týsdagur 3. november 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. november 2009 – Nr. 210 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Bót fyri vantandi loyvi
Norska fótbóltsfelagið, Fredrikstad, hevur fingið 150.000
krónur í bót fyri at hava brúkt australska spælaran, Kasey
Wehrman, í tvey kappingarár, uttan at hann hevði arbeiðs-
og uppihaldsloyvi í Norra. Hann spældi fýra dystir fyri
felagið í 2008 og 20 dystir í 2009, uttan at loyvini vóru í lagi.
Norska fótbóltssambandið umhugsaði eisini at taka stig frá
Fredrikstad, men talan gjørdist so bara um stóru bótina.
Solskjær venja Rosenborg
Norska stórfelagið, Rosenborg, hevur eftir øllum at døma
sæð í eyguni, at venjarin, Erik Hamrén, kann vera á veg til
Svøríkis at verða landsliðsvenjari har. Tí hevur Rosenborg
sett seg í samband við fyrrverandi Manchester United-
spælaran, Ole Gunnar Solskjær, sum í løtuni er eitt boð upp
á nýggjan Rosenborg-venjara. Í løtuni venur hann eyka-
liðið hjá Manchester United við góðum úrsliti.
Longu undan formans
fundi n um leygardagin var
greitt, at Ísak Mikladal var
til reiðar at leggja frá sær
sum aðalskrivari. Hetta
varð eisini staðfest á sjálv
um fundinum, tá ringt var
til Ísak, sum beinan veg in
tók av, tá hann fekk val
ið ímillum sjálvur at siga
seg úr starvi ella at verða
koyrdur
Hóast allir partar hava roynt at hildið
kortini tætt at kroppinum síðani for-
mans fundin leygardagin, sum var
hild in aftan fyri stongdar dyr í Høllini
á Hotel Hafnia, hevur stig fyri stig
borið til at bygt upp eina mynd av tí,
sum veruliga hendi. Somuleiðis,
hvat veruliga lá aftan fyri samtyktina
hjá formonnunum, ið áløgdu starvs-
nevnd ini at fáa loyst sam starvs-
trupul leikarnar, sum orðingin segði.
Tað vísti seg, at longu undan
fundinum var greitt, at Ísak Mikladal
var til reiðar at leggja frá sær sum
aðal skrivari. Fríggjakvøldið hevði
for maðurin í KÍ, Tummas Lervig, sett
seg í samband við aðalskrivaran, og
tá gav Ísak Mikladal til kennar, at
hann var sinnaður at leggja frá sær,
um tað ikki kundi verða øðrvísi.
Og á sjálvum fundinum leygar-
dagin fór KÍ-formaðurin til síðis eina
løtu og ringdi til Ísak við einari
heilsan frá formonnunum, ið góvu
hon um valið ímillum sjálvur at
leggja frá sær ella at verða koyrdur
úr starvinum. Sum skilst, gjørdi aðal-
skriv arin
mestsum
beinanvegin
greitt, at hann vildi siga seg úr starvi,
sum støðan var blivin.
Tað, sum formansfundurin hereftir
kom at snúgva seg um, vóru frá far-
inga r treytirnar og annars fram-
ferðar hátturin víðari í málinum. Ísak
Mikla dal hevur tænt føroyskum fót-
bólti í yvir 17 ár, so tí vóru allir partar
samdir um, at fráferðin skuldi skipast
á ein virðiligan og ordiligan máta, so
allir partar koma so heilskapaðir
burt ur úr málinum sum gjørligt.
Tosaðu fyri og ímóti
Fundurin leygardagin vardi í hálvan-
sætta tíma, men fyrstu tveir tímarnir
fóru meira til tos um bygn að ar-
broyt ingar og annað, uttan at bein-
leiðis var komið inn á aðal skrivara-
málið. Sum áður nevnt, vóru hesir
báðir fyrstu tímarnir ein fundur, for-
menninir høvdu havt ætlanir um,
áðr enn hetta síðsta málið stakk seg
upp.
Um tveytíðina komu starvs nevnd-
ar limirnir á fundin, og tá fór fundurin
at snúgva seg um Ísak Mikladal og
vant andi stevið í starvsnevndini.
Fyrst legði FSF-forsetin, Høgni í
Stóru stovu, fram sínar grund gev-
ing ar fyri, hví hann ikki helt, at aðal-
skrivarin kundi halda fram í starvi-
num. Eftir framløguna fingu allir
for menninir eintak av tí, sum forsetin
har hevði lagt fram.
Síðani var tað Rúni Heinesen, sum
vegna meirilutan í starvsnevndini
grund gav fyri, hví tað ikki skuldi
verða neyðugt at fara so langt, sum
FSF-forsetin mælti til. Honum á baki
segði Sveinur Tróndarsson nøkur
orð, og síðani Niclas Davidsen, ið
eftirfylgjandi fekk nógvar spurningar
frá formonnunum um grund gev-
ing ar nar hjá meirilutanum. Longu
tá kom týðiliga til sjóndar, at for-
menn inir ikki vóru sinnaðir at varð-
veita aðalskrivaran í starvinum.
Tá hesin parturin av fundinum
var av, fór starvsnevndin av fundi-
num aftur, og formenninir kundu í
friði og náðum viðgera støðuna. Og
tað var tá, at nevnda telefon upp-
ring ing varð gjørd, ið altso endaði
við, at Ísak Mikladal sjálvur valdi at
siga seg úr starvi. Hesi boðini gagn-
aðust formonnunum so væl, at teir
fagnaðu teimum við lógvabrestum,
og tað tóktist greitt, at hesin út gang-
urin av málinum var ein lætti hjá
øllum.
Samráddust í gjár
Tað, sum nú var eftir at fáa upp á
pláss, vóru fráfaringartreytirnar hjá
Ísaki Mikladal, og longu leygardagin
gjørdi hann greitt, at tá tað skuldi
sam ráðast um hetta, so ynskti hann
eisini at gera av, hvørji umboð fyri
starvs nevndina skuldu vera við til
hesar samráðingar – og tí eisini,
hvørji ikki skuldu vera tað. Hesum
eftir líkaðu formenninir.
Tann fundurin var í gjár, har Ísak
Mikla dal við sínum sakførara sat
øðru megin borðið, meðan um boð-
ini hjá Fótbóltssambandinum – eftir
aðalskrivarans ynski – vóru Rúni
Heine sen,
Niclas
Davidsen
og
Magnus á Stongum, umframt at
Fót bólts sambandið eisini hevði sak-
førara sitandi við borðið.
Í dag fundast øll starvsnevndin
um málið, og har skal støða takast til
tað, partarnir á fundinum í gjár
mugu vera komnir ásamt um. Eftir
fund in leygardagin kom fram, at
starvs nevndin hevði fingið freist til í
kvøld at fáa loyst sam starvs trupul-
leikarnar, so kann roknast við, at
starvsnevndin
hjá
Fót bólts sa m-
bandi num í kvøld kemur út við
einari endaligari niðurstøðu.
Ísak fór sjálvur frá
Ísak Mikladal gjørdi longu fríggjakvøldið greitt, at hann var sinnaður at leggja frá sær sum
aðalskrivari, og nú verður so samráðst og tingast um, hvussu fráfaringartreytirnar skulu vera
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Ísak váttar
samráðingar
Ísak Mikladal, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum, vil ikki í
dag vátta, um hann hevur sagt
seg úr starvi ella ikki, men
váttar hinvegin, at samráðingar
eru í gongd. – Eg fái ikki siga
nakað um tað, so leingi sum vit
samráðast um nøkur ting, er
stutta viðmerking
aðalskrivarans, tá hann
beinleiðis verður spurdur, um
hann sjálvur longu hevur sagt
seg úr starvi. Ísak Mikladal var
til arbeiðis í
Fótbóltssambandinum í gjár,
men hevði ikki verið í FSF-
húsinum fyrra partin í dag.
hil