Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. november 2009 – Nr. 210 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Enntá fimleikararnir sjálvir viðganga, at tað ikki altíð er so lætt, at vita hvør hevur klárað seg best í eini fimleikakapping. Men her royna vit at greiða eitt sind ur frá tí Í einstaklingakappingum í fimleiki er torført at vita, hvør er bestur, og í liðkappingum er hvaðna verri. Men grundleggjandi gongur ein kapp ing fyri seg á henda hátt. Upp til fimm fimleikarar kunnu vera á einum liðið. Av hesum sleppa fýra at kappast á hvørjum av teimum fýra ymisku amboðunum. Av hesum verða tríggir teir bestu taldir við, tá stigini verða givin. Amboðini Tað eru heldur ikki somu amboðini, sum verða nýtt hjá kvinnum og monnum. Hjá konufólki eru greinirnar: lop, biti, forskotin barra og gólv. Hvørt av am boðunum telur eins nógv. Hjá konufólki eru greinirnar hesar: lop, ringar, paralell barra og gólv. Eisini her telur hvør greinin eins nógv. Fyri at finna vinnaran í kappingini telur mann so stigini hjá trimum teim um bestu luttakarunum hjá hvørj um liði á øllum fýra a m boð­ unum saman fyri hvørt liðið, og so verður vinnarin funnin. Tvey ymisk stig Hyggja vit at hvørjum amboði sær, tá ein luttakari er farin í gongd, so verða stig fyrst givin fyri hvørji ting luttakarin ger. Í flestu amboðunum skulu ávísar rørslur gerast, og stig vera givin eftir, hvussu torførar hesar rørslur eru. Hesi stigini byrja frá 0. Hitt stigið byrjar frá 10, og síðani verða øll mistøkini drigin frá tí. Hetta vil í prinsippinum siga, at tú kanst vinna við lágum torleikastigið, um tú ikki gert nøkur mistøk. Um so er, at hini, sum eru á hægri tor leika­ stigi, gera fleiri mistøk. Men tá tað kemur til stykkis í am boðs fimleiki, so er lættast at hygg ja eftir, hvat sær best út, tí oftast er tað hesin, sum eisini fær mest stig, tí tá er torleikastigið høgt og mis­ tøkini fá. tlari kapping øllum am boð um, uttan á gólvinum, har hann mátti lúta fyri Øssuri Eiriksfoss, var Rósing Dam. Yngri konufólk Kappingin hjá kvinnuunglingum var avgjørd, áðrenn kappingini byrjaði, men hjá gentum og pinkum var størri umboðan. Har luttóku nevni liga Støkk, Havnar Fim leika­ felag og Ljósið við liðum í báðum kapp ingunum. Hjá gentum var munurin millum besta liðið, Ljósið, og lakasta liðið, Støkk, rættiliga stórur, meðan Havn­ ar Fimleikafelag bert var trý stig aftan fyri Ljósið. Hjá pinkum var einasta kappingin, har øll feløgini høvdu fullmannaði lið. Tann kappingin var rættiliga jøvn, men endin varð, at Støkk streyk av stað við sigrinum, eitt vet framman fyri Havnar Fimleikafelag og eitt sindur meira frammanfyri Ljósið. Yngri mannfólk Hjá mansunglingum var bara eitt lið, so har var ikki nógv at skriva heim um, men teir tríggir lut takar ar­ nir vóru rættiliga javnir í ymisku am boðunum. Hjá dreingjum var somuleiðis bara eitt lið. Men har var ein fim­ leikari, sum kláraði seg betri enn hin ir. Rani Petersen megnaði nevni­ liga at vera bestur í øllum amboðum, og tí eisini samanlagt. Hjá piltum bleiv tað til eina ordi­ liga kapping. Ljósið hevði nevniliga eisini meldað lið til við fimm lut­ takar um, men teir kláraðu ikki at stan da Havnar Fimleikarfelag kurl og máttu taka til takkar við øðrum og aftasta plássi. eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Soleiðis telja tey Vinnarar Kvinnur Støkk: Fríðhild R. Norðgerð, Kristina Toftegaard, Silja Højgaard og Anita Davidsen Kvinnuunglingar Støkk: Annika B. Hansen, Linda M. Hansen, Birita Debes og Durita Davidsen Gentur Ljósið: Marianna Eystberg, Jóna Holm, Eyðvør Samuelsen, Maria Jacobsen og Bjørt Olafsdóttir Pinkur Støkk: Marjun Jacobsen, Marta Nielsen, Kaia R. Norðgerð, Ása S. Carlsen og Bjørt Davidsen Menn Havnar Fimleikafelag: Rósing Dam, Øssur D. Eiriksfoss, Olivar D. Eiriksfoss, Bogi Berg og Ari Sakarisson Mansunglingar Havnar Fimleikafelag: Sofus Andreassen, Johan Petersen og Tór av Skarði Dreingir Havnar Fimleikafelag: Bartal Wardum, Aron Jacobsen, Heini M. Samson, Tóri Atlason og Rani Petersen Piltar Havnar Fimleikafelag: Jákup Jørgensen, Hannes Agnarsson, Christopher K. Eikhólm, Djóni Sakarisson og Rani Dalsgarð Forskotna barran er eitt lutfalsliga nýtt amboð, sum flestu fimleikararnir hava trupulleikar við Tá hvør kappingin er liðug, er altíð marsjur á skránni í fimleiki Beckham aftur til Milan Eftir tingingar í nakrar vikur, gjørdist í gjár endaliga greitt, at enski landsliðsspælarin, David Beckham, aftur í vetur verður læntur út til italska stórfelagið, AC Milan. 34 ára gamli miðvallarin, sum roynir at varðveita plássi í enska HM­hópinum, verður til láns frá sínum amerikanska felag, LA Galaxy, seinnu hálvuna av italska kappingarárinum. Avtalan minnir um hana í fjør, tá Beckham skoraði tvey mál í 18 dystum fyri AC Milan. OL møguliga til Dubai Sheik Mohammed bin Rashid Al Maktoum og sonur hansara, krónprinsurin Sheik Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, vilja hava olympisku leikirnar til Dubai í 2020. Teir báðir valdsfeðgarnir hava tikið stig til fleiri fundir á hægsta stigi, sum hava til endamáls at tryggja ríka golfstatinum ein møguleika at teljast millum teirra, ið skulu kappast um at sleppa at hýsa OL. Ein annar golfstatur, Qatar, var inni í myndini sum umsøkjari til leikirnar í 2016.