagur 3. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 210 - 3. november 2009
Í sambandi við at bókin
“Havnarmyndir - fyrr og
nú” hjá Birgari Johannessen
kemur út mikudagin 4.
november, verður móttøka
fyri
almenninginum
í
Sjónleikarhúsnum frá kl.
10-18, har bókin verður
seld og signerað av høv-
undanum.
Á ólavsøku í ár hevði
Birgar Johannessen fram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Talan var um eina fram-
sýning við gomlum foto-
myndum
og
nýggjum
myndum, ið eru tiknar úr
sama staði sum tær gomlu.
Tí vórðu nógvar saman-
beringar gjørdar á framsýn-
ingini um tann gamla og
nýggja býin.
Eftir framsýningina vóru
tað fleiri sum heittu á Birgar
um at geva søguliga mynda-
tilfarið út í bók.
Bókin, sum er umleið
110 síður, er ein myndabók
við teksti, har lesarin fær
gott innlit í hvussu býurin
er broyttur hesa seinastu
øldina. Kápumyndin er ein
oljumálningur, sum Christin
Holm Isaksen (Kristin í
Geil) málaði í 1917. Bókin
er prentað hjá Estra og
kostar 220 krónur.
mg
Havnarmyndir
í Sjónleikar
húsinum
Kinabrekkan í 1967
Myndin frá krossinum Landavegur/Frælsið og úteftir. Tað er gamla Landavegin vit síggja. Hetta
vegastrekkið varð rópt Kinabrekkan. Fremstu húsini høgrumegin bygdi Petur í Mattalág í 1880-
unum. Húsini oman fyri bygdi Dánjal Danielsen trúboðari í 1904. Millum hesi bæði húsini lá
“Bineskilde”, ein av grønastu og vakrastu havum í Havn. Reyðu húsini ovast í brekkuni bygdi
Christian Clementsen (Kissa í Kina) tíðliga í 20-undu øld. Harav navnið Kinabrekkan
Kinabrekkan í 2009
Á hesi myndini sæst, hvussu nógv Kinabrekkan er broytt. Bert húsið hjá Peturi í Mattalág sæst,
hini eru fjald aftan fyri trævøksturin
Birgar
Johannessen