Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. november 2009 – Nr. 210 Um vikuskifti var Føroya­ meistarakapping fyri lið í fimleiki, men tað merkist, at Oyggjaleikirnir eru farnir aftur um bak og steðgur hevur verið hjá teimum flestu, tí stigini vóru ikki so øgiliga høg. Somuleiðis høvdu bara fýra av átta kappingum meira enn eitt lið Føroyameistarar vóru funnir í lið­ kapp ing um í fimleiki um vikuskiftið, men í fleiri greinum var tað ikki bein leið is torført at finna vinnar ar­ nar. Hjá monnum, mansunglingum, dreingjum og kvinnuunglingum var nevniliga bara eitt felag umboðað, so longu áðrenn kappingina var greitt, at Havnar Fimleikafelag var Føroya meistari hjá monnunum, mans ung lingum og dreingjum, með an Støkk áðrenn kappingina átti Føroyameistararnar hjá kvinnu­ ung ling um, tí felagið í Eysturoynni hevði somuleiðis einasta liðið. Kvinnur Men fara vit til kappingarnar, har kapp ing var, so kappaðust kvinnur­ nar tíðliga seinnapartin leygar­ dagin. Støkk og Havnar Fimleikafelag høvdu hvør sítt lið í kappingini, sum var nærum avgjørd til fyrimuns fyri Støkk, áðrenn seinasta amboðið, gólv ið, varð tikið í brúk. Tá avtornaði hevði Støkk vunnið sær 113,95 stig, meðan Havnar Fim­ leikafelag hevði 105,30 stig. Hjá Støkk var tað serliga Kristina Tofte gaard, sum eisini vann heiðurs­ merki á Oyggjaleikum, sum gjørdi størsta takið, og tað var serliga á bita num og á gólvinum, at hon var eitt vet frammanfyri hinar. Verður hugt at ymisku am boð­ unum, so gav lop mestu stigini, með a n forskotna barran, sum ikki hev ur verið við so leingi, gav størstu trupul leikarnar. Veikasti luttakarin, sum taldi við megnaði bara at fáa 2,7 stig. Til samanberingar gav lopið hjá Katrini Wardum úr Havnar Fim­ leikafelag 12,550 stig. Menn Hjá monnunum var bara eitt lið, so tað var greitt, at Havnar Fimleikafelag fór at vinna. Eisini er skjótt at leggja til merkis, at bara tveir av lut takar­ unum á Oyggjaleikum, Rósing Dam og Øssur D. Eiriksfoss, vóru við í kapp ingini. Hesir báðir fingu umleið dupult so nógv og meira stig enn hinir luttakararnir. Bestur á Fimleikakapping við lít eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Eitt av amboðunum, sum kvinnurnar nýta er bitin, har vann Støkk flestu stigini, sum avgjørdu kappingina hjá kvinnum Gólvið er amboðið, har luttakararnir hava longst tíð Myndir: Álvur Haraldsen Serana Williams nýtt met Amerikanski tennisspælarin, Serena Williams, hevur sett nýtt met í kvinnutennis, tá talan er um at forvinna sum mest av peningi eftir einum kappingarári. Í 2009 hevur hon forvunnið umleið 33 milliónir krónur fyri innsatsin á sjálvum tennisvøllinum, ið millum annað taldi sigrar í Australian Open og Wimbledon, og tað er tað mesta nakrantíð. Frammanundan átti belgiska Justine Henin metið, sum er afturi frá 2007, tá hon spældi sær 28 milliónir krónur inn á bók. Prokop leggur frá sær Gunnar Prokop leggur nú frá sær sum venjari hjá eysturríkska hondbóltsfelagnum, Hypo Niederösterreich, eftir at hann í einum Champions League­dysti valdi at fara inn á vøllin at steðga einum skjótálopi hjá mótstøðuliðnum, tá bara fýra sekund vóru eftir at spæla. At hann gjørdi tað, tryggjaði felag hansara javnleik, men aftaná hevur Prokop sagt seg harmast um hendingina. Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur sett eina kanning í verk av hendingini, ið óivað fær avleiðingar fyri Prokop, hóast hann nú sjálvur hevur valt at lagt frá sær.