Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. november 2009 – Ítrótturin er eitt stað, har vit læra at um gangast í einum sosi alt ábyrgdarfullum felags skapi, og í síðsta enda fært tú betri sam­ felags borg arar burtur úr at tosa um etikk og virði í ítróttarfeløgunum, sig ur Jens Evald, sum í gjár­ kvøld ið tosaði um etikk og virði á evniskvøldi í Miðla­ húsinum Eini 60 fólk vóru savnað í Miðla húsi­ num í gjárkvøldið, har Ítróttar sam­ band ið hevði evniskvøld um etikk og virði í kappingarítrótti. Til staðar vóru umboð fyri fleiri ítróttargreinar, so sum fótbólt, súkkling, judo, svimj­ ing, badminton, frælsan ítrótt og aðr ar. Uppleggið, ið legði lunnar undir evnis kvøldið, kom frá danska pro­ fessar a num í løgfrøði, Jens Evald, sum er nevndarformaður í Anti Dop ing Danmark, umframt at hann hev ur verið við til at skrivað etisku leið reglur nar fyri danskan kapp­ ingar ítrótt. Hann legði fyri við einum fyrilestri um evnið, og síðani kundu áhoyrararnir koma við spurningum og viðmerkingum. Jens Evald heldur tað hava stóran týdn ing, at bæði ítróttarfeløg og Ítróttar sambandið finna útav, at tað hevur týdning at hava etiskar leið­ reglur, sum kunnu vísa, hvat tað eru fyri virði, ið longu frammanundan eru galdandi í ítrótti. – Vit skulu ikki hava leiðreglur, tí vit vilja harta fólk ella útihýsa fólki frá ítrótti, um tey ikki fylgja reglu­ num. Reglurnar skulu hinvegin vísa, hvørja leið vit ynskja at ganga og hvør tann positivi og góði at burð ur­ in í einum ítróttarfelag er. Hinvegin mu gu etisku leiðreglurnar mugu ikki standa í vegin fyri, at aðrar reglur verða hildnar og fylgdar, sigur danski professarin. Krevja fyrimyndir Ein partur av kappingarítrótt er, at vit vænta av okkara fremstu ítróttar­ fólkum, at tey eru fyrimyndir uttan fyri vøllin, eins væl og innanfyri. Hetta heldur Jens Evald eisini vera eitt rímiligt krav at seta. – Tann parturin, sum er uttan fyri kapp ing, hevur sjálvandi einki við sjálv ar spælireglurnar at gera, men hin vegin hevur tað avgjørt nakað við etikkin at gera, hvussu tú bert teg at uttan fyri kapping. Og eg haldi eisini, at vit saktans kunnu krevja av ítróttarfólkunum, at tey eru fyrimyndir, fyri tað um tey ikki eru mitt í einari kapping, sigur hann. – Men fyrst og fremst er endamálið við etiskum leiðreglum, at vit kunnu tosa um tingini, óansæð um vit eru spælari, venjari, formaður, foreldur ella okkurt annað. Leiðreglurnar kun nu vit brúka til at gera vart við, at hetta ella hatta góðtaka vit ikki, tí tað etiskt ikki kann verjast, sjálvt um tað ikki beinleiðis er ímóti nøkrum reglum, vit annars knýta saman við ítróttin. Jens Evald undirstrikar, at mein­ ingin er, at etisku leiðreglurnar skulu elva til orðaskifti innan ítróttin, sum við hesum reglum hevur eitt gott amboð. – Etikkurin er ikki leysur av prakt­ iska lívinum, tí allur ítróttur er grund aður á nøkur virði. Ítrótturin er eitt stað, har vit læra at umgangast í einum sosialt ábyrgdarfullum felags skapi, og í síðsta enda fært tú betri samfelagsborgarar burtur úr at tosa um etikk og virði í ítróttar­ feløgunum. Ikki blandast saman Fleiri ferðir vísti Jens Evald á, at um ráðandi er ikki at blanda etikk og regl ur annars saman, og hann nevn­ di eisini eitt dømi um, at tá reglurnar í sjálvum ítróttinum verða fylgdar, so kann tað eisini beina fyri etiskum trupulleikum. Hetta var hendingin í HM­finaluni í fótbólti í 2006 millum Frakland og Italia, tá franska heims­ stjørnan, Zinedine Zidane, brádliga stútaði italska spælaran, Marco Mate razzi, í bringuna og afturfyri varð útvístur. – Hetta var uppgjørt á vøllinum, tí Zidane varð jú vístur út. Óansæð, hvat Materazzi segði við hann, so rætt vís gjørdi tað ikki gerðina hjá Zi dane, sum stútaði hann í bringuna. Av tí at sjálvar spælireglurnar loystu trupul leikan, var talan ikki um nakr­ an etiskan trupulleika, sigur Evald. – Ikki fyrr enn nógv seinni fingu vit at vita, hvat Materazzi hevði sagt við Zidane, so har er einki at gera við tað. Men givið er, at skal henda hendingin síggjast í ljósinum av etisku reglunum, so kundi tað sjálv­ sagt ikki góðtakast, sum Materazzi gjørdi. Danski professarin vísir á, at nógv av tí, sum ikki verður dømt, er ofta sovorðið, sum dómarin ikki sær ella hoyrir. – Men fyri tað er talan ikki um, at etiskar reglur verða brotnar. Tað er sera umráðandi, at vit ikki blan da etikk og reglur saman, tí tá kann tað fáa óhepnar avleiðingar, sig ur hann. Etikkur og reglur mugu ikki blandast eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen – Fyrst og fremst er endamálið við etiskum leiðreglum, at vit kunnu tosa um tingini, óansæð um vit eru spælari, venjari, formaður, foreldur ella okkurt annað, sigur Jens Evald Mynd: Álvur Haraldsen Eini 60 fólk vóru við til evniskvøldið í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, sum snúði seg um etikk og virði í kappingarítrótti Mynd: Álvur Haraldsen