Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 210 - 3. november 2009 Í hesi vikuni kemur forvitnislig bindibók út við bindi- og hekli- uppskriftum til børn og vaksin umframt nøkrum uppskriftum til dukkur, bamsur og hundar TÍÐINDASKRIV Tað er unga Lamba-kvinnan Sunneva Mohr, ið hevur staðið fyri bókini. Talan er um eitt stuðulstiltak, har allar inntøkur fara óskerdar til barnaheimið “Char Fass- on Orphanage” í Bangla- desj. Sunneva Mohr, ið er út - búgvin námsfrøðingur, hoyrdi um barnaheimið frá eini vinkonu, ið starvast fyri ein altjóða felagsskap í Bangladesj. Umstøðurnar hjá dreingjunum rørdu hana djúpt og hon setti seg í samband við barnaheimið. Hetta gjørdist byrjanin til eitt samstarv, ið hevur við sær, at Sunneva Mohr fer til Bangladesj at vitja barna- heimið í november. Um barnaheimið Barnaheimið “Char Fasson Orphanage” liggur í sunn- ara partinum av Banglahesh í einum øki, sum nevnist Bhola. Umstøðurnar at dyrka jørðina í hesum øki eru vánaligar, og økið er millum tey fátækastu og minst mentu í øllum land- inum. Barnaheimið varð bygt í 1972, eftir at ein flóðalda hevði kravt hundrað tús- undtals mannalív í 1970. Tað búgva umleið 100 dreingir í aldrinum 6-16 ár á barnaheiminum. Dreing- irnir hava antin mist annað ella bæði foreldrini, ella hava foreldrini ikki ráð/ møguleika at hava teir búgv andi heima. Sjey starvs fólk eru knýtt at heim inum. Fleiri av starvs- fólkunum og eisini leiðarin á heiminum hava sjálv búð á barnaheiminum. Haraftur arbeiða sjálvboðin fólk ymsa staðni úr heim- inum á Char Fasson Orp hanage. Starvs- fólk ið arbeiðir nær- um alt samdøgrið fyri sera lítla løn. B a r n a h e i m i ð verð ur rikið við stuðli frá stjórnini í Bangla desh, men av tí at fíggjarligi stuð ulin er so lítil, eru um støðurnar hjá dreingj unum sera vána ligar. Dreing ir nir sova saman tveir og tveir í einkultum s o n g u m , hurðarnar kunnu ikki læsast, og ong ir rútar eru í vind eygunum. B a r n a h e i m i ð hevur ikki lagt inn vatn ella vesi. Mat ur er held ur ikki nógvur av. Dreing irnir fáa tríggjar smáar mál tíðir um dag- in, við eitt sindur av rísi og grøn meti. Hóast umstøð urnar eru vána lig ar, eru dreing irnar sera takk samir fyri tað, teir hava, og teir vita, at búðu teir ikki á barnaheiminum, hevði støð an ver ið munandi verri. Barnaheimið legg ur stóran dent á, at dreingirnir skulu ganga í skúla og nema sær út búgving. Dreingirnir hjálpa eisini til við at dyrka jørð ina, sum hoyrir til barna heimið. Til ber at lesa meira um barnaheimið og síggja mynd ir á: http:// charfassonchildrensfund.org/ Vinningurin av »Okkara bindibók« Fyrireikararnir av tiltak in- um hava avgjørt, at ein part ur av vinninginum av “Okkara bindibók” fer til barnaheimið skjótast gjør- ligt. Hesin peningur skal nýtast til mat og klæðir til dreingirnar. Restin av vinn- inginum fer í ein grunn, ið er stovnaður til endamálið. Barnaheimið kann síðani søkja um pening úr hesum grunni til ymiskar verkætl- anir. Vælvildin hevur verið ótrú liga stór, og bæði einstaklingar, fyritøkur og handlar hava stuðlað tiltakinum á ymsan hátt. Tey ið hava fyrireika tiltakið eru sera fegin og stolt um úrslitið og vóna at „Okkara bindibók“ kann vera til íblástur, samstundis sum tiltakið vónandi kann vera við til at bøta um livikorini hjá børnunum á Char Fasson Orphanage”. Bókin kostar 100 krónur, og fæst til keyps í flest øll- um tógv handlum í land- inum. Tað er “FOTOSTUDIO” við Finni Justinussen og Per á Hædd, og “FRAME- FOTO” við Bárður lydersen ið hava tikið tær sera góðu myndirnar ið eru í bókini. Elisabeth M. Danielsen og Annika Poulsen frá væl- verustovuni ”Monroe“, hava gjørt hár og make-up hjá modellunum. »Okkara bindibók« – eitt øðrvísi stuðulstiltak Kunningarfundur um íverksetan í Miðlahúsinum Seinnu árini hevur orðið íverksetan verið nógv at hoyra, ikki bara í Føroyum men í øllum vesturheiminum. Íverksetan verður mett at hava stóran týdning fyri dynamikk og vøkstur í einum samfelagi ÍVERKSETAN Íverksetan er nógv. Oftast verður víst til enska heiti entre- preneur, og tá verður í breiðum týdningi hugsað um at byrja okkurt nýtt. Vit hava ikki eina nágreiniliga staðfest- ing av hvat íverksetan er, men vanliga verður tað brúkt um at byrja nýtt vinnuligt virksemi. Ein íverkseti er her ofta ein, sum hevur eitt nýtt hugskot, sum skal gerast til veruleika. Men ein íverkseti, kann eisini verða eina sum byrjar virksemi, sum tørvur og/ella marknaður er fyri. Við støði í hesum kann sigast at íverksetan er nýtt vinnu- ligt virksemi. Seinastu árini hevur serligur dentur verður lagdur á vakstraríverksetar. Vakstraríverksetar vaksa skjótt og skapa harvið nógv nýggj arbeiðspláss og eisini vinnu- menning. Tí hevur seinni árini serlig orka verið løgd í at skapa best møguligu umstøðurnar fyri vakstrar íverk- setum, m.a við at hava íverksetaraumhvørvi sam an við fyritøkum og útbúgvingar- og gransking arstovnum. Taka váða Íverksetan er merkt av váða og ein íverkseti kann sigast at verða ein, sum torir at taka váðan við at arbeiða við einum hugskoti, uttan at hava tryggu lønina, sum eitt fast starv gevur. Tí er tað oftast bæði krevjandi og váðið at verða íverkseti, líkamikið um talan er um ein vakstrar- íverkseta ella ein “vanligan” íverkseta. Tí síggja vit eisini, at nógvir íverksetar ikki eru í gongd meira enn tvey trý ár og at serliga upp byggjandi byrjanarskeiðið er hart og krevjandi. Íverksetan verður av fleiri mett at hava sera stóran týdning fyri nýskapan í einum samfelagi, og tí verður mett týdningarmikið at hava góðar karmar fyri íverk- setan. Men íverksetan er ikki bara at fáa eitt gullkorn, søkja patent og so liva av rentum restina av lívinum. Íverksetan er hart arbeiði, eydna og dugnaskapur til at m.a. at fáa onnur loysa uppgávur fyri seg, sum ikki hoyra til kjarnuførleikarnar hjá íverksetaranum sjálv um. Ofta hevur tað stóran týdning at hava eitt gott netverk at heita á og at sparra við, sum í besta mun kann menna og geva møguleika fyri at íverksetin tekur røttu avgerðirnar tey røttu tíðarskeiðini og at raðfesta og leggja til rættis. Íverksetan stóran týdning Vit vita, at íverksetan hevur alstóran týdning fyri ný - skapan og dynamikk, men eisini at flestu íverksetar ikki yvirliva sum virkir. Tí verður í grannalondum okkara arbeitt nógv við at styrkja ráðgeving og finna fram, hvørji hugskot hava bestan møguleika og skapa karmar, sum hóska til tað. Fleiri staðir í USA verður harumframt stórur dentur lagdur á at hjálpa íverksetum við at lata virkið aftur áðrenn hallið er ov stórt. Hetta hevur tvinnar orsakir, fyri tað fyrsta, at fólk, ið taka váða til íverksetan ikki skulu koma í fíggjarligt óføri og ein staðfesting av at nógv av vakstrarvirkjunum eru bygd upp av íverksetum, sum hava eina ella fleiri miseydnaðar íverksetararoyndir í sínu søgu. Her verður ofta arbeitt, serliga í tveimum løgum. Eitt fyri breiddina at tryggja yvirskipaðið íverksetara kor, soleiðis at tað er lokkandi at gerast íverkseti og hitt er at finna møguligu vakstraríverksetarnar og hjálpa hesum fram, tí tað eru hesi sum hava við sær størstu menningina, umseta mest pening og seta flest fólk í arbeiði. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eina breidd fyri at kunna skapa eina íverksetaraelitu, sum skapar vakstrarvirkir. Íverksetaraskeið á háskúla Eitt átak, at seta størri fokus á at betra um møguleikarnar hjá íverksetum er háskúlaskeiðið Evropaháskúlin á Kalø bjóðar saman við Fundamentor, sum Bogi Eliasen og Palle Højsholt standa fyri. Kunnandi fundur um skeiðið og kjak um íverksetan verður í Miðlahúsinum miku- kvøldið kl. 19. Tiltakið er ókeypis. Bretska løgregl an hevu almanna kunn- gjørt myndir av teirri horvnu Madeleine McCann soleiðis, sum hon sannlíkt sær út sum seks ára gomul KRIMIMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bretska løgreglan hevur al - mannakunngjørt nýggj telduanimeraðar myndir av Madeleine McCann sum hon sannlíkt sær út í dag, er hon á lívi. Child Explotation and Online Protection Centre (CEOP) hevur almanna- kunngjørt myndirnar í einum video á YouTube. CEOP vónar, at nýggja áheitanin fær fólk, ið eru nær tengd at møguligu burt- urførarunum av Madeleine gera vart við seg. - Vit vita, at onkur finst, sum veit, hvør hevur við burturflytingina at gera. Veit tú, hvør tað kann vera, er ongantíð ov seint at gera tað rætta, sigur CEOP stjór- in, Jim Gamble. Videoin finst á sjey tungu málum, og ein av mynd unum vísr eina sól- brenda Madeleine, tí hon kann møguliga hava hendan húðalitin, um hon er burturflutt til Suðureuropa ella Norðurafrika. Madeleine McCann hvarv 3. mai 2007 frá portugisiska frítíðarbýnum Praia da Luz á Algarve- strondini, har hon var og ferðaðist við familjuni. Foreldrini, Gary og Kate McCann, eru framvegis sannførd um, at dóttir teirra enn er á lívi, skrivar Ekstra Bladet. Nýggjar myndir av Madeleine